Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ENDURBYGGING Fríggjadagin var hátíðarhald í Koltri, tá verk­ ætlanin at end­ur­ byggja býlingini Heima í Húsi var kom­in á mál Eirikur Lindenskov Tað er A. P. Møller grunnurin, sum eitur »A.P. Møller og Hus­tru Chastine Mc-Kinney Møll­ers Fond til almene Formaal«, sum hevur fíggjað verk­ætl­anina, ið hevur kost­ að fimm milliónir krónur. Til hátíðarhaldið fríggj­ a­dag­in vóru fólk frá grunn­ i­num hjá­stødd – eitt av hes­um um­boðum var elsta dóttir Mærsk Mc-Kinney Møller, Leise Mærsk Mc- Kinney Møll­er. Eisini vóru umboð fyri løg­ting­ið, løg­ mað­ur, lands­stýr­is­menn­i­nir í mentamálum og fiski­vinn­u­ málum, Bjørn Kalsø og Jac­ob Vestergaard og flestu bý­ráðs­ limir í Tórshavnar Kommunu við Heðini Mortensen borg­ ar­stjóra á odda. Hesin býlingurin í Koltri er heilt serstakur, ikki bara í Før­oyum, men í heila tikið, tí her hava vit ein gamlan bónd­ a­garð varðveiddan við øllum teim­um húsum, úthúsum, neyst­um og øðrum, sum hoyrdu til ein slikan garð í farn­um tíðum. Í Koltri vóru røður hildn­ ar. Fyrstur var Bjørn Pat­ urs­son, sum hevur ver­ið festari, Gunnar Hoy­dal, sum er formaður í Kolt­urs­grunn­ in­um, sum stend­ur fyri verkætlanini, og lands­stýr­is­ menn­i­nir Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø, og Heðin Mort­en­sen, borgarstjóri í Havn. Leygardagin var aftur stórt há­tí­ð­ar­hald, tá oyggin var opin fyri al­menn­ing­in­ um. Mett varð, at eini 1.200 til 1.500 fólk vóru í oynni hend­ an dagin. Tá flest fólk búðu í Koltri, vóru tey upp ímóti 50 í tali, og búðu tey á fýra gørðum. Ver­ andi festari hevur sagt festið frá sær, og enn er ikki greitt, hvussu verður í framtíðini. Serligar treytir um hús og teigalendi Koltur er gomul bygd, sum helst stavar heilt frá landnámstíð. Bjørn Pat­ urs­son, fyrrverandi bóndi, greiddi frá, at elstu skrivaðu keld­ur ganga aftur í 1500 talið. Tá vóru tvær búsetingar í oynni. – Hetta var eitt gott stað at búgva, tí oyggin hevði nógv­ar góð­ar eg­in­leik­ar, her bar til at rógva út, at veiða fugl, her var seyður og neyt. Í 1800 talinum vóru seks familjur í oynni, greiddi Bjørn Patursson frá. Men í 1980 var støðan aftur tann, at her vóru tveir bøndur eft­ir, og oyggin varð býtt í tvey festi. Í 1990 var eingin fast­búgv­andi í oynni, og nú var bara ein garður, og tá var tað, at fólk fóru at vísa oynni ans. For­n­grip­a­felagið vísti á­huga fyri bygn­ing­u­ num, náttúrugripasavnið fyri nátt­úrini og eisini fólk frá Kunst­ak­a­de­m­i­iet í Danmark sýndu oynni áhuga. Tí varð farið und­ir at gera ein ætlan um at friða oynna. – Men onnur vildu, at oygg­in skuldi festast aftur, og tað varð gjørt í 1994, greiddi Bjørn Patursson frá. – Eg fekk tá at vita, at her vóru nakrar eyka treyt­ir við, sum snúðu seg um bygn­ ing­ar­nar og um eyðkenda teiga­lend­ið. Vit livdu av seyð­ahaldi, neytahaldi og av ferð­a­vinnu, men hetta við varð­veit­ing­ini fylti meira og meira, og vit sóðu skjótt, at hetta var ov nógv fyri ein van­ligan bónda, so vit vendu okk­um til myndugleikarnar, og tí kom Koltursgrunnurin inn­í myndina, greiðir Bjørn Pat­urs­son frá. Alt hetta endaði við, at stóra verkætlanin við A. P. Møll­er grunninum fór í gongd í 2008. Endurskaptur áhugi fyri tí gamla Gunnar Hoydal, arki­tekt­ur, er formaður í Kolt­urs­grunn­ i­num. Hann greiddi frá, at nýggja tíðin við endurskapta á­huga­num fyri tí gamla, sum hevur ført til friðingina av oynni. – Tað er trist, at fólk flyta av slíkum plássum, men tað er eins gleðiligt, at tað ber til at varðveita eitt so eina­ stand­andi dømi um gamla bú­seting í Føroyum í 1000 ár, segði Gunnar Hoydal. Hann greiddi síðani frá um ymsu tey bæði sethúsini og út­húsini Heima í Húsi. – Vit kunnu í hesum bý­ lingi spora okkum aftur til land­náms­hús, hesi elipsu­ form­aðu hús frá víkingatíð, har stall­urin var partur av hús­ini til tess at halda hitan, har vit hava roykstovu við grúgvu og so seinni glas­stov­ una, sum er frá nýggjari tíð, tá part­ur av grótvegginum varð rudd­aður burtur og nýggj­ar tilfari sum timbur og glas gjørdu tað møgulgt, at »síggja vatnrætt« út gjøgnum glugg­an. Tey vóru bara von við ljósið gjøgnum ljóðaran í erva, greiddi Gunnar Hoydal frá. Tað serliga við býlinginum Heima í Húsi er, at øll úthúsini eisini eru varðveidd, og tað hava vit ikki aðrastaðni sam­ bært Gunanri Hoydal. ­eirikur@sosialurin.fo Serstakt dømi um gamla búseting Jacob Vestergaard og Høgni Mohr við grúgva í roykstovuni Koltursbørini vísa Leise Mærsk Mc-Kinney Møll­er koyggjuna Bjørn Patursson greiddi frá um viðurskifti í Koltri