Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 50 - 12. mars 2004 Nr. 50 - 12. mars 2004 11 Nýggi landsstýrismaðurin í innlendis málum nart í Degi og Viku týskvøldið við spurningin, hvørt tað yvirhøvur er rætt, at kommunur hava eitt íløguloft, sum er ásett av landsmyndugleikunum. Jógvan við Keldu, sum sjálvur hevur eina fortíð sum borgarstjóri í næst størstu kommununi í landinum tóktist vera sannførdur um, at verandi íløguloft er meira enn bági enn ein hjálp hjá kommununum, og at hann tí væl kundi hugsað sær, at hetta varð tikið burtur. Í endanum av samrøðuni segði landsstýrismaðurin, at hann í hesum ikki hugsaði lokalt um klaksvík- ina, men at hann var landsstýrismaður fyri før- oysku kommunurnar, og at hann tí hugsaði um allar kommunurnar í hesum. Men samstundis gloymdi Jógvan við Keldu at siga, at hann eisini umsitur kommunumál vegna Føroya Fólk. Og sjálvt um tað fyri einstøku kommunurnar við hvørt kann vera irriterandi við einum íløgu- lofti, so er einki at ivast í, at hetta landsbúskapar- liga er eitt av týdningarmestu stýringsamboðunum yvirhøvur. Fiskivinnuni og tí, sum hartil hoyrir, fáa vit nevn- liga als ikki stýrt, og vit tykjast í løtuni enn eina- ferð at muga ásanna, hvussu ógvusligar konjuktur- broytingarnar kunnu vera í okkara viðkvæma búskapi. Júst orsakað av hesum er byggivinnan á landi kanska besta stýringsamboðið, sum landsstýrið hevur, og tí er eisini alneyðugt við einum íløgu- karmi fyri kommunurnar. Hóast orðið »tvingsul« sjáldan verður væl móttikið, so hevur tað lands- búskaparliga ovurstóran týdning, at kommunurnar verða noyddar at raðfesta íløgurnar, og so heldur lata onkra bíða í eitt ár ella tvey, hóast tað nóg mikið av peningi til hesi. Tí tann aktivitetur, sum byggivinnan kann skapa í minni góðum tíðum er altavgerandi í royndunum at tálma búskaparligu sveiggjunum. Og í búskaparligari niðurgongd eru tað sjáldan tey privatu, sum seta mest ferð á hesa vinnuna. Tí er alneyðugt við eini skipan, sum fær kommunurnar at halda aktivitetinum niðri í góðum og uppi í ringum tíðum. Við hesum verður ikki sagt, at skipanin við íløgu- loftinum ikki kundi verið smidligari. Her kundi eitt hugskot verið, at lógarbundnar íløgur, sum fleiri kommunur nú hava fyri framman, ikki vigaðu eins nógv í íløgukarminum, og at rásarúmið til hesar tí varð gjørt nakað størri. Læna seg út sjógv kunnu kommunurnar kortini ikki, tá markið fyri lántøku er sett til eina ársálíkning. DAGSINS MEINING Sosialurin Stýring má til VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Robert Mc. Birnie Nú veit eg ikki reiðiliga, um eg eri tann rætti at koma við hesi viðmerking. Eg eri kanska ein av teim- um, sum kemur inn undir kategoriina hjá Sunnleivi: »Teir solariubrúnu kareoke døgnflugu-sangararnar«! – Men okey!! – so lat meg bert umboða hesar … solariubrúnu kareoke- døgnflugu-sangararnar … Við jøvnum millumbil- um øll tey 45 árini, eg havi fingist við tónleik og und- irhald í míni frítíð, hava røddir verið frammi um, at nú skuldi tað verða. – Nú skuldi tónleikalívið stuðl- ast. – Hetta hava oftast verið politikarar, og fyri tað mesta hevur tað verið upp undir val. Í so máta var hetta valið onki undantak. – Men hvørja ta einastu ferð er ikki long tíð fráliðin, so er deyðatøgn. Hesi seinastu árini hevur tað verið serliga týðuligt. – Fleiri av okkara ungu tón- leikarum hava í seinastuni gjørt nógv um seg uttan- lands. – Hvørja ferð hetta er hent hava serliga politik- arar runnið á leistum. – Tikið ímóti, hildið talur, skrivað greinar um, at NÚ skuldi tónleikalívið í Før- oyum stuðlast. – Tað gong- ur ein tíð … tøgn!! Tað er ofta ført fram av fleiri enn mær, at tú kanst als ikki liva av at spæla tónleik í Føroyum. Tað vil siga, at øll tey lutvíst nógvu orkestrini í landinum er mannað við fólki, sum hava eitthvørt arbeiði, eru í læru, ella ganga í skúla. – Tað eru serstakliga hesi seinni, eg havi í huga. Tað er júst í tí aldrinum, tey byrja at spæla. Pening hava tey ong- ar, og ljóðførini og tón- leikaútgerðin annars er sera dýr. – Eitt gott høvi at fíggja hetta, er við at fara út at spæla. – Tað verið seg til dans, veitslur ella annað. Hetta gevur eisini góða venjing, so tað er ikki burt- urspilt tíð. Men hvat ger so skatta- myndugleikin, sum politik- ararnir jú hava ábyrgdina av?? – Jú, samstundis sum tað ríka tónleikalívið í Føroyum verður hálovað bæði í skrift og í talu, ganga embætisfólk hjá toll og skatt inn á hvørja privata konto hjá føroyskum frí- tíðartónleikarum fyri at finna nakrar súrt vunnar hundraðkrónuseðlar. Eg kundi komið við fleiri dømum, men eg ætli mær ikki her at fara í smálutir. – Tað hava bæði toll og skatt, mentamálaráðið og fíggjar- málaráðið fingið í ríkiligt mát gjøgnum hesi seinastu 2-3 árini. Fyri umleið 8-10 árum síðani royndi F.U.T. – Før- oya undirhalds- og tónleik- arafelag, við Petur Mohr Reinert á odda at betra eitt sindur um umstøðurnar hjá tónleikarum. Tað var nevni- liga soleiðis, at hini skandi- navisku londini høvdu so mikið av virðing fyri hesi mentanargrein, at vanlig ljóðføri høvdu frá 0 til nøkur fá prosent í tolli, meðan 65% í tolli varð lagt á í Føroyum. Tað vil siga tað sama sum luksusvørur. Eftir tógvið stríð eydnaðist tað F.U.T. og Petur Mohr at kvinka tollin niður á nøkur og 20%. Men hvat, fá ár seinni kom so meirvirðis- gjaldið, og so var støðan aftur tann sama. Tískil havi eg her eitt heilt einfalt uppskot til frama fyri tónleika ment- anina í Føroyum: UPPSKOT: Tónleika- og undirhalsvirksemið í Før- oyum verður skattafrítt! VIÐMERKINGAR: Tón- leikur og undirhald fer so gott sum bert fram í viku- skiftunum. Hetta avmarkar í fyrsta lagi virksemið til 50 vikuskiftir (Onkur høgtíð er, har onki virksemi er!) – Sum áður nevnt mást tú hava annað arbeiði, læru- pláss ella skúla, sum skal passast. Hetta avmarkar aftur virksemi. Ongin, sum eg veit um, arbeiðir hvørt vikuskifti í árinum. Um vit siga annaðhvørt, so er tað høgt sett. Tað skuldi so givið í mesta lagi 25 ferðir um árið. Fara vit so at hugsa um útreiðslur kann leysliga nevnast: Keyp av ljóðføri, tón- leikaútgerð (forstyrkjarar, sanganlegg, mikrofonir, stativ o.a.) – reparatiónir, streingir, battarí, leidn- ingar, flutningur, fløgur, telefon o.s.fr. Sum sæst er ikki nógv at fara eftir. FYRIMUNIR: 1. Sparing í løn til fólk at leita eftir hasum krón- unum. 2. Fleiri fáa hug og ráð til at spæla. 