Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Byggingin av Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur gingið væl, tó at hetta er ein velduga stór byggiverkætlan – ja, helst ein hin størsta í Før­oyum upp á so stutta tíð. Tá tú ert á Tvøroyri og sært oman yvir virkið, sært tú, hvussu stór henda byggi­ verkætlanin í veru­leikanum er. Tíðin heldur Tórheðin Jensen, sum starv­ ast á skrivstovuni hjá Varð­ anum í Gøtu, sigur, at hóast nógv er at fáa upp á pláss nú upp undir endan, bendir einki á, at tíðarætlanin ikki fer at halda. - Jú, vit hava sagt, at virkið byrjar at taka ímóti mánadagin hin 2. juli, og hetta fer at halda. Hann vísir á, at arbeitt verður á øllum ”frontum”, sum hann tekur til, og nógv fólk eru í sving, eins og arbeiðsdagarnir eru langir. - Enn hevur eingin fiskur verið inni á virkinum, men partar av útbúnaðinum eru royndir við ísi, og alt hevur gingið, sum tað skal, sigur Tórheðin Jensen. Frí kapping Hóast stóra reiðaravirkið Varðin í Gøtu er fíggjarligi krumptappurin í hesi verk­ ætlan, er tað ikki vist, at tey fýra skipini, sum felagið eigur, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter og Saksaberg, fara at landa hvørja last á Tvøroyri. Mynstrið, sum vit kenna frá vanligari fiskaframleiðslu, har virkir eiga skip, ið tryggja virkinum rávøru, verður ikki galdandi fyri Varðan Pelagic og tey skip, sum eru knýtt at felagnum. - Skipini fara framvegis at landa, har tey fáa besta prísin. Tað verður tí ikki soleiðis, at skipini – av sær sjálv­um – fara at landa á Tvøroyri, men fiskurin verð­ ur seldur í kapping millum teir ”aktørar”, sum eru, sigur Tórheðin Jensen. Ungur stjóri Bogi Jacobsen í Gøtu er stjóri á Varðanum Pelagic. Hann byrjaði blaðungur at føra Finn Fríða, og tað hevur hann gjørt í skifti við Andre Hansen í fleiri ár. Bogi hevur ikki siglt sein­ asta hálva árið, nú arbeitt hevur verið við at fremja hesa stóru verkætlan á Tvøroyri, sum hann nú skal standa á odda fyri. Vilmund Jacobsen At hesi fýra skipini par­ trola, er ikki nýtt. Tað hava tey gjørt onnur ár eisini. - Skipanin hevur verið hon, at tann, sum er fyrstur á fiskifeltið, tekur fiskin inn og siglir til lands við veiðini. Tá fyrsta lastin hevur verið á veg til lands, hevur næsta skip átt tørn at taka fiskin inn og landa. Varðin í Gøtu, sum eigur Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Saksaberg, sigur, at síðani nýggja fiskipumpan, sum er nógv umrødd, varð tikin í nýtslu, hevur Finnur Fríði líka sum havt framíhjárætt at fáa fiskin fyrst. - Hetta tryggjar jú bestu góðsku og harvið besta prísin, sum eisini kemur øllum fýra skip­ un­um til góðar. Varðin sigur, at tá Finnur Fríði er farin inn at landa, hava hini skipini partrolað sum vanligt. Tey hava tá tikið fiskin inn og landað eftir tørni. – Tá Finnur Fríði so aftur er á fiskifeltinum, “sleppur” hann framat at pumpa frá hinum skipunum sum partrola. Hetta hevur riggað væl og kemur óivað at rigga uppaftur betri, tá Tróndur í Gøtu eisini fer at kunna pumpa bein­ leiðis úr trolinum, sigur Varðin í Gøtu. Samstarv við partroling eftir makreli Tey fýra skipini, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter og Fagraberg, partrola eftir makreli undir Føroyum. Hetta samstarv riggar væl og tryggjar bestu góðsku og prís Arbeiða í hátrýsti á Tvøroyri - Vit arbeiða á øllum frontum á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og dagarnir eru langir. Men mánadagin hin 2. juli eru vit klárir at taka ímóti fiski, sigur Tórheðin Jensen á skrivstovuni hjá Varðanum í Gøtu - Enn hevur eingin fiskur verið inni á virkinum, men partar av útbúnaðinum eru royndir, og alt hevur gingið, sum tað skal, sigur Tórheðin Jensen Varðin í Gøtu letur væl at samstarvinum millum skipini, Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Fagraberg Mynd: Varðin Skipini fara fram­ vegis at landa, har tey fáa besta prísin