Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 50 - 12. mars 2004 Nr. 50 - 12. mars 2004 19 Tað loysir seg at ganga nýggjar leiðir, har nýggjur hugburð- ur og tøkni eru altav- gerandi. - Men ketan er ikki sterkari enn veikasta liðið; tí er ógvuliga umráðandi, at fisk- urin ongantíð sleppur at fella í virði á leiðini til keyparan, sigur Kári Hansen, reiðari og fiskaseljari FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týskvøldið, 2. mars, var áhugaverdur fundur á Tekniska skúla í Klaksvík. Høvuðsendamálið við fundinum var at leita eftir svarinum til nakrar við- komandi spurningar, sum útróðrarmenn og fiskimenn annars seta sær, nú prísirnir á fleiri fiskasløgum eru so lágir. • Hvussu betra vit møgu- leikarnar at fáa meira burtur úr tilfeinginum av feskum fiski? • Hvørjir eru størstu trupulleikarnir hjá selj- arum og keyparum av feskum fiski? • Er trupulleikin vantandi trygd fyri vekt, stødd ella góðsku. Eigur feski fisk- urin ongan góðan, eftir at hann er landaður – ella eru tað fleiri av hesum viðurskiftum, sum gera seg galdandi? Nógv fólk Tað var ein væl møttur fundur í Klaksvík hetta kvøldið. Tá ið vit nærk- aðust Tekniska skúla um 19-tíðina, stóðu longu nógvir bilar í túninum, og tá ið vit trinu innar, var eingin ivi longur um, at norðoyingar í stórum tali vóru komnir at lýða á. Í Norðoyggjum hevur altíð verið nógvur útróður, og tí er áhugin fyri feska fisk- inum eisini stórur. Soleiðis, sum príslegan á útróðrar- fiski hevur verið í longri tíð, standa menn spyrjandi, hví gaggamal fiskur fær umleið hálva aðru krónu minni fyri kilo enn fiskur, sum er einar 8-10 dagar gamal. Fundurin á Tekniska skúla var skipaður við ein- um paneli við Kára Han- sen, reiðara og skipaeigara, Óla Jacobsen, nevndarfor- manni í Fiskamarknaði Føroya og Auðunn Kon- ráðsson, formanni í Megin- felag Útróðrarmanna. Eftir kaffisteðgin, var Páll Greg- ersen, stjóri á Fiskavirk- inum í Gøtu, eisini við í panelinum. Tað er altíð áhugavert at hoyra Páll, og sum fiskakeypari var hann eisini við til at fjøltátta panelið. Ætlandi skuldu Agnar Jensen fyri Ráfiskakeyp- arafelagið og umboð fyri Kósina verða við í panelin- um, men hesir vóru ikki við, tá ið Rani Nolsøe, menningarstjóri í Klaksvík, við vælvaldum og skila- góðum orðum setti fundin. Rani helt fyri, at nógvir fundir hava verið hildnir um fiskivinnu, og hann segði seg vóna, at arbeiðið at loysa málið um besta fiskin fer at halda fram. Menningarstjórin segði, at kundi fundurin verið við til at sett í gongd eitt kjak um viðurskiftini, hevði nógv verið vunnið. Rani helt, at eitt hugskot kundi verið, at ein bólkur setti seg at viðgera málið og vísti á, at í Klaksvík eru bæði hølir og annað til slík endamál, sum kunnu tæna vinnuni. Úti í gongini høvdu fyri- tøkurnar, Com-Data og Look North, sett upp eina framsýning, har teldufyri- tøkan greiddi frá sonevndu, VML-skipanini og Look North sýndi fram og greiddi frá menning av pakkitilfari. Í kaffisteðginum høvdu fólk høvi aftur við góðum køkum og kaffi at tosa við umborð fyri hesar báðar fyritøkurnar. VML-skipanin Fyrstur at taka orðið í panelinum var Kári Han- sen, reiðari og skipaeigari. Hann greiddi frá, hvussu hann í samstarvi við Com- Data hevur fingið eina skipan umborð á línubátin- um, Grunningi, sum tryggj- ar, at skipið altið hevur fyrsta floks vøru, sum altíð fer fyri besta prís á bretska marknaðinum. Í samstarvi við Com- Data eru broytingar gjørdar umborð á Grunningi við innrætting, útbúnaði og mannagongdum, soleiðis at fiskurin verður skildur eftir vekt, stødd og góðsku. Com-Data hevur ment eina telduskipan, VML- skipanina, sum skrásetir og skjalfestir allar upplýsingar um fiskiskapin hjá Grunn- ingi. Á fundinum legði reiðar- in, Kári