fríggjadagur 12. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2004
15
Sperdir
reiðarar
Avleiðingarnar av
kapitalvinningsskatta
lógini eru komnar illa
við hjá Arctic Viking
og Høgafossi
SKATTALÓG
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tey fýra skipini, sum fingu
part í skuldarumleggini hjá
landsstýrinum vóru Ocean
Castle,
Arctic
Viking,
Høgifossur og Sjúrðraberg.
Av hesum er Ocean Castle
sjálvur ikki til meira, men
hini trý eru so framvegis
hjá somu eigarum, tó at
støðan hjá Arctic Viking er
nakað serlig, nú skipið fór
undir fremmant flagg.
Parturin hjá Sjúrðrabergi
var heldur ikki so stórur, at
tað hevur nakra stórvegis
ávirkan á ársroknskap fel-
agsins, men hjá partafeløg-
unum, Líðin og Samvinnu-
felagið, sum eiga ávíkavist
Arctic Viking og Høgafoss,
hevur hetta merkt eina
útreiðslu
í
rakstrinum.
Arctic Viking hevur sam-
bært
ársroknskapinum
goldið 174 tkr. í kapital-
vinningsskatti fyri 2002, og
hjá Samvinnufelagnum er
upphæddin 427 tkr.
Og serliga hjá Samvinnu-
felagnum hevur hetta fing-
ið ilt í tey, sum vara av fel-
agnum. Í ársfrágreiðingini
verður millum annað sagt:
»Kapitalvinningsskatta-
lógin tekur rætt og slætt
ikki hædd fyri, at bæði 3-
manna serfrøðinganevndin
hjá landsstýrinum og nevnd
felagsins hava gjørt sínar
metingar og hava tikið
avgerðir við støði í teimum
reglum sum galdandi vóru
2 ár áðrenn kapitalvinn-
ingsskattalógin kom í gildi.
Hetta
tykist
sum
eitt
klokkuklárt dømi um, at
vinstra hond í landsstýrin-
um veit ikki hvat høgra
hond ger. Og tá landsstýrið
so samstundis í lógini um
skuldarumlegging
hevur
tryggja sær, at teir í sam-
band við eina sølu av skip-
inum kunnu krevja alla
skuldina, eisini tann partin
sum er niðurskrivaður, til
gjaldingar,
vísir
hetta
hvussu langt úti hetta mál
er, tí so vildi skal felagið
bæði goldi skuldina og
skatt av skuldini.«
Í ársfrágreiðingini hjá Samvinnufelagnum verður funnist hvassliga at lógarsmíðinum av kapitalvinningsskattalógini
Úr kapitalvinningsskattalógini
§7
Vinninngur ella tap við eftirgeving, fyrning, samanrenning, fyrilokan av skuld og
orsakað av neyðskuldarsemju og sjálvbodnari skuldarsemju verða roknað við í
uppgerðini av skattskyldugu innøkuni eftir §14 í tann mun, skuldin verður
niðurskrivað niður um kursvirðið á kravinum fyri kravánaranum, tá skuldin varð
eftirgivin v.m.
§14
1) Ein uppgerð verður gjørd, har vinningur og tap eftir §§4, 6, 7, 8, 9, 10 og 28
verða løgd saman
2) Vísir uppgerðin ein vinning, verður latin skattur upp á 35%. Feløg og grunnar
v.m. lata skatt upp á 20%.
3) Vísir uppgerðin hall, kann hetta dragast frá í uppgerðini eftir hesi grein tey
næstu 5 árini. Í hesum tíðarskeiði kann tapið einans flytast til frádrátt fyri eitt
seinni inntøkuár, treytað av, at tað ikki rúmast innan fyri ein møguligan
nettovinning í einum inntøkuári frammanundan
Fakta
Ivasom
lógarheimild
Hjá teimum, sum nú
skulu rinda skatt av
eini skuldarumlegg-
ing ivast tey í, hvørt
løgtingið hevur havt
loyvi at lóggeva, so-
leiðis sum gjørt varð
SKATTALÓG
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað fær valla verið nakar
ivi um, at skattingin av
skuldareftirgevingini hjá
føroyska rækjuflotanum í
nógvar mátar virkar við
afturvirkandi kraft. Og
tað kann uttan iva eisini
setast eitt stórt spurnar-
tekin við heimildina at
krevja skattin inn. Eisini
um teksturin í nýggju
lóggávuni skal fylgjast.