3. Tey, sum hava mist hugin vegna hesa heksajakt, fáa kanska hugin at halda fram. 4. Prísurin fyri eitt orkest- ur verður aftur so rímu- ligur, at t.d. eitt ungt brúðarpar kann loyva sær at hava livandi tón- leik. Hetta uppskotið sendi eg fyri nøkrum árum síðani bæði til mentamálaráðið og fíggjarmálaráðið. – Eg havi bert fingið svar frá fíggjar- málaráðnum. Í svarinum er bert eittans argument fyri ikki at gera nakað sum helst við hetta uppskot, og tað er: »Tað ber ikki til at gera mun á samfelagsbólkum!« So er tað eg spyrji: Hvat við 15% í skattalætta til sjómenn! Hvat við stuðlin- um til handverkarar uttan- lands! Og ikki minst, hvat við teim upp til 9.500 skattafríu krónunum um mánaðin til løgtingsmenn! Vælgagnist øllum hes- um, men argumentið heldur bara ikki!!! c d e f g a h c–Vitaminir NORRØNT SAMSTARV Tíðindi frá Norrønafelagnum Fólkaheilsa er høvuðsevnið á vinarbýastevnuni í Esløv í Svøríki í summar. Har hitt- ast fólk úr býunum í vinar- býaketuni, sum Havnin einaferð var við í. Stevnan verður frá 17. til 20.juni. Á skránni er semi- nar um børn og heilsu, arbeiði og heilsu og mentan og heilsu. Eitt annað semi- nar er um viðurskiftini hjá teimum ungu í Norður- londum. Annars eru útferðir, frí- tíðarítriv, veitslur og eku- menisk uttanduragudstæn- asta á skránni. Men fyrst og fremst eru norðurlendsku vinarbýa- stevnurnar eitt gott høvi hjá fólki úr Norðurlondum, eisini úr Føroyum, at hittast í vinalagi og knýta bond, sum vara alt lívið. Freistin at tekna seg er til mánadagin 15.mars. Upplýsingar og tilmeld- ingarblað fáast hjá Norrøna Felagnum Føroy- um. Vinir hittast í Esløv VIÐMERKINGAR Símun Petur Jacobsen Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi í fjølmiðlunum um eina umsókn um skeinkiloyvi til eitt dansistað í Runa- víkar kommunu. Tað undrar meg als ikki, at ymiskar hugsanir eru um eitt slíkt tiltak, men tað sum undrar meg almikið er tann viðgerð, ið hevur verið í Degi og Viku av hesum máli. Mín góði vinur Ingolf Olsen hevði, eftir mín- um tykki, eina sera løgna niðurstøðu í send- ingini mánakvøldið 8. mars. Ingolf Olsen slær fast, at tey í Runavíkar Býráð als onga grund- geving hava fyri síni støðutakan annað enn, at tey eru ímóti nýstlu av rúsdrekka í síni heild. Eg sat eftir við eini løgnari kenslu, hópin av ósvaraðum spurningum. Her eru nakrir: 1) Kann Runavíkar Býr- ráð geva loyvi til eitt dansistað (við ella uttan skeinkiloyvi) á havnalagnum? (tað verður t. d. ikki givið loyvi til eitt bilverk- stað á havnalgnum) 2) Hví skal eitt dansi- stað hava skeinki- loyvi, um endamálið við dansistaðnum er at virka sum savn- ingarstað fyri ung- dóm? - tað er jú ikki loyvi at skeinkja til fólk undir 18 ár. 3) Einasta grundgeving, ið er nevnd fyri at geva skeinkiloyvi, er at tað ber ikki til at fáa eitt dansistað at bera seg uttan skeinkiloyvi. Merkir hetta so, at feløg og fyritøkur sum hava fíggjarligar trupul- leikar kunnu fáa skeinkilovyi fyri at fáa raksturin at geva yvirskot? 