mánadagur 25. juni 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo-deildin 14. umfar
Tróndur Arge – Gundadalur
Góðan gongdin hjá TB heldur fram.
Sunnudagin vóru teir stongina
frá at fáa øll stigini í Gundadali.
Tá hugsað verður um, at TB er
uppflytari og at B36 er verandi
føroyameistari, so var talan um
eitt av teimum heilt góðu stiginum
hjá TB.
B36 kom eins og í dystinum
móti KÍ á odda tvær ferðir, men
megnaðu ikki at verja leiðsluna.
Marginalarnir eru ikki í parti við
B36 í ár og avrikini eru heldur ikki
á sama stigi, sum tey vóru í fjør.
Tey fýra málini
B36 kom á odda miðskeiðis í fyrra
hálvleiki. Súni Olsen, sum í dag
varð fluttur fram á miðvøllin tí
Jonas Flindt Rasmussen er tøkur
aftur, bleiv spældur leysur inn í
brotsteigin hjá gestinum. Málverjin
kom út ímóti, men Súni Olsen var
tryggur og sendi bóltin upp í net
takið.
Átta minuttir seinni javnaði Dan
Mortensen. Hornaspark kom inn
fyri úr vinstru. Áraka fimm meturin
tóktist Dan Mortensen verða tann,
ið var seinastur á bóltinum áðrenn
hann hoppaði inn í B36 málið.
Eina løtu sá út til, at TB enn
eina ferð fór at gera vart við seg,
men bara tveir minuttir seinni
var B36 aftur á odda. Súni Olsen
sendi fríspark innfyri úr høgru.
Símun Joensen, sum skoraði fleiri
avgerandi mál í fjør, var fyrstur á
bóltin og so var 2-1 til B36.
Tey flestu mundu haæda hetta
var tað. FM vinnari móti upp
flytara. Tveir minuttir fyri hálv
leik bikslaði Rúni Gaardbo fyri
brotssparki. Eitt TB skot endaði á
hondini á Atla Danielsen. B36 leik
ararnir góvu heldur ikki ilt av sær.
Uppflytingarhetjan hjá TB, Bojan
Timic, sum skoraði avgerandi brots
sparkið, ið sendi TB upp í bestu
deildina, skoraði trygt upp á brots
sparkið.
Okkurt er gali í B36
Í fjør riggaði alt, men í ár vil einki.
Aftaná 14 umfør liggur B36 á sætta
plássi og eru heili 11 stig aftanfyri
EB/Streym á fyrsta plássi. Tað eru
bara fimm stig niður til B68, sum
liggur á níggjunda plássi, ið merkir
niðurflyting.
Frágreiðingarnar eru nógvar. Eitt
er, at tað mangan vísur seg at verða
uppaftur torførari at endurvinna
eitt meistaraheitið. Onnur tosa um
teir tiltiknu marginalarnir, meðan
saknurin í miðverjanum Odmar
Færø og John Petersen, sum var
hjálparvenjari, eisini hava verið
nevndar sum orsøkir til ringu
gongdina. Skaðar og leikbann hava
eisini rakt hópin meint og tað er
nakað, ið merkist, sigur venjarin
hjá B36.
– Tað er ikki eitt einfalt svar upp
á hví gongdin er sum hon er í løtuni.
Vit hava verið hart raktir av skaðum
og vit hava hvat fleiri leikbann, sig
ur Mikkjal Thomassen.
Í fjør var tað mesta av liðnum
intakt ein stóran part av kapp
ingarárinum, men í ár hava verið
nógvar útskiftingar og broytingar
á liðnum.
– Broytingarnar vit hava gjørt
í ár eru vit kroystir at gera. Tað er
ikki fyri at halda menn frískar ella
svangar at vit broyta liðið. Vit hava
millum annað ikki megnað at finna
ein avloysara fyri Odmar Færø, og tí
hava vit flutt Atla Danielsen í mið
verjuna, sigur Mikkjal Thomassen
víðari.
Ársins leikari í fjør var Lukasz
Cieslewicz, men hann hevur ikki
avrikað á sama høga stigi í ár.
Bæði móti HB og KÍ var hann í
løtum at finna á vinstru mið. Tað
sigur eitt sindur um støðuna, tá
vandamiklasti maðurin á liðnum
verður fluttur úr álopinum og aftur
á miðvøllin.
– Lukasz Cieslewicz hevur ikki
vant í tveir mánaðir orsaka av
einum skaða í fótinum. Tað sæst
sjálvandi aftur á avrikunum, sigur
Mikkjal Thomassen.
Málið hjá B36 í ár var at endur
vinna meistaraheitið, men við 11
stigum upp til oddaliðið, so er málið
nú broytt.
– Málið er nú at sleppa út í
Evropa aftur komandi ár. Um vit
skulu vinna meistaraheitið, so
skulu vit til at vinna næstan allar
dystirnar, ið eru eftir. Sum gongdin
er í løtuni, so er tað óhugsandi,
men vinna vit tíggju teir næstu, so
kanska vit seta okkum eitt hægri
mál aftur, sigur B36 venjarin at
enda.
Tríggjar meiningar um TB
Tað eru ymiskar meiningar um
avrikini hjá TB higartil í ár og um
framtíðar møguleikarnar hjá felag
num. Spyrt tú fólkini kring TB, so
er ongin ivi um at TB er komið fyri
at verða. Góða gongdin fer at halda
fram og úrslitini avspegla røttu
støðuna, sum TB er í.
Onnur halda, at TB ríður á einu
bylgju. Felagið fyllur 120 ár, nýggjur
vøllur er bygdur við Stórá og liðið
spælir yvir evni, sum uppflytarar
mangan gera fyrstu tíðina.
Uppaftur onnur halda, at støðan
og góða gongdin hjá TB als ikki er
so góð, sum hon ljóðar til at verða
Hetta tí TB er bara trý stig frá
niðurflytingini. Hóast TB fekk eitt
flott stig í Gundadali í gjár, so eru
teir tvey stig nærri niðurflytingini
enn teir vóru undan dystinum.
– Tað er ein løgin kensla at sita
við, tá vit hava fingið ein torføran
javnleik í Gundadali og alíkavæl
minkar munurin, staðfestur Óli
Johannesen, liðskipari hjá TB.
TB prógvaði í dystinum, at teir
eru mental væl fyri, tí teir koma
aftur í aftur tvær ferðir. Bara tíðin
fer at vísa hvussu framtíðin hjá TB
fer at síggja út, men í Gundadali
vóru teir minst líka góðir sum ver
andi meistaraliðið. Hevði skotið
hjá Bojan Timic um miðjan seinna
hálvleik fari í málið heldur enn á
stongina, so er sannlíkt at tvørmenn
fór við øllum!
trondur@sosialurin.fo
Stongina
frá at vinna
í Gundadali
Fótbóltur TB tók enn eina ferð øll av bóli, tá teir megnaðu at spæla javnleik móti B36 í Gundadali. Hóast B36
hevði bóltin mest, so var um reppið at TB fór avstað við øllum. Tíverri fyri TB, so fór bólturin á sjálva stongina