mánadagur 25. juni 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
9. flokkur í Skúlanum við
Løgmannabreyt er liðugur
við allar próvtøkurnar, og
næmingarnir hava einki at
skammast við. Eingin veit um,
at nakar flokkur nakrantíð
hevur megnað at fingið so
góð úrslit. Upp í 10 í miðal í
summum lærugreinum, og
eitt ótal av 13-tølum.
Summi fólk tala ímóti at
hava stórar skúlaflokkar,
men hesin flokkurin og skúl
in hava prógvað tað øvugta.
Í 9. flokki í skúlanum við
Løgmannabreyt eru nevni
liga 50 næmingar.
Hetta er fyrstu ferð, at
hesin skúlin hevur 9. flokk.
– Orsøkin er fyrst og
fremst dugnaligir lærarar og
nærlagdir næmingur, sigur
Høgni Joensen, skúlastjóri.
Við skúlaársenda í fjør
vóru somu næmingar til
vanliga 9. floksroynd fyri at
venja seg til royndina í ár.
Sjálvstøðugir næmingar
Høgni Joensen rósar eisini
lærarunum fyri at hava dug
að at gera undirvísingina
spennandi við nógvum verk
ætlanum og bólkaarbeiði, og
næmingarnir hava dugað væl
at stuðlað hvør øðrum.
– Til próvtøkurnar fingu
allir næmingarnir ovurhonds
góð skotsmál, og tað fingu
teir eisini fyri verkætlanirnar,
sigur Høgni Joensen.
Hann sigur, at próvdóm
ararnir vóru royndir lærarar,
og teir vóru eisini ovfarnir av
dugnaligu næmingunum.
Næmingarnir sjálvir vóru
greiðir yvir, at væl stóð til,
men eingin hevði væntað so
avbera góð úrslit.
Onkrar
verkætlaninir
vóru so væl eydnaðar, at tær
komu í fjølmiðlarnar.
Tá ið næmingarnir komu
aftur úr starvsvenjing, vóru
afturmeldingarnar, at næm
ingarnir dugdu væl at ar
beiða sjálvstøðugt.
Góð skipan
– Flokkurin hevur bara alla
tíðina góður, líka síðan hann
varð lagdur saman í fjør, sigur
Bjørg Nolsøe, sum hevur
undirvíst hesum flokkinum
bæði árini.
Hon sigur, at frá fyrsta
degi ráddi ein jaligur andi
í flokkinum. Tey settu sær
mál fyri.
Við 50 næmingum í flokk
inum hevur ongantíð bara
ein lærari undirvíst. Tað
hava altíð verið minst tveir
lærarar, og hetta samstarv
millum lærarar hevur eisini
givið teimum nakað.
Tá ið nýtt skúlaár byrjar,
fara flestu næmingarnir í
NámX. Nøkur fara í Hoydalar
og nøkur á eftirskúla. Onkur
velur at fáa sær arbeiði.
Hetta skúlaár hava um
framt 9. lokk 1. til 5. flokk
verið stórir. Hinir flokkarnir
hava vanliga stødd.
Óvanliga góður skúlaflokkur
Skúlin við Løgmannabreyt hevur væl og virðiliga prógvað, at næmingarnir í stórum flokki kunnu fáa góð úrslit
Í góða veðrinum í
morgun lógu nakrar av
yngru næmingunum í
túninum og roknaðu
Í dag vórðu myndir
tiknar av næmingunum,
og hvør flokkur hevði
sín lit á blusunum
Myndir: Álvur Haraldsen