Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kári Nielsen og Birgir Hansen skulu standa á odda fyri mansliðn- um hjá Kyndli sein- astu fýra umførini HONDBÓLTUR jákup Mørk jakuð@sosialurin.fo Sum vit skrivaðu í miku- dagsútgávu okkara, so mundi venjarin hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, Jan Djurhuus, eiga ein tann leysasta venjarasessin í landinum. Hóast liðið framvegis liggur á fremsta plássinum í deildini, so var stór ónøgd um venjaran í leikarahópin- um, og tað var væntandi, at hetta fór at fáa avleiðingar fyri samstarvið við venj- aran. Og nú er so eisini stað- fest, at hetta gjørdist veru- leiki. Seinnapartin miku- dagin sendi Kyndil út tíð- indaskriv har fylgjandi staðfesting var ein partur av innihaldinum: »Hjá monnunum er eisini hend ein broyting. Jan Djurhus, sum byrjaði sum venjari í felagnum 1. juli í fjør, er nú eftir samráð við nevndina givin í felagnum. Restina av kappingarárin- um taka Kári Nielsen og Birgir Hansen sær av mansdeild Kyndils. Teir eru báðir gamlir kenningar í felagnum.« Við hesum báðum monn- unum hevur Kyndil í øllum førum fingið eitt venjara- par, sum áður hevur víst, at teir megna at taka stór tók fyri felagið. Kári Nielsen fekk framúr úrslit í fjør, tá hann í endaspælinum var partur av venjarateaminum í felagnum, og var tað ikki fyri minni góðu úrtøkuna í grundspælinum, so kundi væl verið, at Kyndil um- framt steypasigurin eisini hevði vunnið sær gullmerki ta ferðina. Ikki minst tykist sterka útstrálingin hjá fyrrverandi fyrstudeildarkempuni at gera stóran mun, og tað er kanska meira enn nakað júst hesin eginleikin, sum Kyndil hevur størstan tørv á í løtuni, soleiðis at stríðs- viljin, sum annars hevur eyðkent liðið, kann finnast fram aftur til seinastu av- gerandi dystirnar. Øgiligur spenningur Og so er spurningurin, hvørt teir báðir nýggju venjararnir megna at draga Kyndil seinsta pettið fram móti gullmerkjunum, sum teir hava havt útlit til alt kappingarárið. Manskappingin er í løt- uni mitt í mest spennandi endaspurtinum í manna- minni, har fýra tey ovastu liðini øll hava møguleika at taka stig frá hvørjum øðr- um. Her hevur Kyndil í løtuni bestu kortini. Ikki bara tí teir hava tvey stig fleiri enn næstu kappingarneytarnir, men eisini tí teir á pappírin- um bert hava VÍF og Neist- an eftir av oddaliðunum. Tað hevur StÍF eisini, men teir eru so trý stig aftanfyri oddaliðið. Og so hava Neistin og VÍF – umframt innanhýsis dystin – bæði Kyndil og StÍF eftir á skránni. Nr. 50 • fríggjadagur • 12. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Nýtt venjarapar hjá Kyndli Jan Djurhuus er ikki longur venjari hjá Kyndli. Tað verða ístaðin Kári Nielsen og Birgir Hansen, sum hava hesa upp- gávuna í seinastu fýra dyst- unum Stór føroyskt ferðalag fer í næstum til Dan- markar at taka lut í stórari svimjikapping SVIMJING tíðindaskriv Stóra svimjikappingin ið nevnist Køge Open verður í døgunum 26. til 28. mars í Køge í Danmark, og fara 35 føroyskir svimjarar at taka lut. Føroysku svimjararnir fara úr Føroyum 23 mars og koma aftur 29 mars. Fyrstu dagarnir verða brúktir til venjingar. Svimjarar