Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 50 - 12. mars 2004 Nr. 50 - 12. mars 2004 17 Vinna og útbúgving fara við tí mesta FØRLEIKAMENNING Jan Müller Vinnan og so útbúgving fara við meginpartinum av pengunum, sum oljufeløg- ini hesi fyrstu trý árini hava játtað til førleikamennning. Í eini uppgerð, sum Olju- fyristingin hevur gjørt fram til 1. Januar eru latnar knappar 30 mió. kr. til vinnuendamál og góðar 16 mió. kr. til útbúgvingar- endamál, meðan góðar 2 mió. eru latnar til annað. Taka vit so vinnuna, er tann størsti parturin farin til venjing og upplæring, umleið 17 mió. kr., meðan menning eitt nú í samband við framleiðslu er farin við umleið 7 mió. kr. Á talvuni omanfyri sæst, at eitt øki sum leiðslumenning er bert farið við 336.000 kr. Hví so er er ilt at meta um, men við Sosialin í vikuni segði Petur Joensen á Oljufyrisit- ingini, at tað er tankavekj- andi, at hesin parturin er so undirumboðaður. Samlaða játtanin, ið tey fýra oljusamtøkini: BP/ Shell, Faroes Partnership, Statoilbólkurin, ENI/Før- oya Kolvetni og Anadarko hava latið, eru uppá 85 mió. kr. Av hesum eru brúktar umleið 47 mió. kr fram til árslok. BP/Shell letur størstu upphæddina við at rinda umleið helvtina ella 40 mió. kr. tril førleika- menningina. Næst er Faro- es Partnershp við umleið 18 mió. kr. og í hølunum kemur so Statoilbólkurin. Talvan vísir okkum eina uppgerð yvir, hvat er latið til førleikamenning frá oljufel- øgunum hesi fyrstu trý árini síðani oljuloyvi vórðu latin. Fundast um 2. útbjóðing ÚTBJÓÐING Jan Müller Síðani Oljufyrisitingin fór aftur av bakkastokki nú um dagarnar hevur verið ávist fundarvirk- semi í sambandi við 2. út- bjóðing. Sosialurin skilur, at eitt nú Oljuvinnufelag- ið undir Vinnuhúsinum og FOÍB, felagið hjá olju- feløgunum hava lagt síni sjónarmið fram fyri um- boð frá Oljufyrisitingini um 2. Útbjóðing. Í dag verður fundur við umboð fyri fiskivinnuna og um- hvørvismyndugleikar. Hetta er alt liður í til- rættaleggingini av eini nýggjarí útbjóðing og líkist tí mannagongd, sum varð undan 1. útbjóðing, har ymsir myndugleikar og vinnan vórðu eftirs- purd. Hetta verður so partur av grundarlagnum undir tí tilmæli og lógar- uppskoti, sum landsstýr- ismaðurin um stutta tíð fer at leggja fyri løgtingið Oljupengar til golf- útbúgving skal gagna ferðavinnu FØRLEIKAMENNING Jan Müller Nú tosað verður um at fáa fleiri ferðafólk til Føroya eru mong hugskot og ætlanir frammi. Ein av teimum nýggjastu er at byggja golfvøll/fasilitetir í høvuðsstaðnum og menna møguleikarnar hjá eitt nú útlendingum, sum koma henda vegin, fyri at gera golf til ein part av ferðini í Føroyum. Við hesum í huga varð herfyri søkt um játtan frá oljufeløgunum um at útbúgva ein føroying til at taka sær av at umsita ein golfvøll og tí hartil hoyrir. Og herfyri vórðu pengar játtaðir av kontoini til før- leikamenning til golfút- búgving í Skotlandi. Talan er um eina trý ára útbúgv- ing á "University of High- lands and Islands" í Cape Ness í Norðurskotlandi. Talan er um eitt skeið í Golf Facility Management. Tvs. at kunna stjórna einum golfvølli/fasilitetum, og í hesum førinum er talan um ein komandi golfvøll , sum er í umbúnað. Í grundgevingunum fyri at lata stuðul (sum Sosial- urin hevur fingið innlit í) stendur m.a. at golfítrottur- in veksur við rúkandi ferð í okkara grannalondum. Í Íslandi eru 60 golfbreytir og í Hetlandi tríggjar. Golf er ikki bert ein ítróttur, tað er vorðin ein heimsum- fatandi vinna. Tróshavnar Golfklubbi hevur í nøkur ár havt eitt ávíst virksemi og nú er ætlanin at betra um umstøðurnar. Ásannað verður, at ein nýggj og størri golfbreyt vil ivaleyst hava stóran týdning í tí framhaldandi menningini av føroysku ferðavinnuni. Men um ein breyt skal rekast á skilabesta hátt er týdnignarmikið, at fólkini íð standa fyri hava hollan kunnleika innan golf. Tað er tí sambandi at ein før- oyingur umhugsar at læra innan "Golf Management". Stuðlað verkætlanini hava Amerada Hess og BP. Eisini Oljufyrisitingin hev- ur tikið undir við ætlanini m.a. grundað á: at talan er um ætlan, ið kann stuðla undir golf sum komandi vinnuveg. Vit spurdu Ben Arabo, stjóra í Amerada Hess, hvat orsøkin er til, at ein so óvanlig verkætlan sum henda verður stuðlað. Hann sigur, at talan er ein út- búgving, sum hevur vinnu- ligar møguleikar í sær. -Er hetta ein førleiki, sum kann geva kommerciellar møgu- leikar í Føroyum og fyri ferðavinnu, so kvalifiserar tað til førleikamenning. Vit síggja hetta fyrst og fremst sum eitt ferðavinnuprojekt sigur Ben Arabo. Talan er ikki um at geva einum persóni stuðul til at spæla ítrótt men at standa fyri eini verkætlan, sum skal kunna koma ferðavinnunu í Før- oyum til góða. Ben Arabo sigur, at hetta snýr seg um at menna ein førleika í tí sum er "Golf Facility Man- agement". Er tað ein før- leiki, sum kann geva ferða- vinnuni inntøkumøguleik- ar, so lýkur tað avgjørt treytirnar fyri at játta pengar. –Vit fara annars ikki at seta okkum sum dómarar fyri, hvat slag av vinnu skal hava stuðul. Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess: - Umsóknin til golfútbúgving lýkur treytirnar fyri at lata stuðul til førleikamenning, nú ætlanin við hesum tiltaki er at menna møguleikarnar hjá ferðavinnuni C M Y K 17 16