Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 50 - 12. mars 2004 Tey bæði seinastu vikuskiftini hevur Dráttur skipað fyri seinastu steypa- kappingini á árinum fyri yngru liðini FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum vant, so var seinasta steypakappingin í flogbólti hjá yngru liðunum við kappingini hjá Drátti, sum hesaferð varð hildin yvir tvey vikuskifti. Seinna av hesum kapp- ingum varð seinasta viku- skiftið, og mundu ikki minst tey av Tvøroyri fara væl nøgd heimaftur. TB hevur seinnu árini átt eitt av allar sterkastu kvinnuliðun- um í landinum, og skal metast eftir yngru deildun- um, so stendur hetta ikki at broyta. TB vann nevnliga kappingina hjá teimum trimum yngstu gentubólk- unum. Og kanska fara mannfólkini á Tvøroyri eis- ini at gera um seg í bestu deildini innan alt ov nógv ár. Her kom nenvliga eisini eitt gullmerki til høldar, umframt at yngstu dreing- irnir vunnu silvur. Enn er ein kapping eftir hjá yngru liðunu eftir. Tað er FM-kappingin, sum verður í Havn í døgunum, 3. og 4. apríl. Úrslit úr Dráttur- kappingini Dreingir 10 1 ÍF 2 TB 3 SÍ Dreingir 12 1 TB 2 Fleyr 3 ÍF Dreingir 14 1 SÍ 2 Fleyr 3 Mjølnir Mansunglingar 1 SÍ 2 Fleyr 3 Mjølnir Gentur 10 1 TBa 2 KÍF 3 TBc Gentur 12 1 TB 2 KÍF 3 Mjølnir Gentur 14 1 TB 2 SÍ 3 Mjølnir Kvinnuunglingar 1 SÍ 2 KÍF 3 Dráttur Føðingar- dagur Hóast venjara- skiftið ikki mundi vera best hugs- andi føðingar- dagsgávan, so eru tey í Kyndli sum heild væl nøgd við kappingarárið Tað var á sjálvum føð- ingardegnum hjá Kyndli, at nevndin mátti ásanna, at sam- starvið við Jan Djur- huus ikki riggaði nóg væl. Kyndil varð stovnað tann 10. mars í 1956, og hevur felagið so- leiðis bert knappliga tvey ár eftir til stóra 50 ára føðignardagin. Tó at felagið nú skiftir venjara, og tó at tað hevur gingist nak- að serligt hjá besta kvinnuliðnum, so sig- ur nevndin seg vera væl nøgda við avrikini hja felagnum í ár. Ikki minst er hetta grundað á dreingja- deildirnar, har felagið longur hevur ognað sær meistaraheitið í dreingjum 10, dreingj- um 12, dreingjum 14 og í mansunglinga- deildini, og hartil hev- ur felagið eisini góðan møguleika at taka gullið í kappingini fyri dreingir 16. Og sum ein krúlla kann so eisini skoytast uppí, at gomlu kemp- urnar sum manna triðju deild, eisini hava tryggjað sær meistara- heitið. Her var ætlanin nokk, at teir skuldu fara ósigraðir ígjøgn- um kappingina, men í seinasta dystinum á árinum máttu teir lúta fyri teimum gomlu hjá Neistanum, men saml- aði oddasessurin stóð ikki at vika av teirri orsøk. -jm Góðir TB-dagar Frælsi til frælsan ítrótt Mikudagin varð nýtt ítróttarfelag sett á stovn í Vágum. Talan er um felag fyri frælsan ítrótt, og er navngevingin eisini knýtt at hesum. Nýggja felagið kemur nevnliga at eita Frælsi, og í fyrstu nevndina eru komin Sólfríð Fjallsbak, sum er formaður, Hans Petur Weihe og Sølvi Ragnarsson. Fyrst og fremst er endamálið hjá felagnum at fáa gongd á virksemið innan frælsu ítróttina í oynni, og sagt verður, at fyrstu venjingarnar ætlandi byrja eftir páskafrítíðina. -jm Viasat Sport 2 Tey, sum síggja Televarpið, løgdu kanska til merkis, at tað týs- og mikukvøldið bar til at síggja Champions League fótbólt á fleiri rásum. Televarpið hevur nevnliga gjørt avtalu við Viasat, soleiðis at rásin, sum vanliga verður nýtt til Viasat Nature/Action ístaðin verður nýtt til Sport2, tá hetta verður mett neyðugt. Og her er tað í løtuni serliga Champions League dystirnir, sum hava áhuga. Enn er talan tó bert um fyribils avtalu við Viasat, men einki er at ivast í, at føroyskir fótbóltsfjepparar vóna, at talan verður um eina varandi avtalu. -jm Serliga TB hevði nógv at fegnast um í kappingini. Genturnar vunnu at kalla alt, og í yngsta gentubólkinum gjørdist tað til bæði gull og bronsu, meðan Dráttur tók sær av silvurinum C M Y K 22 Nr. 50 - 12. mars 2004 23 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3737 Navn: Sp/f Bilservice Adressa: Stengarvegur 1, 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 02.03.2004 Viðtøkudato: 02.03.2004 Kapitalur: Kr. 90.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 90.000,00 kontant til kurs 100. Stovnari: Theodor Fonn, Skarðsvegur 11, 700 Klaksvík. Stjórn: Theodor Fonn, Skarðsvegur 11, 700 Klaksvík. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra. Grannskoðari: Búskaparstovan, Finnur Sivertsen, skrás. grannsk., 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 02.03.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at veita tænastur innan bilverkstað, handil, ídnað og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 10. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Gerst studentur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy Leggið til merkis! Møguleiki er eisini at taka einkultar lærugreinir. Umsóknarbløð fáast frá fólkaskúlunum og Miðnámsskúlanum. Hevur tú brúk fyri nærri uplýsingum, ring so til lestrarveg- leiðaran, tlf. 374011 ella 372082. Tú kanst eisini royna www.midnam.fo Umsóknarfreistin er 15. mars. Miðnámsskúlin í Suðuroy FO-900 Vágur Skrivstovan tlf. 373622 Aðalfundur Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund á Hotel Hafnia leygardagin 13. mars kl. 14.00. Skrá sambært lógini. Nevndin 23