4) Hvussu ber tað til, at borgarstjórin í Runa- víkar Býráð kann verða við til at við- gera hetta mál - tá hann er ein av ánar- unum av bygning- inum sum dansistaðið skal verða í? - Møgu- liga má skeinkiloyvi til fyri at fáa leiguinn- tøkurnar á rætt støð- ið? 5) Hvussu ber tað til, at onnur feløg í Runa- víkar kommunu (ítróttarfeløg og sam- komur) kunnu reka eitt ríkt ungdóms-ar- beiðið - uttan skeinki- loyvi ? 6) Er skeinkiloyvi tað, sum ungdómurin í Runavíkar kommunu rópar eftir? Er tað ikki heldur betur um- støður - t. d. hølisum- støður ? 7 Hvussu ber tað til, at tá tað á demokratisk- an hátt ikki verður givið loyvi til um- røddu umsøkn, at hetta so ikki verður góðtikið, men skal á ein ellan annan (um neyðugt ódemokrat- iskan hátt) trýstast ígjøgnum. 8) Er veruliga enda- málið við umrøddu umsókn ikki ein roynd at fáa hjálp til at koma inn á polit- iska pallin so ella so, heldur enn at geva ungdóminum í Runa- vík eitt tilboð? Í sendingi fær hyggjarin ta fatan, at fjøldin í Runavíkar kommunu er ímóti tí avgerð, Runa- víkar Býrráð tók. Mín metan er tó júst tann øvugta. Eg vil enda við at takka tykkum, sum at- kvøddu nei, tá málið var til viðgerðar fyri eftir mínum tykki eina seri- øsa viðgerð av málinum. Regin Eikhólm Kunningartøknin við sínum globala telesamskifti hevur vent upp og niður upp á gomlu innlæringarhættir- nar. Tíðin, tá ættarlið eftir ættarlið brúkti somu læru- bók, er farin, og spírandi al- tjóða frælsislyndi í huga- heiminum hjá yngra ættar- liðnum setir føroyska mál- inum alt størri samtíðar- krøv. Hetta er eisini við til at leggja størri trýst á okk- ara skriftmál við kravi um førleika til nátúrliga og óskert at kunna endurgeva móðurmálið. Skriftmálið hjá V. U. Hammershaimb, sum í høvuðsheitum byggir á eina søgufjøtraða filologiska konservatismu, megnar ikki nóg væl at endurgeva móðurmálið, hóast hetta skriftmálið hevur verið einaráðandi í útvið 150 ár og hevur havt tíð til at laga seg. Tað kann viðhvørt tykjast sum um fordums nýfikni og takklæti fyri, at vit yvirhøvur fingu eitt skriftmál, hevur blinda okkara sjálvráðandi mál- myndugleika soleiðis, at teir ikki (vilja) síggja, at skriftmálið hevur broyting- ar fyri neyðini, um tað skal kunna umboða móðurmáls- ligan førleika. Heldur um- vent hevur higartil verið roynt at laga móðurmálið til skriftmálið. Amputerað alfabet Globaliseringin ger, at vit meira enn nakrantíð hava brúk fyri tí altjóða føroyska alfabetinum, sum vit lærdu fyrr, men sambært Stav- talvu 2000 hjá Føroya Skúlabókagrunni eru bók- stavirnir C, Q, W, X og Z ekskluderaðir. Alment standa vit sostatt eftir við einum amputeraðum alfa- beti, ið als ikki nøktar okk- ara málsliga bókstavatørv. Í staðin fyri eina nátúrliga tillagaða málsliga expan- sión hava vit fingið eina málsliga degeneratión, og við søguliga eftirgjørda skriftmálinum sum referencu-rammu verður føroyingurin dagliga fremmandagjørdur fyri sínum egna móðurmáli. Úrslitið kenna vit alt ov væl. Henda áhaldandi móðurmálstrælkanin hevur fingið mangan føroyingin at halda, at hann ikki dugir at tosa føroyskt, tí tað hann