Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 50 - 12. mars 2004 Nr. 50 - 12. mars 2004 13 Almennur fundur um støðuna í útoyggjunum Í dag dag verður al- mennur fundur í Havn um vinnu- møguleikarnir í út- oyggjunum, har fleiri fyrilestrar eru á skránni ÚTOYGGJAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vinnumøguleikar í út- oyggj! Hetta er evnið, sum er til viðgerðar á almennum fundi, sum verður á Hotel Hafnia í allan dag. Tað er Útoyggjafelagið, sum skipar fyri evnisdegi um vinnumøguleikar í út- oyggj og tiltakið byrjar klokkan 10 í morgun og ætlanin er at enda klokkan 15 ídag. Á fundinum verða bæði framløgur og kjak. Ætlanin við framløgun- um er at lýsa umstøðurnar fyri vinnu, royndir við vinnu og treytir fyri, at vinnuframtøk kunnu eydnast. – Útoyggjafelagið vónar við hesum tiltaki, at fáa lýst umstøðurnar fyri vinnu á útoyggjunum og at fáa greiði á hvat politiski myndugleikin er sinnaður at gera, sigur felagið í ein- um tíðindaskrivi um til- takið. Felagið sigur, at evnis- dagurin er ætlaður sum kunning, hugkveiking og grundarlag fyri framhald- andi arbeiði, so at verulig tiltøk verða sett í verk. Klokkan 10 í morgun fer Óla Jákup úr Dímun, for- maður í Útoyggjafelagnum, at bjóða øllum væl komn- um. Klokkan 10.05 fer Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum, at vísa ymisk hagtøl um viður- skiftini í útoyggjunum. Klokkan eitt korter til ellivu fer Bjarni Jacobsen av smoltstøðini í Svínoy at greiða frá, hvussu tað er at hava vinnu í útoyggj. Kl 10.30 fer Gunnar Bjarna- son at tosa um landbúnað. Eitt nú fer hann at greiða frá fyritreytum, ella vant- andi fyritreytum, fyri burð- ardyggum landbúnaði á útoyggj. Aftaná fer eitt umboð fyuri menningarstovuna at røða um neyðugar fyritreyt- ir og førleikar fyri at reka vinnu og síðani fer Gransk- ingardepilin fyri Økis- menning at siga eitt sindur um ástøði innan økismenn- ing, eitt nú um trivnað og íverksetan og um sosialan kapital. Granskingardepilin fer eisini at geva eitt boð uppá, hvat er minsta treytin fyri trivnaði og framgongd. Klokkan eitt korter til 12 verða spurningar og kjak. Politikarar sleppa framat Eftir døgverða sleppa polit- ikararnir framat. Klokkan 13, fer Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at greiða frá ætlanum hjá samgonguni um at menna av útjaðaran og útoyggjar- nar. Eitt korter seinni, fer Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður í innlendis- málum, at greiða frá ætl- anum sínum í sambandi við útoyggjamál og klokkan hálvgum tvey fer Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í vinnumálum, at greiða frá ætlanum innan sam- ferðslu, samskifti og vinnu- ábøtum á útoyggjunum. Klokkan trýkorter til tvey verða spurningar og kjak og síðani verður tikið saman- um. Svínoy er ein av teimum útoyggjunum, sum verða avtoftaðar, verða ikki tiltøk sett í verk heilt skjótt. Her er lendingin í Svínoy. Góð samferðsla er ein fortreyt fyri livilíkindum á útoyggj. Spuringurin er so um gamli másin livir upp til heitið um góðar samferðslumøguleikar Triðingur av øllum feskum fiski og nærum tveir triðingar av hýsuni fara óvirkað av landinum FISKIVINNA Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hagstovan sigur í tíðinda- skrivi, at meira enn trið- ingur av veiðuni hjá fesk- fiskaflotanum í fjør varð seldur útlendskum keypar- um sum óvirkaður fiskur Tað er ongan tíð áður komið fyri, at ein so lítil partur av føroyskum fiski er endaður á føroyskum flekiborðum. Sambært Hagstovuni, so førdu føroysku feskfiska- skipini umleið 105.000 tons av toski, hýsu og upsa til landið. Góð 35.000 tons av hesum vórðu antin seld uttanlands ella útflutt óvirkað. Ikki síðani 1996 hava útlendsku avreiðingar verið í nær námind hesum talinum. Ta ferðina við 21.000 tonsum ella 32%. Tað er serliga hýsan, sum lítið verður gjørt við í Føroyum. Nærum 60% av hýsuni – ella duput so nógv sum í fjør – fer óvirkað av landinum. Sambært Hagstovuni, so er tað fyrst og fremst ein hægri prísur enn hann, ið fæst við at virka fiskin her heima, sum fær føroysku virkini til antin sjálvi at selja fiskin óvirkaðan, ella snøgt sagt bara