mánadagur 25. juni 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo-deildin 14. umfar
Mynd: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
Bæði Víkingur og HB mistu í
oddastríðnum í mun til EB/Streym.
Báðir partar halda tó, at teir høvdu
uppiborið betri. Tað var so nógvur
vindur í løtum, at leikara á báðum
liðnum mettu tað verða best um
dysturin ongantíð varð bríkslaður
í gongd.
– Tað er heilt ófatuligt, at dyst
urin yvirhøvur verður spældur. Tað
var kolandi stormur og eg skilji ikki
hví dysturin ikki bara bleiv útsettur
til í morgin. Tað var snøgt sagt ikki
spælandi, sigur liðskiparin hjá
Víkingi, Atli Gregersen, sum bleiv
útvístur stutt fyri tíð.
– Eg haldi eisini, at dysturin burdi
verið útsettur orsaka av veðrinum,
men tað vísur seg at skula nógv til í
Føroyum áðrenn eitt dystur verður
útsettur, staðfestur miðverjin hjá
HB, Vagnur Mohr Mortensen.
Serliga í fyrra hálvleik var vind
urin nógvur. So nógvur, at tað í
løtum var torført hjá Teiti Gestsson
í HB málinum at fáa bóltin úr egn
um brotsteigi.
Hóast mótvind, so var tað HB, ið
kom leikliga betri frá fyrra hálvleiki
og hevði onkrar møguleikar. Millum
annað hevði Christian R. Mouritsen
eitt gott skot, sum Geza Turi bjarg
aði. Umframt tað, so var eisini um
reppið at Víkingur gjørdi sjálvmál
eftir hornaspark, men stongin og
Geza Turi fingu í felag vart fyri.
Øll málini í seinna hálvleiki
Seinni hálvleikur var bara fýra
minuttir gamal, tá HB kom á odda.
Christian R. Mouritsen sendi horna
spark innfyri. Bólturin kom retur
aftur til Christian R. Mouritsen,
sum aftur royndi seg við innleggi.
Hesa ferð fór bólturin í hondina
á einum leikara hjá Víkingi og so
varð brotsspark. Fróði Benjaminsen
smekkaði bóltin mitt í mál til 1-0.
Bara fýra minuttir seinni javnaði
U21 landsliðsleikarin, Kaj Leo í
Bartalsstovu. Hann bleiv spældur
leysur í vinstru síðu og rann frá HB
verjuni og javnaði fyri Víking.
Tá dysturin var ein góðan tíma
gamal kom HB aftur á odda. Jógvan
Rói Davidsen fór til stroks í høgru
síðu og legði innfyri. Fyrst royndi
Fróði Benjaminsen hegnisliga at
tveita seg afturav og sparka bóltin
í mál, men rakti hann ikki. Bólturin
endaði fyri føturnar á Andrew av
Fløtum, sum var tryggur úr stuttari
fjarstøðu.
Tjúgu minuttir fyri tíð javnaði
Hjartvard Hansen fyri Víking eftir
uppspæl úr høgru. HB verjan satsar
í eini takling, men far hvørki bólt
ella mann.
– HB hevur vindin ímóti í fyrra
hálvleiki og hvørja ferð Teitur
Gestsson sparkaði út fekk hann
bóltin aftur í høvdið. Í seinna
hálvleiki var tað umvent og tað er
eitt sindur keðiligt, at vit ikki eru
komin longur í føroyskum fótbólti.
Nú hava ein lekkran vøll í Gøtu og
HBarnir komu her fyri at spæla
fótbólt. Vit eru til reiðar at spæla
við, men umstøðurnar gjørdu tað
ótrúliga ringt, sigur Atli Gregersen.
Útvísing og kolldøming
Tað vóru serliga tvær støður,
sum fekk øði í grindina. Fyrst var
tað seinna gula kortið hjá Atla
Gregersen, sum hann sjálvur als
ikki kundi góðtaka.
– Eg haldi ikki at útvísingin er í
lagi, tá hugsað verður um linjuna,
ið dómarin hevði lagt, sigur Atli
Gregersen, sum nærmast tóktist
tveita
liðskiparabandið
eftir
Dagfinni Forná í øðini.
– Nú fá eg sikkurt leikbann í
fleiri dystir, tí eg vísti eitt sindur av
kenslum eftir útvísingina. Tað er
sum um at vit heldur skulu verða
sum robottar, sigur Atli Gregersen.
Stutt seinni kom so ein onnur
avgerandi løta í dystinum. HB
sendi hornaspark innfyri. Víkingar
royndu at rudda vekk og bólturin
fór beint upp í loft. Tað er her, at
føroyski
U21
landsliðsskiparin
og HB miðverjin, Rógvi Holm, er
hægstur og stútar boltin í málið.
Bæði leikarar og viðhaldsfólk
halda at talan er um mál, men
Dagfinn
Forná
bríkslar
fyri
frísparki, tí Rógvi Holm hevur
sent knæið í ryggin á leikara hjá
Víkingi.
– Vit skora eisini eitt mál til 3-2,
sum eg ikki skilji verður kolldømt.
Dómarin segði, at tað var tí at Rógvi
Holm hevði hoppa við knænum í
ryggin á einum verjuleikara, men
eg haldi at tað var bara munurin á
hæddini á teimum báðum, ið gjørdi
at tað sá soleiðis út, sigur Vagnur
Mohr Mortensen.
Spenna bein fyri
hvørjum øðrum
Við sigrinum á jóansøku rennur
EB/Streymur nú aftur frá hinum.
Teir eru nú fýra stig frammanfyri
Víking, sum nú er á triðja plássi, tí
KÍ vann í Klaksvík móti ÍF og liggur
á øðrum plássi.
HB er átta stig aftanfyri odda
liðið á fjórða plássi, men hevur ikki
mist vónina at fanga EB/Streym
aftur, men í gjár spentu liðini bein
fyri hvørjum øðrum.
trondur@sosialurin.fo
Deildu stigini í nógvum vindi
Fótbóltur Nógvur vindur, fýra mál, ein útvísing og eitt kolldømt mál. Tað var hvat
áskoðararnir í Sarpugerði vóru vitni til í dystinum millum Víking og HB. Í Víkingi eru tey óð
um reyða kortið, meðan tey í høvðusstaðarlið eru óð um kolldømda málið í evstu løtu