Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 50 - 12. mars 2004 Nr. 50 - 12. mars 2004 25 Toll og Skatt frítíðarløn pdf Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3738 Navn: Sp/f BJ-Holding Adressa: Niðaragøta 40, P.Box 249, 110 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 08.03.2004 Viðtøkudato: 08.03.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 80.000,00 kontant til kurs 100. Stovnari: Billy Hansen, 470 Eiði. Stjórn: Billy Hansen, 470 Eiði. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 08.03.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at veita fylgisveinatænastur og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 10. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Heimarøktin í Suðurstreymoy Summarfrítíðar- avloysarar Søkt verður eftir avloysarum fyri sjúkra- røktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsu- hjálparar frá 15. juni til 31. august 2004 at arbeiða í Heimarøktini í skiftandi vakt- um og 3. hvørt vikuskifti. Heimarøktin veitir tænastur dagliga mill- um kl. 8.30 og 23.30 Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til økisleiðaran á tlf. 31 72 49 kl. 9-11 Lønar- og setarnartreytir sambært sátt- mála millum fíggjamálastýrið og avvarð- andi yrkisfelag. Umsóknir saman við avritið av prógvum og upplýsingum um arbeiðsroyndir og upplýsingar um ynskiligar arbeiðstíðir skulu stílast og sendast til. Heimarøktin Suðurstreymoy Att. Økisleiðarin Anna Maria Oskarsson Skálatrøð 14, Fo-100 Tórshavn. Umsóknarfreistin er 29. mars 2004 Partabræv til sølu fyri hægstbjóðandi. Tlf. 777211 Ársaðalfundur Aðalfundur Tvøroyrar Handverkarafelags verður í húsum felagsins leygardagin 27. mars 2004, kl. 19.00. Skrá: Sambært §24 í lóg felagsins. Nevndin Sosia rin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Lesið internet Sosialin ! i Verkfrøðingur Søkt verður eftir verkfrøðingi e.l.til havnadeildina hjá stovninum. Havnadeildin hevur ábyrgdina av málum viðvíkjandi havnum og lendingum, fysiskari planlegging á sjónum, geofysiskum, hydrografiskum og meteorologiskum mátingum og øðrum. Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum kann rokna við at skula røkja, eru hesar: • Hevur hald og rakstur av havnum og lending- um um hendi • Fysisk planlegging á sjónum • Programmeringar, forkanningar og prosjektgransking • Fakeftirlit við verkætlanum og • Myndugleikaumboðan Førleikakrøv Sóknast verður eftir verkfrøðingi ella líknandi - helst við royndum innan nøkur av omanfyri nevndu virkisøkjum.Harafturat kundu vit hugsað okkum, at umsøkjarin hevur edv kunnleika viðv. perl scripting, dátugrunni, dynamiskari heima- síðu og hagfrøðiligari dátuviðgerð. Umsøkjarin skal hava góð samstarvsevni, skal duga at skipa sítt arbeiðsøki og kann geva sítt íkast til menning av arbeiðsplássinum og vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Verk- frøðingafelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum, møguligum ummælum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til Landsverkfrøðingin, Postboks 78, 110 Tórshavn, og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2004. Brævbjálvin eigur at merkjast »Verkfrøðingur til havnadeildina«. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Ewaldi Kjølbro á tel.31 13 33,lokal 316,(e-postur: ewald@lv.fo) ella fartel. 