Hansen, dent á, at endamálið við broytingun- um er at kunna bjóða út eina vøru, sum hevur so breiðan áhuga hjá keypar- unum sum gjørligt. Í Føroyum hevur tað ver- ið soleiðis, at vildi tú keypt tær ein føroyskan búff, so noyðist tú at keypa eina heila kúgv! Soleiðis hevur tað eisini verið við fiskinum, sum skipini koma við. Kári vísti á, at hetta er ikki gongda leiðin og við áhugaverdu frágreiðing síni, staðfesti hann, at tað loysir seg at ganga nýggjar leiðir, har nýggjur hugburð- ur og tøkni eru altavger- andi. Ketan er ikki sterkari enn veikasta liðið, og tí er ógvuliga umráðandi, segði Kári, at fiskurin ongantíð sleppur at fella í virði á leiðini til keyparan. Ein stórur partur av fundinum á Tekniska skúla snúði seg um, hvørjir forð- ingarnar eru fyri, at tann besti og feskasti fiskurin fær besta prísin. Somu- leiðis varð stórur dentur lagdur á, hvat gerast kann fyri at røkka hesum máli. Í hesi greinini er ógjørligt at koma inn øll viðurskifti, sum frammi vóru á fund- inum, men Sosialurin fer í seinni bløðum at taka fram ymiskar hugsanir um, hvørjir vansarnir eru, og hvussu vit møguliga kunnu koma teimum til lívs. Somuleiðis fara vit at vísa á, hvørji útlitini eru fyri feska fiskinum. Høvið var eisini at seta spurningar til panelluttak- ararnar, og beint fyri kaffi- steðgin spurdi ein maður, hvussu tað ber til, at út- róðrarmenn fóru at fáa minni fyri fiskin, tá ið teir fóru at ísa hann umborð á bátunum. Ein hópur av áhugaverd- um spurningum vórðu reistir, og nógv ymisk mál við atliti til feskasta fiskin vórðu viðgjørd. Nýggi fiskimálaráðharr- in, Bjørn Kalsø, var eisini millum áhoyrararnar hetta kvøldið, og eingin ivi er um, at hann fekk nógv burtur úr fundinum. Sjálvur tók hann tó ikki orðið, men sat til seinasta mann og lýddi á. Frælsi at selja Auðunn Konráðsson, for- maður í Meginfelag Útróð- rarmanna, segði, at spurn- ingurin um feskasta fiskin, er ikki nýggjur fyri útróð- rarmonnum, tí í fleiri ár tíggjur hava fiskakeyparar í Føroyum tosað um góðsku á útróðrarfiski, tó mest um vantandi góðsku. Seinnu árini hava bátar- nir gjørt stórar íløgur og lagt nógv arbeiði í at betra um dygdina á fiskinum. Men úrslitið hevur verið ógvuliga soltið. Ein út- róðrarbátur hevði í fjør um miðalprís, sum lá tvær krónur lægri enn miðal- prísurin hjá einum línuskipi fyri sama fiskaslag. Auðunn spurdi, hvussu hetta ber til. Sjálvur helt hann orsøkina vera, at eingi fiskavirki hava nakra framleiðslu, sum leggur dent á daggamlan fisk. Feski fiskurin er heldur til fortreð í framleiðsluni. Lurta vit eftir virkisleið- arum, tá ið hesir úttala seg, hoyra vit orð sum úrtøka og blokkur, tá um hýsu ræður. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna segði, at daggomul hýsa er ikki ein vøra, sum skal fara í blokk. Skal rætti prísurin fáast fyri feska fiskin, er neyðugt, at hann verður seldur feskur. Hann vísti á, at tað, sum hevur verið við til at hildið prísunum á feskum fiski upp, eru teir, sum keypa fiskin við tí fyri eyga at senda hann heilan av land- inum. Men tá ið hesir hava keypt fiskin frá okkum, verða teir noyddir at bjóða hann út á uppboðssølu í Føroyum. Hetta hevur ein meirkostnað uppá 50 oyru fyri kilo. Auðunn heitti á fiski- málaráðharran um at avtaka kunngerð nr. 148 um út- bjóðing av fiski í Føroyum. Hann helt, at tann dyna- mikkur, sum áður var í søl- uni av fiski á Fiskamarkn- aðinum, er við at hvørva. Kravið um, at allur fiskur skal bjóðast út í Føroyum, kann elva til, at keyparar leggja saman ráð, tá ið teir bjóða. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna segði, at tá ið handilssáttmálar verða undirskrivaðir við Noreg og Ísland seinni í ár, hava fiskakeyparar í Føroyum møguleika at keypa fisk úr hesum londum á jøvnum føti við aðrar. Tí mátti tað verið ein sjálvfylgja, at vit fingu sama rætt at selja okkara fisk frítt á markn- aðinum. Auðunn vísti á, at lági dollarin hevur ført til, at nógvur fiskur er á evrope- iska marknaðinum, men hann helt, at tað hvørki hjálpir útróðrarmonnum ella fiskavirkjunum at halda fiskinum á føroyska marknaðinum við tvangi, tí tá fáa vit ein kunstigan lágan prís. Hetta koyrir bát- arnar á húsagang og oyði- leggur kappingarførið hjá fiskavirkjunum. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna helt tað annars vera alla æru vert, at menn royna at fáa meira fyri útróðrarfiskin, men her er neyðugt, at karmarnir verða so fríir sum gjørligt. Upp- og niðurgongd Óli Jacobsen, sum umframt at vera formaður í Føroya Fiskimannafelag, eisini er nevndarformaður í Fiska- marknaði Føroya, helt fyri, at nógv fleiri mans høvdu leitað sær til fundin á Tekniska skúla, enn hann hevði væntað. Hann helt tí, at hetta mundi vera eitt tekin um, hvussu stórur trupulleikin er við at fáa nóg mikið fyri feskasta fiskin. Hann greiddi frá gongd- ini frá tí, vit rópa planbú- skapi, til marknaðarbúskap og vísti á, hvussu eitt nú skipanin við Ráfiskagrunn- inum virkaði. Seinast í áttatiárunum hendu broytingar á økinum, og í 1993 fingu vit upp- boðssølu, sum var við til at styrkja um gongdina við fríari kapping um fiskin. Úrslitið gjørdist, segði Óli, at vit fingu reina kapitalismu, har bert tann, sum kundi klára seg í kappingini, yvirlivdi, með- an tann, sum ikki kláraði seg, mátti gevast. Hann helt, at henda skipan fyri so vítt hevur riggað væl, tí avleiðingin var, at neyðugt var at rationalisera, og øll noydd- ust at vera við til at taka tøkini. Eingin kundi ganga og mala fyri einki. Skipanin við uppboðs- sølu hevur riggað væl til fyri tveimum árum síðan, tá ið framgongd var í vinnuni. Nú vinnan er í afturgongd, er trupult at siga, hvussu skipanin tekur seg út. Hann vísti á, at markn- aðarbúskapur byggir á tað, tú kanst fáa fyri fiskin her og nú, meðan gamla skip- anin ofta bygdi á lang- tíðaravtalur. Hann vildi tó ikki taka dagar ímillum og siga, hvussu vit áttu at havt gjørt, men ásannaði, at eitt nú laksavirkir, sum hava gjørt langtíðaravtalur um levering av laksavørum, í dag standa seg betur enn tey, sum kanska ongar avtalur hava. Tað er tí ikki vist, at alt tað gamla er vánaligt – og alt tað nýggja er gott. Óli segði, at alt sá so gott út til fyri tveimum árum síðan, tá ið sagt varð, at vit føroyingar eru líka frægir sum aðrir – og kanska betur, eisini í kappingar- føri. Men hesin optimistiski stemningur er fánaður nokso nógv, og í dag flyta vit aftur nógvan fisk óvirkaðan av landinum. Nevndarformaðurin í Fiskamarknaði Føroya greiddi eisini frá gongdini hjá hesum felag, sum var um at fara í hundarnar stutt eftir byrjanina, tí torført var at fáa raksturin at hanga saman. Hann segði, at støð- an einaferð var so vánalig, at kallað varð til fundar um at avtaka Fiskamarknaðin. Men tá ið Fiskamarknaður- in byrjaði við telefonsøluni, kom vend í, og síðan hevur bara gingið frameftir, heilt fram til ár 2001. Óli Jacobsen greiddi eisini frá ætlanunum at umskipa Fiskamarknaðin soleiðis, at landingin verð- ur fyri seg og sølan fyri seg. Sosialurin fer sum nevnt at venda aftur til fundin á Tekniska skúla í Klaksvík. Ketan er ikki sterkari enn veikasta liðið Páll Gregersen segði eisini nøkur orð á fiskivinnufundinum í Klaksvík Mynd: Bárður Lydersen Rani Nolsøe, menningarstjóri, leiddi fundin við hepnari hond Mynd: Bárður Lydersen Stórur áhugi var fyri fundinum á Tekniska skúla í Klaksvík Mynd: Bárður Lydersen Kári Hansen, reiðari og fiskaseljari Mynd: Bárður Lydersen Auðunn Konradsson og Óli Jacobsen í panelinum Mynd: Bárður Lydersen C M Y K 19 18