Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo-deildin 14. umfar B68 best í botnbraki Fótbóltur Hvørki liðið fekk dult, at tað vóru tvey botnlið, ið møttust við Løkin, tá NSÍ í gjár tók ímóti B68. Heimaliðið hevði bóltin nógv, men skapti einki, meðan toftamenn stríddust fyri sakini og fingu fult burtur úr tveimum av sínum kjansum Hilmar Jan Hansen Alt talaði fyri, at grannauppgerðin við Løkin í gjár fór ikki at verða øðrvísi enn tær undanfarnu, tí bæði NSÍ og B68 stríðast fyri lívinum í niðara enda á stigatalvuni. FC Suður­oy hevur ikki havt ordiligan puls leingi, men har er altso eitt pláss aftrat undir niðurflytingarstrikuni, og tað mesta av kappingarárinum hava annaðhvørt NSÍ ella B68 ligið á tí plássinum. Í longri tíð hevur tað verið B68, sum undan dystinum í gjár ikki hevði vunnið í sjey dystum, men bara fingið tveir javnleikir. Síðsti sigurin hjá toftamonnum var síðst í apríl, tá B68 vann 2-1 á B36 í Havn, so tað hevur ikki verið nakar serligur standur á Toftum. At so tríggir av spælarunum hjá B68 til í ár hava verið millum berandi kreftirnar hjá NSÍ, var bara ein eyka spenningur í myndini. Hinvegin hevði NSÍ vunnið tríggjar av teimum síðstu fimm, fingið ein javnleik og tapt ein, og um tað eydnaðist NSÍ at vinna hesa ferð, var møguleiki at sleppa seks stig fram um B68 og møguliga at taka TB eisini. Aftaná kundu runa­víkingar so bara iðrað seg um, at hevði NSÍ vunnið í gjár, so hevði lið­ið nú verið á sjeynda pláss, tí TB fekk bara eitt stig í sínum dysti. Alt samalt var hetta tí myndin av einum dysti millum tvey lið, ið avgjørt ikki teljast millum tey bestu, men tvørturímóti berjast fyri lívinum og fyri at yvirliva í Effo­ deildini. At hetta vóru tvey illa sperd lið, sást eisini aftur í dystinum, tí hvørgin parturin megnaði at lyfta seg so mikið, at talan gjørdist um ein góðan ella væl spældan dyst. Tá avtornaði, vann B68 2-0, sum eisini var fult uppiborið, tí tofta­ menn fóru eftir sínum kjansum og fingu brúkt tveir av teimum til at skora mál. Hinvegin hevði NSÍ bóltin sera nógv, men megnaði ikki at skapa meira enn ein hálvan kjans í hvørjum hálvleiki, og lítið sást til dygdirnar, ið hava koppað bæði B36 og TB, og sum hava givið unga lið­ num javnleik ímóti Víkingi. Gott leiðslumál Sum vant, var fyrsta løtan eitt sind­ ur trilvandi, men rættiliga skjótt kom til sjóndar, at B68 vildi meira og legði størri orku og vilja í dystin. So við og við gjørdust toftamenn meira ágangandi og málsøkjandi, og tá Christian Høgni Jacobsen spældi stutt út í høgru til Jónleif Højgaard, ið smekkaði til og rakti yvir­liggjaran, lá líkasum í luftini, at B68 kundi fáa eitt mál. Tað kom burtur úr hesi somu støð­uni, tí bólturin stakk í yvir­ liggjaran og út á brots­teigar­markið, har tað endaði við frísparki til B68. Í staðin fyri at royna ímóti málinum, trillaði Óli Olsen bóltin stutt til Jónleif, sum staddur mitt fyri høgdi til og sendi bóltin í málið til 1-0. Ein frálík frísparkskombinatión, ið álaði NSÍ-verjuna sundur og gav B68 eina leiðslu, ið longu tá ikki var óuppi­borin. Eina góða løtu aftan á málið var tað framvegis B68, ið var tóna­gev­ andi, og NSÍ rann fyri tað mesta aftaná ella slett ikki. B68 fekk nógvar bóltar fram í álopið, men uttan at fáa nakað burtur úr teim­ um, og so við og við kom NSÍ meira upp í dystin. Onkuntíð eydnaðist at hava fleiri sendingar sínamillum, uttan at B68 ordiliga fekk fatur í bólt­inum, men fyri tað mesta var tað púra vandaleyst. Síðsta korterið av fyrra hálvleiki fór B68 longur og longur aftur á vøllin, og í undanvindinum royndi NSÍ at fáa lagt trýst á. Tað eydnaðist ikki meira enn hálvavegna, og fræg­ asta møguleikan átti Jann Martin Mortensen, tá hann skrúvaði eitt skot út um Hans Jørgensen í B68- málinum og á stongina. Men inn fór bólturin ikki, men sprakk út­ aftur í føvningin á heldur bilsna mál­verjanum. Kundu vunnið meira Í seinna hálvleiki helt dysturin fram upp á sama máta, at NSÍ hevði bóltin fyri tað allarmesta, men bara