tosar víkir frá tí V. U. Hammershaimb’sku dok- trinini! Tað bøtir sjálvandi ikki um støðuna, at sjálvráðandi málmynduleikin við sínum erkvisna nationalpuristiska hugráki hevur verið ekspo- nentur fyri polariseringina av málinum í tað danifoba ávikavist tað íslandifila rákið. Hetta hevur í ávísan mun gjørt tvímálsliga før- leika føroyinga til eitt handicap heldur enn til ein fyrimun, og stendur tað til professorala málførleikan, verður onki broytt í bræði, tí skriftmálið er gott sum er, sigur hann í samrøðu við Útvarp Føroya nú um dag- arnar. Um tað so er føroyska telefonbókin, so vísir eisini hon klárt á tørvin fyri ein- um broyttum málpolitikki, tí har finna vit hópin av vanligum føroyingum og føroyskum fyritøkum hvørs nøvn byrja við ella inni- halda onkran av eksklu- deraðu bókstavunum. Gamlar bygdagøtur ella nútímans vegir og berghol Um Landsverkfrøðingurin skuldi arbeitt eftir sama leisti sum ráðandi mál- myndugleikin ger, so gjørdi Landsverkfrøðingurin bert vegir við atliti til gomlu bygdagøturnar við søgulig- um varðunum (filologiskt ástøði), og ikki við atliti til tann aktuella tørvin. Men Landsverkfrøðingurin ar- beiðir nútímans og kannar bæði struktur og virksemi (lingvistiskt ástøði) áðrenn hann fer undir at gera tær samskiftisleiðir - vegir ella berghol - ið best nøkta tørvin, men virðingin fyri teimum gomlu bygdagøt- unum er tann sama. Gásadalur er eitt gevandi dømi. Yvir fjallið ella gjøg- num bergholið. Í dag standa hesir báðir møgu- leikar opnir, men soleiðis er ikki statt á málsliga økin- um, tí har er framhaldandi bert loyvt at ganga eftir gomlu V. U. Hammers- haimb’sku " bygdagøtuni, har teir søguligu fikseraðu varðarnir enn sum fyrr vísa vegin. Góvu vit hinvegin málin- um sama valmøguleika, sum Gásadalsfólk nú hava, hevði lingvistiska ástøði vunnið frama, og ajour- førda skriftmálið hevði tá kunna rúmað alt frá tí basalt vísindaliga til tað meiri abstrakta vitborna. Málið fyri øll Kravið til málið í dag er, at tað skal rúma einum við- komandi funktionellum samskiftismiðli fyri øll, og ikki bert fyri ein útvaldan skarða. Ein kanningin her- fyri vísti, at okkara stummu filologisku ð’ir eru fyri ungdóminum sum abstrakt- ir fótonglar at rokna, men tað er vælkent, at nærri framburðinum eitt skrift- mál liggur, tess betri eru fólk til at stava málið. Intellektuelt er unga ættar- liðið helst betri fyri enn nakrantíð, og vit hava eina kompetenta undirvísing, so alt bendir á at sjálvur mál- politikkurin hevur broyt- ingar fyri neyðini. Tey ungu ganga ikki longur í húðar- skóm! Eitt grundleggjandi krav til skriftmálið má vera, at tað skal kunna endur- spegla móðurmálið og ikki umvent. Har afturvendandi trupulleikar eru, má málið gerast meiri funktionelt og viðkomandi við atliti til tað tosaða málið. Danir hava tikið við læru frá eingilsmonnum, og ásanna at tað ber væl til at samansjóða móðurmálið og læknalatín. Í 1991 avtóku danir sostatt kravið um dokumenteraðan latínkunn- leika fyri lækna- og tann- lækna lesandi. Kanska teir kundu hjálpt okkum við skriftmálinum til móður- málið? Køvandi bábylonsk máløsing Altjóða føroyska alfabetið hevði nøktað øllum tørvi á heimafrontinum umframt at rúma mest alt av norð- urlendsku alfabetunum og tí enska alfabetinum. Við altjóða føroyska alfabetinum høvdu vit sloppið undan tí afturvend- andi køvandi bábylonsku máløsingini, og óneyðugt hevði verið at týtt ella umdoypt øll heimsins nøvn og hugtøk til "finn upp á føroyskt" ella torskilt stav- talvu-føroyskt. "Hug en hæl og klip en tå" (H. C. Andersen), men gongu- lagið verður hareftir! Ein meiri altjóða ter- minologi og normar annars høvdu kunna givið okkum stóran fyrimun millum annað á útbúgvingarøkin- um, tí størru málini hava ráð til kontinueruliga menning av lærubókum. Tað hava smáu málini sum føroyskt hvørki fólk ella fíggjarorku til, og tí kunnu vit gerast eftirbátar, um vit halda fast við verandi málpolitik. C, Q, W, X og Z hava vitalan týdning í før- oyskum skriftmáli Í tí dagliga brúka vit C- vitaminir, C-tónan og celsius stig ella gradir, °C, og neyvan nøkur starvs- umsókn fer avstað uttan hjálagt C V, curriculum vitæ (lívsgongdarlýsing). Victoria hevur eisini krav uppá sítt C, nú djørvu og treisku foreldur hennara endiliga fingu teirra sjálv- sagda rætt til føroyska familjunavnið. Og ikki at gloyma C’ið hjá javnaðar- flokkinum. Vit brúka eisini altjóða styttingarnar fyri grund- evnir, sum vit kenna frá periodiska grundevnis- systeminum. Hesar eru eitt must innan náttúruvísind eitt nú innan nýggju fiski- vinnugranskingina, tá kemisku processirnar skulu útgreinast. Har hevur C ein ómissiligan týdning. Stytt- ingin C stendur her fyri kolevni, Ca fyri kalsium, Cr fyri krom, Cu fyri kopar v.fl. Ì grundevnis-heiminum annars hava vit W fyri wolfram, Xe fyri xenon og Zn fyri sink. Vanliga brúka vit Watt fyri orku, WC fyri Water Closet, umframt at X og Z verða nógv nýttir í matematiska heiminum. Rómartøl eru eisini vanlig hjá okkum, har C stendur fyri 100 og X stendur fyri 10. Helst skuldu vit eisini kunna stava til heimlig fyribrigdir so sum Prix Føroyar, Jazzfestivalin ella Atlantic Airways. Hjá flestu okkara er eisini stórur munur á seks og sex? Q stendur kanska eitt sindur fyri seg sjálvan, men status quo er vælkent og ofta brúkt. Annars kemur Q fyri í fleiri orðum og mong- um praktiskum styttingum í altjóða samanhangi, og er qua tað ikki uttan týdning! Vit kundu hildið áfram, men hetta er bert fyri at endurtaka nøkur fá ítøkulig dømir, sum fleiri av okkara frælslyntu málfrøðingum og aðrir áhugaðir móðir- málslingar áður hava ført fram - bæði í skrift og talu. Umbøn og áheitan til allar politiskar ábyrgdar- ar og móðurmálslingar: Latið altjóða føroyska alfabetið við C, Q, W, X, Z fáa sítt frælsi aftur og mennið skriftmálið á lingvistiskum ástøði so tað kann liva upp til heitið "móðurmál fyri allar føroy- ingar" við rætti til navna-, skrivi- og frálærufrælsi um- framt potentiali til altjóða førleika. Takk fyri. Apropos føroyska málið Latið altjóða føroyska alfabetið við C, Q, W, X og Z fáa sítt frælsi aftur – og loyvið móðurmálinum at mennast á lingvistiskum ástøði! Nakrar vimerkingar til málið: Skeinkiloyvið til dansistað í Runavík C M Y K 11 10