Eftirgevingin ikki
effektiv
Í nýggja lógartekstinum
stendur, at skuldareftir-
geving er skattskyldug í
tann mun, at »skuldin
verður niðurskrivað niður
um kursvirðið á kravinum
fyri kravánaranum, tá
skuldin varð eftirgivin«
Kursvirðið á láni, sum
Landsstýrið yvirtekur, er
sjálvsagt 100 at byrja við,
men verður lánið síðani
niðurskrivað við 10% um
árið, minkar kursvirðið
sjálvsagt tilsvarandi, so-
leiðis at tað at enda er 0.
Spurningurin er tó í
fyrsta lagi, hvørt kurs-
virðið á fordringini hjá
landskassanum í veru-
leikanum er 0. Tá skuld-
arumleggingin
varð
framd, treytaði landskass-
in sær nevnliga fram-
haldandi pant í skipunum.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at verður eitt skip
selt, og søluprísurin av
hesum er somikið høgur,
at fyrsti veðhavarin fær
sítt, umframt at pengar
eru til landskassan, so fær
landskassin sítt. Tá er
kursurin av lánveitingini
hjá landinum aftur 100,
um allur peningurin fæst
inn, ella tal onkra staðni
millum 0 og 100, alt eftir
í hvønn mun fordringin
verður innfríað.
Tí kann kann kursvirð-
ið av lánveitingini hjá
landskassanum í veru-
leikanum ikki gerast upp,
fyrr enn viðkomandi skip
er selt. Ella má landskass-
in fult og heilt fráfalla
sínum krøvum, um skuld-
areftirgevingin hjá skip-
unum skal staðfestast.
Sum støðan er í dag, so
kann endin væl gerast
tann, at partafelag væl
kann hava goldið bæði
skuld og skatt av hesi, og
tað kann so neyvan vera
ætlanin hjá hvørki landi
ella skipi.
Broyttar fortreytir
Hartil kemur so spurning-
urin, um løgtingið í hes-
um sambandi ikki hevur
lóggivið við afturvirkandi
kraft. Nakað sum tingið
annars ikki hevur heimild
til, uttan so at hetta er til
fyrimuns fyri borgaran.
Tað kann í øllum førum
staðfestast, at skuldarum-
leggingin varð gjørd eftir
teirri til ta tíð galdandi
lóggávu, og har var ein
skuldareftirgeving
bert
skattskyldug í tann mun,
at hendan var størri enn
neyðugt
var,
fyri
at
tryggja grundarlagið fyri
framhaldandi rakstri.
Í hesum førinum er lóg-
arteksturin tó tulkaður so-
leiðis, at hóast skuldar-
eftirgevingin er avtalað
fyri fýra árum síðani, so
verður skuldareftirgev-
ingin ikki effektuerað fyrr
enn í tann leypandi niður-
skrivingin fer fram.
Annar tulkingarmøgu-
leiki er, at skuldin varð
eftirgivin longu við avtal-
una um skuldarumlegg-
ing. Er tað so, so er
avtalan gjørd – og tað
varð hon helst eisini –
áðrenn 1. januar 2002 og
harvið áðrenn nýggja lóg-
gávan kom í gildi. Men
tann tulkingin verður so
ikki nýtt í hesum førinum.
Hetta tænir sjálvsagt
landskassanum, sum við
hesum fær 20% (tá talan
er um partafelag) í skatta-
inntøku av eftirgevingini,
men tað tænir neyvan
borgaranum,
sum
–
saman við landskassanum
– gjørdi eina avtalu um
skuldareftirgeving í árun-
um 1998-2000. Her man
kenslan hjá einum saml-
aðum rækjuflota vera
tann, at tey her eru vorðin
offur fyri eini skattalóg-
geving, sum við aftur-
virkandi kraft hevur rakt
eina neyðskuldaravtalu,
sum flotin tá gjørdi, um
nøkur vón skuldi vera fyri
framman.
