Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo-deildin 14. umfar – Vit hava ikki vunnið síðani hálv­ an apríl, so tað kemur væl við at vinna og fáa sjálvsálitið aftur. Tá man liggur í botninum, snýr tað seg slett ikki um evnini, men tað mentala. Og vit vóna sjálvandi, at hesin sigurin kann geva okkum nakað við víðari, nú vit í næsta dystinum skulu spæla ímóti TB. Tað sigur B68-arin, André Olsen, sum var sera fegin um at fáa trý stig við útaftur á Toftir, sam­stundis sum hann staðfesti, at sig­ur­in kundi verið enn størri: – Vit byrjaðu væl og fyrsta hálva tíman komu teir næstan ikki fram um miðjuna. Tá vit komu á odda 1-0, trektu vit okkum náttúr­liga eitt sindur aftur, men teir skaptu hvørki eitt ella annað. Hin­vegin vóru vit vandamiklir upp á skjótálop og kundu lættliga havt vunnið meira enn 2-0, sigur hann. – Tað er allíkavæl ikki nokk bara at vinna dystirnar ímóti NSÍ, men síðstu dystirnar undan hes­um hevur innsatsurin verið ov vána­ligur. Í dag funnu vit stríðs­ viljan fram, og klára vit at hava hann við okkum, kunnu vit vinna nógvar dystir. Tá talan er um grannauppgerðir í føroyskum fótbólti, so eru tær elstu dystir sum TB-VB og HB- B36. Men hesar hava í mong harrans ár verið sum vatn at rokna ímóti teimum dystum, ið hava verið spældir millum runa­ víkingar og toftamenn. Tær grannauppgerðirnar eru heilt av­ gjørt tær harðastu nú á døg­um, tí har stendur altíð alt upp á spæl! Tað er eisini meira enn so komið fyri, at dystir eru spældir millum NSÍ og B68, sum hava havt avgerandi týdning fyri annað liðið. Men tað hevur verið meira sjáldan, at dystirnir hava havt týdning fyri bæði liðini í senn, og tað er mestsum ongantíð komið ordiliga fyri, at feløgini hava havt við- ella mótgongd í senn. Sum dømi kann nevnast kapp­ ingarárið 1992, tá tað longu undan seinasta umfari var greitt, at NSÍ fór niður. Og hóast NSÍ bæði kom á odda 1-0 og javnaði til 2-2, endaði dysturin 4-2 til B68, sum bleiv føroyameistari. Eitt annað dømi er kappingarárið 2007, tá NSÍ fyri fyrstu og higartil einastu ferð bleiv føroyameistari, men ongantíð møtti B68, sum tað árið var niðri í næstbestu deildini. Tað tættasta, innanhýsis kapp­ingin millum grannarnar á eystara armi á Skálafjørðinum hevur verið, var í 2009, tá B68 und­an seinasta umfari var á fjórða plássi og eitt stig framman fyri NSÍ. Men meðan NSÍ vann sín síðsta dyst, fekk B68 bara javn­leik ímóti B36, sum skoraði í yvi­rtíð­ ini, og tí smeyg NSÍ sær akkurát framum og fekk ytsta europeiska at­gongumerkið. – Fyrsta hálva tíman stýrdi B68 dystinum, men síðsta korterið og allan seinna hálvleik áttu vit á tamb, tá tað kom til spælið. Vit skaptu ikki teir stóru kjansirnar, men B68 fekk so fleiri kjansir við longum sendingum. Soleiðis tók venjarin hjá NSÍ, Kári Reynheim, saman um dystin í gjár við Løkin, har NSÍ tók ímóti B68, men mátti lúta fyri grann­ unum, ið vunnu 2-0. – Úrslitið var í lagi, um hugt verður at kjansunum, tí teir høvdu nakrar heilt stórar, sum kanska vóru heldur tilvildarligir. Hin­vegin skapti NSÍ ikki tað stóra, sam­stundis sum B68 arbeiddi væl í verjuni, sigur NSÍ-venjarin. – Hetta var ein spiltur kjansur, og eina ferð enn klárar vit ikki at vinna á heimavølli, og tað er ikki nóg gott. Vit skapa ikki nógv, men kunnu taka spælið í seinna hálvleiki við okkum. hilmarjan@sosialurin.fo Uppgerðin yvir øllum trill­aði og trillaði, til bólturin bleiv mistur til ein toftamann ella útav. B68, sum mestsum ikki skapti ein spældan málkjans í ein heilan tíma av dystinum, megnaði heldur ikki tað stóra, men tá tað so endiliga bragdaði aftur, kundi tað næstan bara henda upp á tann mátan, sum tað nú gjørdi. Meðan NSÍ var í ferð við at byggja upp har afturi, eydnaðist B68 at taka bóltin, og so gekk skjótt hinvegin. Jónleif Højgaard, sum í fyrra hálvleiki hevði víst fleiri dømi um sín skjótleika, stormaði fram í vinstru síðu og spældi so innfyri til Óla Olsen, ið púra leysur kundi smekka bóltin í málið, so sigurin hjá tofta­monnum nú kundi staðfestast, hóast ellivu minuttir enn vóru eftir á klokkuni. At B68 vildi meira og legði størri orku og álvara í uppgávuna, sást eisini aftur í innsatsinum, tí her var einki hálvhjartað tvætl hjá tofta­ monnum. Teir fóru 100 prosent inn í hvørja takling og hvørja kapp­renning, og bara síðstu tíggju minutt­ir­nar gav tað B68 trý gul kort, meðan NSÍ einki fekk allan dystin. Akkurát viljin var nógv størsti munurin á liðunum, og hann bar hesa ferð B68 til sigurs. Ímóti endanum kundi B68 eis­ ini vunnið enn meira, tí Keita hevði eina ferð tvær skotroyndir í ein­ari, har Kristian Joensen í NSÍ-mál­ inum pareraði ta fyrru og tann seinna fór langt uppum. Undan tí hevði Christian Høgni eisini roynt at komið í góðar støður, men honum ans­aðu NSÍ-ararnir rættiliga væl eftir. Harumframt hevði Jónleif eis­ ini onkra góða roynd aftrat. NSÍ hevði ein møguleika, tá Klæmint A. Olsen í yvirtíðini gjørdist leysur, men ikki ordiliga fekk frið at skjóta, og tí kundu tofta­menn fegnast eftir seinasta bríksl­ið, meðan innanmenninir kundu iðra seg um, at teir ikki vóru nóg nær­verandi. Liðini eru nú aftur jøvn í stigum, so framvegis munnu tey arga hvønn­annan við, hvør teirra eigur NSÍ a og hvør eigur NSÍ b… hilmarjan@sosialurin.fo Skaptu ov lítið Gott fyri sjálvsálitið Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen