Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroysk klæðir kosin sum vakrast Tá OL-nevndin um vikuskiftið skipaði fyri stórari gallaveitslu í Onglandi, fingu føroysku klæðini, sum Anja Jacobsen var í, nógv rós. – Brádliga skuldi eg upp á pallin og fortelja um Føroyar, tí eg var kosin at vera best klæddi gesturin, sigur Anja Jacobsen Rannvá G. Fossaberg Leygarkvøldið vóru 300 inn­ bodnir gestir í veitslu í Lon­ don, sum OL-nevdin skipaði fyri. Við í veitsluni vóru fólk úr øllum heiminum, sum onkursvegna eru við til at fyrireika Olympisku Leikir­ nar í ár. Millum gestirnar var eisini føroyska Anja Jacob­ sen, sum mestsum gjørdist ein av høvuðspersónunum hetta kvøldið. Hon var ílætin føroysk klæðir, og fólkunum á veitsluni dámdi klæðini hjá Anju Jacobsen so mikið væl, at hon fekk heiðurin Best dressed. – Tey vóru øll púra ovfarin um føroysku klæðini, tí tey høvdu ikki sæð tílíkt fyrr, sigur Anja Jacobsen. Fekk innbjóðing um dresscode Anja Jacobsen býr í Danmark og starvast dagliga hjá al­ tjóða oljufelagnum Amerada Hess, har hon tekur sær av um­ seting av ymiskum skjølum. Oljufelagið er høvuðs­stuð­ ul til OL, og tískil bleiv Anja Jacobsen boðin við í gallaveitslu leygarkvøldið, sum OL-nevndin skipaði fyri. Anja Jacobsen fekk eina innbjóðing sendandi, har tað millum annað stóð, hvussu gestirnir skuldu vera ílatnir til sjálva veitsluna. – Í innbjóðingini stóð, at hetta var eina gallaveitsla, og tí skuldu fólk vera fínt ílatin. Kvinnurnar skuldu vera í sokallaðum cocktail-kjóla ella í tjóðarbúna, greiðir Anja Jacobsen, sum ikki brúkti nógva tíð upp á at velja sær klæðir til stóru veitsluna. – Tað skuldi ikki sigast tvær ferðir, og so hevði eg avgjørt, at eg skuldi fara í míni føroysku klæðir, sigur Anja Jacobsen, sum tó var noydd at fáa hjálp fyri at fáa fatur á klæðunum. – Eg mátti skunda mær at fáa fatur á onkrum í Før­ oyum, tí skuldi eg í føroysku klæðini, máttu tey fyrst sendast til Danmarkar, sigur Anja Jacobsen, sum tó ikki er von við at brúka føroysku klæðini til brúdleyp, føðing­ ardagar og aðrar veitslur. – Av tí at eg búgvi niðri, fái eg sjáldan høvi til at ganga í tjóðarbúnanum, so í løtuni er tað dóttirin, sum plagar at brúka tey. Stórur áhugi fyri Føroyum Kenda savnið Madame Tus­sauds var karmur um gallaveitsluna, sum byrjaði klokkan 20 um kvøldið og endaði klokkan 01. – Hølini eru jú spennandi og øðrvísi, so ikki var neyð­ ugt at pynta stórvegis. Onkrar av voksdukkunum vóru fluttar nakað, annars var alt, sum tað plagar at vera á savninum, greiðir Anja Jacobsen frá. Tá gestirnir høvdu etið teir tríggjar rætt­ irnar, vórðu ymsar heið­ urslønir latnar, og eitt nú skuldi vakrasta plaggið á veitsluni kjósast. – Brádliga bleiv navnið hjá mær nevnt, tí í teimum før­ oysku klæðunum var eg kosin at vera best klæddi gesturin á veitsluni, sigur Anja Jacobsen. Verturin á veitsluni, Andrew Carson, sum eitt nú er kendur frá sendingunum 71 Degrees North hjá bretsku sjónvarps­ støðini ITV, var so mikið áhugaður í Føroyum, at hann setti Anju Jacobsen fleiri spurningar um Føroyar, tá hon var á pallinum. – Eg fortaldi honum mill­ um annað um tær átjan oyggjarnar, vøkru náttúruna og skiftandi veðurlagið, sigur Anja Jacobsen, sum eisini vakti stóran ans millum gestirnar á veitsluni. – Alt kvøldið komu fólk úr øllum heiminum yvir til mín, settu spurningar og tóku myndir, tí tey vóru so berg­ tikin av føroysku klæðunum. Fleiri teirra vóru so mikið áhugað í Føroyum, at tey hava ætlanir um at koma til Føroya, greiðir Anja Jacobsen frá og leggur afturat: – Eg veit longu nú um 18 fólk frá veitsluni, sum hava ítøkiligar ætlanir um at vitja Føroyar í august mánaði, so ikki kann sigast annað, enn at tað var gott, at eg valdi føroysku klæðini fram um onkran tilvildarligan cock­ tailkjóla. rannva@sosialurin.fo Á gallaveitsluni vóru 300 innbodnir gestir Anja Jacobsen í føroyskum klæðunum, hon var í til gallaveitsluna Veitslan varð hildin í kenda savninum Madame Tussauds OL-nevndin skipaði fyri stórfingnari veitslu í London