Hevði landskassin ta
ferðina eftirgivið skuldina
í einum høggi, vildi hetta
ikki verið nakar trupul-
leiki, so leingi sum eftir-
gevingin var neyðug fyri
framhaldandi rakstri.
15
14
Nr. 50 - 12. mars 2004
Afturvirkandi skattainnkrevjing
Hóast tað ikki er loyvt
at lóggeva við aftur-
virkandi kraft, soleið-
is at hetta er ein vansi
fyri borgaran, so er
hetta gjørt við nýggju
kapitalvinningsskatta
lógini. Neyðhjálpin,
sum partur av rækju-
flotanum fekk fyri
fáum árum síðani, er
nevnliga vorðin skatt-
skyldug
SKATTALÓG
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Herfyri staðfestu vit í
blaðnum, at ein av orsøkun-
um til, at stórt skattahol var
komið í nýggju kapital-
vinningslóggávuna var, at
tað frá politiskari síðu var
mett, at ein ætlað broyting
hjá
Fíggjarmálaráðnum
kom at virka við afturvirk-
andi kraft. Nakað sum
landið ikki hevur heimild at
gera, uttan so at hetta tænir
borgarunum til fyrimuns.
Ta ferðina varð eisini víst
á, at tað var ógvuliga iva-
samt, um hetta vildi verið at
lóggivið við afturvirkandi
kraft. Tað metti aðalstjórin,
Petur Alberg Lamhauge í
øllum førum ikki, men tá
politisk undirtøka ikki var
fyri fatanini hjá bæði hon-
um og ráðnum, sum hann er
settur at umsita, gjørdist
ikki nógv við tann partin.
Hjálpin skal nú
skattast
Í øðrum førum hevur tað tó
víst seg, at nýggja lóggávan
virkar við afturvirkandi
kraft, og tað kann á ongan
hátt metast, at tað er til
borgarans fyrimun, um tos-
að verður um rækjuflotan.
Tað hevur nevnliga víst
seg, at nýggja lógin í ávísan
mun er at rokna sum steinur
oman á byrðu hjá hesum
partinum av flotanum, sum
framman undan man teljast
millum harðast kroystu
vinnurnar í landinum. Ein
sannroynd, sum fyri nøkr-
um árum síðani bar við sær,
at politiskur meiriluti fekst
fyri eini loysn, har partur av
flotanum fekk eitt slag av
kreppuhjálp, sum skuldi
forðað fyri, at hesin partur-
in av føroysku fiskivinnuni
fór fyri bakka.
Loysnin hjá rækjuflotan-
um ta ferðina var, at ein
skuldarumlegging
varð
gjørd, har Landsstýrið yvir-
tók part av skuld, sum skip-
ini høvdu til fíggingarstovn-
ar, og at hesin parturin av
skuldini síðani varð niður-
skrivaður yvir eitt 10-ára
skeið.
Sambært gomlu skatta-
lógini, so var ein skuldar-
eftirgeving sum útgangs-
punkt skattskyldug. Undan-
takið var tó, um hendan
bert varð givin í tann mun,
at hendan var neyðug fyri
framhaldandi virksemi hjá
einum felagi. Hetta var í
avgjørdan mun galdandi
fyri rækjuflotan tá – og er
tað helst framvegis. So
fram til nýggja skattalógin
varð sett í gildi, mundu
ánararnir av rækjuflotanum
draga andan - um ikki ró-
liga - so í øllum førum nak-
að lættari.
Úrslitið ongan
týdning
Men sambært nýggju lóg-
gávuni, so er skuldareftir-
gevingin frá Landsstýrinum
nú skattskyldug, so hvørt
hon fer fram.
Orsøkin er, at tað í
nýggja lógartekstinum ikki
verða tikin atlit til, hvørt
ein skuldareftirgeving er
neyðug fyri framhaldandi
virkseminum, og – og tað
er helst tyngsti parturin fyri
rækuvinnuna – skal roknast
fyri seg og ikki saman við
restini av úrslitinum.
Tað merkir, at hóast fel-
agið hevur stórt hall í aðrar
mátar, og tí ikki skal rinda
vanligan skatt, so kann
felagið hava yvirskot á upp-
gerðini fyri kapitalvinning,
sum skattur skal rindast av.
