mánadagur 25. juni 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
1. deild
Tróndur Arge
Myndin í oddinum hjá 1.deild
monnum er tann sum hon hevur
verið
síðani
kappingarbyrjan.
AB og 07 Vestur liggja nakað væl
frammanfyri tey næstu liðini, men
fyri fyrstu ferð byrjar eitt lið av
álvara at geva tekin um, at tað er
sinnað at bjóða av.
Greiður sigur á Argjum
AB fekk vitjan av botnliðnum NSÍ.
Tað gekk ein løta áðrenn veruligi
munurin á liðnum kom til sjónar.
Alex Mellemgaard legði AB á odda
longu aftaná 12 minuttir, men NSÍ
svaraði aftur við máli, sum Debes
Danielsen skoraði. Stutt seinni
gjørdi Viggo Johannesen sjálvmál
og so var AB aftur á odda.
Stutt inn í seinna hálvleik legði
Jobin Drangastein AB á odda
3-1, men NSÍ var framvegis við í
dystinum og kom fram til fleiri
møguleikar, men Thomas Juul
Thomsen vardi fyri í AB málinum.
NSÍ punkteraði, tá sami Jobin
Drangastein økti til 4-1 eitt stórt
korter fyri tíð. Bjartur Kjærbo og
innskifti Nicolaj Eriksen skoraðu
hvørsítt afturat, so endaliga støðan
gjørdist 6-1 til oddaliðið í 1. deild.
07 Vestur gjørdi sítt
07 Vestur og AB hava fylgst alla
kappingina.
Felagsliðið
fekk
leygardagin vitjan av B68, sum
stríðist í botninum. Aftaná 25 min
uttir kom 07 Vestur á odda. Jovan
Panic royndi seg við frísparki, sum
málmaðurin ikki megnaði at halda.
Jákup S. Olsen var knappur og
prikaði returin í mál.
07 Vestur helt fram at trýsta,
men tað gav ikki úrslit fyrr enn ein
góður tími var farin av dystinum.
Tór-Ingar Akselsen royndi seg
við skoti uttanfyri brotsteigin.
Málmaðurin hjá B68 hevði ongan
møguleika og so var 2-0.
Stutt fyri tíð sendi Tór-Ingar
Akselsen bóltin innfyri til ein
púra leysan Hørður H. Johansen,
sum kundi stúta bóltin í málið til
endaliga úrslitið, 3-0.
Góður Skála sigur
Hóast Skála er heili tíggju stig
aftanfyri oddaliðið AB, so bendir
nógv á at skálamenn hava fatur á
rætta endanum. Teir hava ikki tap í
tólv dystum og leygardagin vunnu
teir á Sandi móti B71, sum enntá var
á odda í hálvleikinum.
Bakari Bojang legði B71 á odda
aftaná 14 minuttir, men átta
minuttir seinni javnaði Erland
Berg Danielsen fyri gestirnar. Stutt
fyri hálvleik kom B71 aftur á odda.
Hesa ferð var tað Thomas Hans
Rubeksen, ið skoraði. Sostatt vóru
skálamenn aftanfyri í hálvleikinum
á útivølli móti B71.
Við einum frálíkum seinna
hálvleiki eydnaðist tað tó Skála at
halda fast um góðu gongdina. Fyrst
javnaði Edvin Jacobsen. Síðani
legði Brian Jacobsen Skála á odda,
áðrenn Erland Berg Danielsen
staðfesti sigurin.
HB á fjorða plássi
HB vann í Gundadali heili 4-0 á EB/
Streymi. Eyðun H. Højgaard legði
HB á odda aftaná 14 minuttir. Tað
var eisini støðan í hálvleikinum. Tá
dysturin var ein tíma gamal avgjørdi
Pætur M. Dahl uppgerðina, tá hann
økti til 2-0. Bara átta minuttir seinni
gjørdi Rói av Fløtum tað til 3-0.
Tróndur Jensen staðfesti sigurin
sjey minuttir fyri tíð. HB hevur
nú yvirhálað B71 og liggur á fjórða
plássi.
KÍ dregur frá botninum
KÍ hevði vitjan av Víkingi. Longu
aftaná tveir minuttir legði Eli
Simonsen KÍ á odda 1-0. Og tað
gekk skjótt fyri seg, tí longu fimm
minuttir seinni javnaði Sverri
Jacobsen fyri gestirnar. Heðin
Klakstein legði KÍ á odda miðskeiðis
í seinna hálvleiki.
Tólv minuttir fyri mundu tey
flestu halda, at Teitur Fles hevði
avgjørt dystin, tá hann økti til
3-1. Men fýra minuttir fyri tíð
minkaði Magnus G. Dalbø um
munin. Tríggjar minuttir seinni, í
89. minutti, staðfesti Teitur Fles so
dystin, tá hann skoraði sítt seinna
mál til 4-2, sum eisini gjørdist
úrslitið. KÍ er nú fimm stig frá
niðurflytingini.
trondur@sosialurin.fo
AB og 07 Vestur vunnu aftur
Fótbóltur Bæði AB og 07 Vestur vunnu um vikuskiftið tryggar heimasigarar,
meðan Skála vann á Sandi og hevur nú ikki tapt í tólv dystum
Mynd: Álvur Haraldsen