úr Føroyum vóru eisini til hesa kapping síðsta ár og varð úrslitið gott. Flestu svimjararnir, ið fara úr Føroyum eru úr yngru aldursbólkunum. Elsti svimjarin er føddur í 1987 og tann yngsti í 1994. Til samans telir føroyska ferðalagið 47 fólk, og eru teir 35 svimjararnir hesi: Havnar Svimjifelag: Lisbeth L. Joensen Elida Bjarnadóttir Bjørg Seloy Hildur á Fløtti Helena Gunnarsdóttir Dagmar Malena.Winther Høgni M.Rasmussen Hanus Eysturdal Petur McIntosh Tvøroyrar Svimjifelag: Jutta Thomsen Malan Bærentsen Hildibjørg Joensen Maria Vang Anna Kristina Eysturberg Elisabeth Bærentsen Mona Simonsen Malan Michelsen Gunnleif Olsen Vágs Svimjifelag: Rakul Haurits Aster Thorsen Sissal Petersen Helena Strøm Skeggjar Elspa Mørkøre Eyðbjørg Petersen Heidi Strømsten Kirsten Rasmussen Kári J. á Høvdanum Flot Per S. Hansen Beinir Danielsen Arnold Davidsen Remi Langgaard Jóhan Símin Edmundsson Fuglafjarðar Svimjifelag Jákup Øssursson Mohr Pauli Øssursson Mohr 35 svimjarar til Køge Open Tá føroyskir svimjarar í fjør tóku lut í Køge Open, varð talan um eitt gott samlað úrslit 21 20 Nr. 50 - 12. mars 2004 George W. Bush, for- seti, hevur forðað fyri, at umstøðurnar í sambandi við atsókn- ina tann 11. septem- ber í 2001 verða kannaðar. Nú hevur hann játta at lata seg avhoyra um málið 11. SEPTEMBER Árni Joensen. fartekst@mail.dk Demokratiska valevnið, John Kerry, fanst mikudag- in at Bush, forseta og legði hann undir at misbrúka at- sóknina tann 11. september í 2001 í valstríðnum upp undir forsetavalið í heyst. Samstundis fýltist hann á, at forsetin hevur sagt seg ikki hava stundir til at greiða einari óheftari nevnd frá, hvat amerikonsku myndug- leikarnir vistu undan at- sóknunum. – Hevur forsetin stundir til at vitja eina ríðikapping, hevur hann eisini tíð til at greiða frá, hví fregnartæn- astan ikki var sína uppgávu vaksin, segði John Kerry við CNN og sipaði til, at Bush júst hevði verið til eina ríðikapping í Houston. Um tað var atfinningin hjá John Kerry, sum fekk Bush at broyta hugsan, er ikki greitt, men í hvussu er kunngjørdu Hvítu Húsini í gjár, at forsetin er til reiðar at svara spurningum frá teirri óheftu nevndini. Eygleiðarar í Washington siga, at Hvítu Húsini hava víst lítlan áhuga fyri at samstarva við kanningar- nevndina, sum Kongressin setti fyri tveimum árum síðani. Fyrst royndi forsetin at forða fyri, at nevndin bleiv sett, og síðani hevur hann sýtt fyri at lata nevndini skjøl í málinum, og hann vildi heldur ikki lata nevndina avhoyra seg. Trygdarpolitiski ráðgevi forsetans, Condollezza Rice, sýtir framvegis fyri at lata seg avhoyra. Tá tað herfyri eydnaðist nevndini at fáa fatur á 60 síðum við loyniligum upp- lýsingum um 11. sep- tember, tryggjaði forsetin sær, at bara formaðurin og næstformaðurin í nevndini sluppu at lesa tey. Hinir nevndarlimirnir máttu taka til takkar við einum saman- drátti, sum var 17 síður. Ætlanin er, at kanningar- nevndin skal leggja sína frágreiðing fram í juli. Hon kann fáa týdning fyri valið í heyst. Hann fær løn úr USA Irakski tjóðskapar- flokkurin fær meiri enn tvær milliónir krónur um mánaðin úr amerikanska