Hevur eitt felag t.d.
fingið 10 mió kr. í skuldar-
eftirgeving, merkir hetta
eina niðurskriving upp á 1
mió kr. um árið. Ein niður-
skriving, sum er skattskyld-
ug, og sum felagið so skal
rinda 200.000 skattakrónur
av. Tó so, at um felagið í
aðrar mátar hevur tap av
parta- ella virðisbrøvum,
fíggjarkrøvum ella øðrum,
sum er nevnt í lóggávuni.
Arctic Viking fekk lut í skuld-
arumleggingini av rækju-
flotanum, men eru seinni
kravdur eftir skatti av hesi
Tað stendur alsamt
minni av laksi og
sílum í norskum ali-
ringum eins og før-
oyskum, skotskum og
írskum - nakað ið hó-
ast núverandi um-
støður kann geva
vónir um frægari
prísir seinni í ár
[BIOMASSI]
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Fyri einum góðum mánað
síðani var vektin av alifiski
á teimum norsku firðunum
318 400 tons, tað er 14 900
tons minni enn við mót-
svarandi tíðarskeið í fjør,
og gongdin um alt Europa
tykist fyri tíðina vera at
biomassin minkar. Hetta
staðfestu limir í Norske
Finansanalytikeres Foren-
ing tá felagið hjá teimum
fyri góðum mánað síðani
skipaði fyri einum seminari
undir heitinum ‘Akvakultur
- status og utsikter’ í Oslo.
– Vit høvdu ein rættiliga
góðan januar, segði Lars
Liabø frá Kontali sambært
IntraFish. – Europa hevur
tann lægsta biomassan vi
hava havt í nógv ár.
Sambært metingar hjá
Kontali hevur Noreg, sum
er nógv tann størsti ali-
vinnu tjóðin í Europa,
svumu í norskum aliringum
í endanum av januar tilsam-
ans 318 400 tons av laksi
roknað í blóðgaðari vekt,
aftur ímóti 330 000 tonsum
um somu tíð árið fyri. Sam-
bært metingum hjá Kontali
útgjørdi Biomassin per 31.
januar 48 500 fiskar av 02-
ættarliði og umleið 3,8 kg í
miðalvekt og 118 700
fiskar við einari mettari
miðalvekt upp á 1,1 kg.
– Vit rokna við einum sera
lágum framleiðslu vøkstri í
ár, helt Liabø fram.
Útsetingin av smolti í
Noreg gjørdist í fjør 134,5
milliónir smolt, umleið tað
sama sum í 2001. Í 2002
vórðu sett út 143,2 milliónir
smolt,
og
hvat
2004
viðvíkur rokna Kontali við
at slakar 155 milliónir smolt
verða sett út hetta árið.
– Hevði eg havt eina
milliard í dag, so veit eg
hvat eg gjørt, legði Liabø
afturat og bendi á at prís-
irnir á alilaksi væntandi
fara at hækka seinni í ár.
Biomassin í norskari ali-
vinnu er minkaður við
10.000 tonsum í 2003,
meðan útsetingin av smolti
er minkað við 10 til 14
milliónum fiskum undir
sama ári.
– Vit síggja eina mótsvar-
andi gongd í Skottlandi,
Írlandi og Føroyum, segði
bankamaðurin Kjell Stange-
land, ið hevur ábyrgd av
deildini fyri fiskivinnu og
alivinnu í DnB NOR,
sambært IntraFish.
Stangeland nevndi tó ikki
at minkingin í tí føroyska
biomassanum
er
nógv
meira drastisk enn tann
norska. Tann føroyski bio-
massin ultimo 2003 var
umleið 31500 tons, aftur-
ímóti umleið 41500 í 2002.
Roknað í tali av fiskum,
svumu 15,5 milliónir í fjør í
aliringunum,
afturímóti
umleið 27,5 milliónum árið
fyri.
Minkandi biomassi kann hækka prísir á alilaksi
– Vit síggja eina mótsvarandi gongd í Skottlandi, Írlandi og Føroyum, segði bankamaðurin Kjell Stangeland, ið hevur ábyrgd av
deildini fyri fiskivinnu og alivinnu í DnB NOR, sambært IntraFish.
Savnsmynd: Oyndarfjørður
C
M
Y
K
14