lata skipini avreiða uttanlands. Metsøla av óvirkaðum fiski Føroyskur fiskur verður sum ongantíð áður seldur óvirkaður av landinum Marknaður fyri fóður verdur hálva milliard Tað sigst at umleið helvtin av laksafóðr- inum til føroyska alivinnu kemur frá Havsbrún meðan hin helvtin kemur frá Ewos og Skrett- ing - tilsamans keypa alararnir fóður fyri umleið eina hálva milliard krónur um árið [LAKSAFÓÐUR] Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Eitt er útflutningur og út- flutningsvirði, eitt annað tann innflutningur ið ofta krevst í sama høpi. Hjá alivinnuni er fóður nógv tann størsti innflutnings posturin og tað samlaða innkeypið av fóðri liggur um hálvu milliardina. Tað eru tríggir aktørar ið kappast um at veita vør- una: okkara egni føroyski framleiðari Havsbrún, ið sigst sita á umleið helvtini av marknaðinum, og so teir báðir norsku veitarar- nir Ewos og Skretting. Føroysk alibrúk keyptu í 2003, sambært ráðgeving- ar fyritøkuna Avrik, fyri tilsamans 74 000 tons av fóðri. Ganga vit út frá at marknaðarparturin hjá Havsbrún liggur um 50 prosent meðan restin av fóðrinum er innflutt úr Noreg, og siga vit at miðal prísurin fyri fóður liggur um 6,50 so merkir hetta at influtningurin av fóðri til alivinnuna lá um 240 mil- liónir krónur í fjør; út frá hesum hevur sølan av fóðri hja Havsbrún mótsvarað somu upphædd. Við øðr- um orðum er marknaðurin fyri fóður til føroyska alivinnu verdur 480 milliónir krónur um árið. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Torkil Skála 60 ár Í dag, 12. mars, fyllir Torkil Skála í Havn 60 ár. Fyri tíggju árum síðan, til hansara 50 ára føðingardag, varð hendan yrking gjørd: Føddur varð hann sjálvan grækarismessudag, spentar tíðir vóru kríggj við sama lag. Gleðin ongan enda fann um tann nýggja havnar- mann, og við tjøldrunum hann var í ferðalag" Torkil er elsti sonur hjá Honnu, f. Thorkildshøj, av Nesi og Óla Christian Skála, keypmann í Havn. Eftir lokið realprógv fór hann á studentaskúla og tók studentsprógv í Hoydølum í 1963. Síðan var hann vikarur við Sankta Frans Skúla í tvey ár. Torkil var sjómaður í eina tíð, hann var við línu- bátunum Mai og Oyrarsker. So lá leiðin til Danmark- ar, har hann tók lærara- prógv frá Esbjerg Seminar- ium í 1971. Heimafturkom- in fekk hann starv á Venj- ingarskúlanum í Havn, har hann var lærari til 1977. Síðan Eysturskúlin varð liðugur í 1977, hevur Torkil starvast sum lærari har - eitt arbeiðspláss, sum hann hevur verið ómetaliga glað- ur fyri. Hann hevur verið á ym- iskum skeiðum á Fróð- skaparsetri Føroya innan sítt starvsøki, serliga innan søgu og undirvísingarlæru. Hann var limur í Tórshavn- ar Skúlaráð frá 1976-84. Innan ítróttin hevur fót- bólturin havt hansara stóra áhuga. Hann var formaður í HB eitt tíðarskeið og er enn í dag ein av trúgvu gomlu HB-stuðlunum. Hann var í nøkur ár ein virkin bridgespælari, var formaður í Nýggja Bridge- felagnum, men í løtuni er hann hvílandi limur. Sangur hevur eisini havt hansara stóra áhuga, hann hevur sungið sum tenorur í Tórshavnar Manskóri í tíggju góð og gevandi ár. Torkil er giftur við Esther, f. Justinussen, ættað úr Leirvík, og eiga tey tvey børn: Eirik, sum býr á Argjum, og Hervør, sum býr í Rødekro í Danmark. Eisini eigur hann tvær fittar abbadøtur, Mariu og Ester. Føðingardagin er Torkil burturstaddur. Dagurin 12. mars, Grækarismessa. Til minnis um tann tiltikna pávan, sum fekk navnið Gregorius hin Mikli. Hann doyði 12. mars ár 604. Hann skipaði fyri mongum tiltøkum og gav boð og leiðbeiningar um lívið í kirkjuliðnum og hjá tí einstaka. Millum annað sigst hann at hava fingið í lag tann sonevnda gregorianska kirkjusongin, sum teir kønu halda, at tey føroysku kingoløgini eru komin av. Upprunaliga grikska navnið merkir hin árvakni. Grækarismessa er ein av teimum døgunum, sum boða várið. Tey gomlu plagdu ofta at kvøða hetta ørindið: Grækarismessa hvítaskegg, hann lokkar børnini út um vegg, men Bartolomeus vetursins vin hann koyrir børnini inn til eldin ígen. Um hetta mundið kemur flytifuglurin tjaldrið aftur, og av mongum verður grækarismessa eisini rópt tjaldursdagurin. Grækarismessuhald