rík- iskassanum aftur fyri fregnartænastu- upplýsingar. For- maður í flokkinum er Ahmed Chalabi SAMSÝNING Árni Joensen fartekst@mail.dk Ahmed Chalabi er fyrr lagdur undir at hava givið amerikanarunum villleið- andi upplýsingar um hóp- oyðingarvápnini, sum Irak varð sagt at hava, eins og hann skal hava sagt ósatt um sambandið millum Irak og altjóða yvirgangsbólkar. Chalabi búði í útlegd undan krígnum í Irak. Í Jordan er hann dømdur 22 ára fongsul fyri svik og fíggjarundandrátt, men tá amerikanska stjórnin fyri- reikaði álopið á Irak, var Chalabi ímillum teirra, sum dúgliga vitjaðu í Washington. Í dag er Ah- med Chalabi limur í stjórnarráðnum, sum USA hevur mannað, og hann fær framvegis løn úr USA. Undir einari hoyring í Senatinum fyrr í vikuni vildi senatorurin Hillary Clinton hava at vita, um Ahmed Chalabi og flokkur hansara fáa pengar úr USA. CIA- ovastin, George Tenet, svaraði, at teir fáa ikki pengar frá CIA. Hillary Clinton setti síðani ovastanum fyri fregnar- tænastuni hjá herinum sama spurning. – Tú hevur sett meg í eina støðu, sum krevur, at dyrnar verða latnar aftur, svaraði Lowell Jacoby, varaadmiralur. Ónevndir amerikanskir embætismenn upplýstu seinni, at Chalabi og flokkur hansara fáa góðar tvær milliónir krónur um mánaðin um mánaðin úr amerikanska ríkiskassan- um. Ahmed Chalabi. Tað er ikki greitt, um Colin Powell, uttanríkisráðharri, tekur undir við at geva honum løn. Fyri einum ári síðani segði Powell, at hann hevði einki álit á irakum, sum gingu í klædningi og við Rolex-uri um skøvningin. Hann sipaði til Chalabi Blóðugur yvirgangur í Evropa Minst 131 fólk doyðu í einari røð av bumbuspreingingum á tokstøðum í Madrid gjáramorgunin. Spanska stjórnin gevur baskiska loysingarfelags- skapinum ETA skyldina YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Bumburnar raktu tríggjar tokstøðir og minst tvey tok, og tær brustu at kalla sam- stundis á jarnbreytartein- inum ímillum Madrid og Guadaljara stutt eftir klokkan hálvgum átta. Í einum toki, sum júst kom til jarnbreytarstøðina Atocha, vórðu tveir vognar sprongdir í luftina, og sambært myndugleikunum doyðu minst 29 av teimum, sum vóru í vognunum. Um somu tíð brustu bumbur á tokstøðunum Pozo de Tio Raimundo og Santa Eugenia tætt við Madrid, og her doyðu ávikavist 18 og 15 fólk. Lítla løtu seinni var ein spreinging umborð á einum toki, sum var komið úr Alcala de Hemares, men her fekk eingin skaða. Sponsku myndugleikar- nir høvdu ávarað um vandan fyri yvirgangi upp undir valið sunnudagin. Sambært sponskum fjøl- miðlum skal spanska fregn- artænastan hava hoyrt eina telefonsamrøðu, sum avdúkaði, at baskiskir loysingarmenn høvdu rænt eitt tons av dynamitti í Fraklandi fyri stuttum, og at teir eisini høvdu útvegað sær spreingievni úr Eystur- evropa. Var tað ETA, sum skipaði fyri atsóknini í gjár, er hetta tann blóðugusta atsóknin hjá felagsskapinum, síðani hann fór undir tað vápnaða stríðið ímóti myndugleikunum í 1968. Bush skal avhoyrast um 11. september Bush, forseti skal nú greiða frá, hví amerikonsku fregnartænasturnar ikki megnaðu at forða fyri atsóknini 11. september í 2001 C M Y K 20