mánadagur 25. juni 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Á Tvøroyri fara tey nú undir
eina slóðbrótandi ætlan um
bústaðarbyggingfyri at bøta
um úrvalið av bústaðum í
kommununi.
Í hesum sambandi fara
Tvøroyrar
Kommuna
og
Húsalánsgrunnurin seinni í
hesi vikuni at stovna eitt
íbúðarfelag, sum skal standa
fyri ætlanini.
Tvøroyrar Býráð hevur
samtykt at fara undir ætlan
ina, sum hevur til endamáls
at útvega fleiri íbúðir, sum
bæði eru bíligar at ogna sær
og sum eru bíligar at búgva í.
Enn
er
ikki
rættiliga
avgjørt um talan verður um
eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella
um lutaíbúðir, men helst
verður talan um eitt sindur
av hvørjum.
Einar 15-18 íbúðir
Ætlanin á Tvøroyri er í
tveimum og farið verður til
verka beinanvegin.
Byggingin er á Heiða
trøðini, har Svend Roest
longu hevur bygt tvær íbúðir
beint við handilin hjá Keyp
samtøkuni.
Har er hann farin undir at
byggja tríggjar sama slag
íbúðir afturat undir liðini á
hinum báðum.
Og tað fyrsta, nýggja
íbúðarfelagið hjá Tvøroyrar
Kommunu
og
Húsaláns
grunninum fer at gera, at at
yvirtaka ta verkætlanina frá
Svend Roest og byggja tær
tríggjar íbúðirnar lidnar.
Men síðani verður hildið
fram at byggja íbúðir á
einum stykki, sum er beint
við og har pláss er fyri einum
12-15 íbúðum.
Á Býráðsfundinum hós
kvøldið varð upplýst, at
ætlanin er at byggja íbúðir,
har dygdin er í topp og har
prísurin er í botni.
– Tey, sum búgva í teimum
báðum
íbúðunum,
sum
longu eru bygdar, rinda bara
1200 krónur um mánaðin í
ljós og hita, ella 14.400 krónur
fyri árið.
Eini vanlig sethús brúka
eini 40.000 krónur 50.000
krónur um árið til ljós og
hita.
Í sambandi við íbúðirnar,
sum eru bygdar, er stórur
dentur lagdur á orkusparing
og ætlanin er at halda fram
við tí í teirri byggingini, sum
verður.
Gott og bíligt
Enn er óvist, hvussu nógv,
íbúðirnar fara at kosta.
– Men Húsalánsgrunn
urin hevur møguleika at
útvega fígging, har rentan er
bíligari enn rentan, føroysku
peningastovnarnir
krevja,
varð upplýst á býráðsfundi
num.
– Endamálið er fólk kunnu
útvega sær dygdar tak yvir
høvdið við einum innskoti
upp á í mesta lagi 200.000
krónur, men at útreiðslurnar
til rentur, avdrátt, ljós og hita,
verða munandi bíligari enn í
einum vanligum sethúsum.
– Hetta kann vera ein
góður møguleiki hjá ungum
fólki at seta búgv, men tað
kann eisini vera ein møgu
leiki hjá eldri fólki at sleppa
sær av við eini tyngjandi
sethús og at fáa sær eina
bíliga íbúð ístaðin.
Pengarnir sum so leypa av
húsasøluni,
kunnu
so
brúkast at njóta lívið fyri.
Einmælt
Býráðslimir á Tvøroyri taka
einmælt undir við ætlanini.
– Tað verður javnan ført
fram, at ein høvuðstrupul
leiki, sum forðar fólki ið at
flyta heim aftur, er at ongin
møguleiki er at útvega sær
tak yvir høvdið fyri ein
rímiligan kostnað.