540 861. Tjaldurs Apotek Søkt verður eftir 3 farmakonomnæmingum, at byrja 3. mai 2004. Eitt lærupláss er á Eysturoyar Apotek og hini bæði á Tjaldurs Apotek. Ert tú áhugað/ur at nema tær útbúgving innan apotek, kunnu vit bjóða tær eina spennandi og áhugaverda útbúgving. Farmakonomútbúgvingin umfatar í stuttum: Læra um heilsu, heilivág og viðgerð við heili- vági, hvørji evni eru í heilivágstilbúningum, hvussu heilivágur virkar og skal handfarast. Læra at arbeiða saman við nógvum starvs- fólki, at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir sambært galdandi lógum og kunngerðum. Læra at geva kundum okkara góða tænastu og leiðbeining í sambandi við útflýggjan av apotekaravørum. Útbúgvingin tekur 3 ár, og fer fram á Eysturoyar apoteki í Runavík og Tjaldurs apoteki í Tórshavn, í samstarvi við Farmakonomskúlan í Hillerød í Danmark. Næmingurin skal í skúla 1-4 vikur í senn,íalt 7 ferðir í lærutíðini.Próvtøka er á skúlan- um á 2. og 3. ári. Krøv til umsøkjaran: Students/HF prógv, HH ella HT. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum verður at senda til Tjaldurs Apotek Postboks 3010 110 Tórshavn áðrenn 16. apríl 2004. Fólk til eykaluta- goymslu Søkt verður eftir fólki til eykalutagoymslu okkara,at byrja sum skjótast. Fa. Billutir er ein fyritøka, sum selir eykalutir til flest allar bilar. Vit kundu hugsa okkum,at tann sum verður settur í starv,er álítandi, kundavinarligur, hevur áhuga fyri bilum, koyrikort og teludkunnleika á brúkarastøði. Løn og arbeiðstíð eftir avtalu. Umsóknir skulu sendast til okkara innan 20. mars. Fa. Billutir Postboks 1 · 410 Kollafjørður Tlf. 421605 ella 210095 team85 • 358000 FØROYA HANDILSSKÚLI Marknagilsvegur 77, Postrúm 177, 110 Tórshavn tel 318813, Fax 313374, info@skeidsdepilin.fo, www.skeidsdepilin.fo Stórur vøkstur í leiðaraútbúgvingum Diplomleiðara-, Grundleggjandi leiðara-, og Projektleiðaraútbúgvingar byrjaðu í 2003 við 4 holdum, hvørt við 18 luttak- arum. Fyrra hálvár 2004 byrja nýggj hold og Lesið meira um útbúgvingarnar á nøkur pláss eru eftir á: · Diplomleiðaraútbúgving, 40 dagar yvir 2 ár byrjar 22. mars 2004 · Projektleiðaraútbúgving, 6 dagar yvir 3 mðr. byrjar 21. apríl 2004 Tilmelding skjótast til Skeiðsdepilin á tel 31 88 13 www.skeidsdepilin.fo Kunngerð um broyting av Bygdarplaninum fyri Oyndarfjarðar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr.13 frá 21.mai 1954 sein- ast broytt 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at bygdarráðið á fundi 09/03-04 hevur viðtikið at gera broytingar í bygdarplaninum í Oyndarfirði. Broytingin umfatar nýtt E-øki á J-øki vestan- og sunnarfyri Oyndarfjarðar skúla og umfatar broyt- ingin hesar matriklar: Matr.nr.14a,matr.nr.66 og matr nr.139 Oyndar- fjarðar bygd. Broytingarnar eru til skjals í Gamla skúla mánadag- fríggjadag frá kl. 8.00-21.00 frá 12. mars til og við 2. apríl 2004. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu vera bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 12. juni 2004. Oyndarfjørður, tann 10/03-2004 Oyndarfjarðar bygdarráð C M Y K 25 24 Frítíðarløn 2. mai 2004 Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2004. Eigur tú frítíðarløn, fært tú eina fráboðan. Hevur tú flutt bústað, síðani tú seinast boðaði fólkayvirlitinum frá, fer fráboðanin retur til Frítíðargrunnin. Fyri at sleppa undan hesum heitir Frítíðargrunnurin vinarliga á tey, sum eru búsitandi í Føroyum um at fráboða fólkayvirlitinum nýggja bústaðin. Frítíðarlønin fyri 2004 fer inn á somu kontu sum í fjør. Um tú ynskir hetta kontunummar broytt, verður tú biðin um at fráboða okkum nýggja kontunummarið. Tú kanst upplýsa okkum um broytta kontunummarið við at útfylla fráboðanina niðanfyri og senda okkum hana áðrenn 14. apríl 2004. Eisini ber til at fara inn á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo og útfylla oyðublaðið um frítíðarløn. Spurningar kunnu svarast á telefon 37 10 51. Telefonin svarar mán. - hós. kl. 9.00 - 15.30, og frí. kl. 9.00 – 15.00 P-tal: Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Peningastovnur: (bert føroyskur) Kontunummar: _____________ , / 2004 ______________________ Undirskrift Fráboðanin skal sendast til: Toll- og Skattstovu Føroya Suðuroyar Øki Postsmoga 69 FO-800 Tvøroyri