at fagna tjaldr- inum er íkomið í nýggjari tíð. Móttøka Við tað at eg, aftaná 36 ára starvstíð hjá P/f Statoil Føroyar, gavst tann 1. mars 2004, verður móttøka í heiminum hjá mær fyri áhugaðum tann 13. mars frá kl. 14 til 17. Vinarligast Kári Fyrst vil eg siga tær takk fyri, at tú bíðaði við at fara til Harran, til eftir vit vóru komin upp at vitja teg í heyst, tá tú vart blivin so sera sjúk. Tá vit vóru heima í summar, vart tú nakað veikari enn tú plagdi, men tað vardi meg ikki, at tú skuldi blíva tikin heim so skjótt. Omma góða, eg eigi nógv góð minnir um teg, ið eru góð at hava, sjálvt um eg nógv heldur vildi, at tú enn vart ímillum okkum. Nú stendur tú ikki í vindeyganum har uppi, tá man fer avstað ella kemur aftur. Tú hevur altíð verið sera trúføst at fylgt við, hvat vit hava tykist við. Hóast eg havi búð í Danmark tey seinastu 5 árini, hevur sambandið okkara millum verið gott. Tú vart tann trúfastasta av okkum at ringja. Um vit júst høvdu verið heima, ringdi tú oftari, tí tú saknaði okkum. Og var tað stutt tíð til vit komu heim, ringdi tú eisini oftari, tí tú gleddi teg at síggja okkum aftur. Tað er so nógv eg kann taka fram um teg góða omma, so eg vil at avmarka meg. Røsk vart tú til hendurnar, bæði at binda og seyma, og nógv eru pløggini, tú hevur bundið og seyma uppá okkum ommubørnini, møguliga serliga meg, tí eg var tann fyrsta ommudótturin. Eisini havi eg varhugan av, at tú helt tað var serliga spennandi at seyma diddi- klæðir, so tað nýtti eg bara gott av, tí eg var einasta ommudótturin í 6 ár. Eftir at vit hava fingið Christinu, tók eg, tá vit komu heim at ferðast, øll tey klæðini hon hevði fingið, síðani vit seinast vóru heima. Hetta mest, tí at eg visti, at tær dámdi væl at síggja nýggj klæðir, eins og tær dámdi væl at børn vóru pent ílætin. Eisini dámdi tær væl at royna nýggjar matuppskriftir. Tey seinastu árini gjørdi tú ikki so nógv við at baka sjálv. Men tú visti, at eg hevði hug til tað, so fanst tú onkra spennandi uppskrift, spurdi tú, um eg ikki skuldi royna hesa. Tá kakan so var bakað ella døgurðin gjørdur, ringdu vit niðan fyri at vita, um tú ikki hevði hug at koma oman at smakka – og sjálvandi hevði tú tað. Altíð hevði tú góðan hug at koma við í bilin, um eg fór onkrastaðni. Serliga var tað, tá leiðin gekk til Havnar, tí so kundi tú vitja Malfrid ommididd ella fastur og dreingirnar, ímeðan eg gjørdi ørindir. Tú hevur eisini fleiri ferðir verið við eftir okkum, tá vit eru komin heim í feriu. Ja, tú offraði teg, sjálvt um heilsan hjá tær hevði betri av, at tú hvíldi teg. Tín 85 ára føðingardag, høvdu vit stóra gleði at halda saman við tær, tá tú og babba komu til Keyp- mannahavnar at vitja okkum. Tú hevði ikki mót uppá at halda nakran føðingardag, so eg haldi, at tað var óført, at tú hættaði tær at koma til Kepmannahavnar, sjálvt um tú mangan hevði sagt, at tú ongantíð ætlaði tær aftur á flog við tín góða vilja – man hevur eina meining inntil man hevur fingið eina aðra. Hetta eru alt upplivingar, sum fáa meg at hugsa, hvussu nógv eg sakni teg. Omma, tú hevur altíð verið har fyri meg. Eg havi kunna deilt bæði sorgir og gleðir við tær, tú hevur styðja meg og vegleitt meg. Takk fyri tað. Tín verimáti, hevur lært meg nógv. Tað var ikki leingi, at tú fekk loyvi at hoyra, at Christina dugir at siga "langomma". Mítt ynski hevði verið, at hon kom at uppliva teg longri, men soleiðis vildi ikki til. Nú fer hon bert at minnast teg á tann hátt, sum vit koma at fortelja henni um teg. Tað er nógv gott at fortelja, so hon vil eisini fáa eitt positivt minni um teg góða omma. Saknurin er stórur, men tað er trygt at vita, at tú ert komin til ein betri stað, har ongin pína er. So eg vil ikki siga tær farvæl við hesum, men heldur »vit síggjast«. Súsanna Til mína elskaðu ommu Leygarkvøldið verður kon- sert á Margarinfabrikkini við bólkunum, Credo úr Klaksvík, Reach úr Havn og Direct Level av Skála- fjørðinum. Konsertin er til frama fyri Herbergið hjá Frelsunar- herinum. Byrjað verður klokkan klokkan 21.30 og heldur fram til 0.30. Kost- naðurin er 30.00 krónur. Gospel á Margarinfabrikkini C M Y K 13 12