– Einasti møguleiki er at
ogna sær eini sethús og seta
seg í eina millióna skuldi og
tá ið tann avgerðin er tikin,
fangar borðið fyri lívið, tí úti
um landið eru smáir møgu
leikar at sleppa av við eini
sethús
fyri
hampuligan
penga, skuldi ein havt hug at
flutt onkra aðrastaðni.
aki@sosialurin.fo
Byggja bíligar
íbúðir á Tvøroyri
SLÓÐBRÓTANDI Tvøroyrar Kommuna fer nú
undir slóðbrótandi ætlan við tí endamáli at
útvega tvørafólki íbúðir, sum bæði eru bíligar
at ogna sær og sum eru bíligar at búgva í
Áki Bertholdsen
– Vit hava fingið áheitan
um at koma á fund tað
eftirlíka vit.
– Men tað er bara fyri
ikki at vera ófólkalig tí vit
halda ikki, at tað er nakað
at tosa um.
Býráðslimir á Tvøroyri
halda ógvuliga lítið um
fólkaatkvøðuna, sum var í
mai um kommunusaman
legging.
Av øllum kommunum í
Føroyum vóru tað fýra
kommunur, har meiriluti
var fyri samanlegging.
Tað vóru kommunur
nar á Strondum og í
Runavík á Skálafjørði og
Fámjin
og
Tvøroyri
í
Suðuroy.
Meiningsleyst
Og nú hevur Kári P. Høj
gaard, landsstýrismaður í
innlendismálum, biðið um
fund við tær fýra kom
munurnar um úrslitið av
fólkaatkvøðuni.
Og á býráðsfundi hós
kvøldið samtykti Tvør
oyrar Kommuna at ganga
áheitanini á møti.
Men tey duga ikki at
síggja nakra orsøk til at
halda fundin, tí tað, sum
meiriluti var um, var at
leggja alla Suðuroy í eina
kommunu og ikki bara at
leggja Fámjin og Tvøroyri
saman.
– Men vit eru ikki
óhøvisk og tískil ganga vit
umbønini frá landsstýris
manninum á møti, hóast
tað er meiningsleyst, føra
býráðslimir á Tvøroyri
fram.
Býráðslimir vístu á, at
tískil var landsstýrismað
urin vælkomin at koma
suður á fund við býráði, tá
ið býráðsfundur verður
aftur miðskeiðis í august
ella september.
Men
býráðslimir
á
Tvøroyri halda ógvuliga
lítið um fólkaatkvøðuna.
–
Tað
vóru
ávísir
flokkar,
sum
kravdu
fólkaatvøðu
um
kom
munusamanlegging, siga
býráðslimirnir og sipa til
Fólkaflokkin.
– Hinvegin varð tað
tagt so illa upp, at úrslitið
var givið frammanundan
og tað var eitt rungandi
nei til samanlegging. So
statt tænti fólkaatkvøðan
bara einum endamáli og
tað var at geva lands
politikurum eina orsøk til
at jarða alt prát um
samanlegging tey næstu
20-30 árini.
– Vit hava aldrin verið
longri frá eini saman
legging enn nú, halda
býráðslimir á Tvøroyri.
Og teir halda, at hetta
hóvar væl hjá summum.
– Vit hava eitt land við
eini eini super kommunu
og so so nøkrum politik
arum úr Norðoyggjum,
sum draga alt til sín.
– Hetta er ein øgiliga
hættislig gongd, men tað
gongur fínt, tí ímeðan
hetta fer fram, eru hinar
kommunurnar fult upp
tiknar av at klandrast
sínamillum um smámál.
aki@sosialurin.fo
Bróta upp úr nýggjum
Tvøroyrar Kommuna brýtur upp úr nýggjum
og gevur fólki á Tvøroyri ein góðan møguleika
at fáa sær gott, men bíligt tak yvir høvdið
Kommunusamanlegging
Tvøroyrar Býráð fer nú á fund við
landsstýrismannin í innlendis
málum, men tað er bara fyri ikki
art vera ófólkalig
Á Tvøroyri
vilja tey ikki
vera ófólkalig
Tey rinda bara 1200
krónur um mánaðin í
ljós og hita, ella 14.400
krónur fyri árið
Vit hava aldrin verið
longri frá eini saman
legging enn nú