mánadagur 25. juni 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo-deildin 14. umfar
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 EB/Streymur
14
9
3
2
23
11
+12
30
2 KÍ
14
8
3
3
22
16
+6
27
3 Víkingur
14
7
5
2
21
12
+9
26
4 HB
14
6
4
4
31
19
+12
22
5 ÍF
14
6
3
5
24
13
+11
21
6 B36
14
5
4
5
22
18
+4
19
7 TB
14
4
5
5
18
22
-4
17
8 NSÍ
14
4
2
8
18
22
-4
14
9 B68
14
4
2
8
12
25
-13
14
10 FC Suðuroy
14
0
3
11
3
36
-33
3
Effodeildin
Tróndur Arge
EB/Streymur greiddi sína skyldu
sum oddalið móti botnliðnum, FC
Suðuroy, men talan var als ikki um
nakran lættan dyst. FC Suðuroy
fekk av at vita í Gundadali fyri eini
viku síðan og avrikið var vánaligt.
Á jóansøku vóru menn sum Heini
Vatnsdal, Sasa Kolman og Poul N.
Poulsen tøkir aftur og tað gjørdi
mun. Bara ikki nokk til at steðga
oddaliðnum.
»Týpiskt Arnbjørn mál«
Í fyrra hálvleiki var EB/Streymur
tó omaná og hevði fleiri onkrar
møguleikar at leggja seg á odda.
Millum brennivargarnar vóru Leif
Niclasen, Arnbjørn Hansen og Hans
Pauli Samuelsen.
– Eg haldi vit hava gott tamar
hald á fyrra hálvleiki og vit koma til
tríggjar ella fýra góðar møguleikar,
sigur Heðin Askham, venjari hjá
EB/Streymi.
Tá fyrri hálvleikur var ein hálvan
tíma gamal kom hol á. Arnbjørn
Hansen verður spældur leysur í
brotsteginum og smekkar bóltin
flatt í handara síðunet.
– Hatta var eitt týpiskt Arnbjørn
mál, sigur Heðin Askham um málið
hjá framherjanum, sum er tað fimta
í ár.
Í seinna hálvleiki kom FC Suður
oy nógv betri við og hevði fleiri
møguleikar at javna, men inn vildi
bólturin ikki. EB/Streymur megnaði
ikki at týsta botnliðið á sama hátt
sum í fyrra hálvleiki. Heimaliðið
kom eisini til einar tveir ella tríggjar
góðar málmøguleikar, men inn vildi
bólturin ikki.
– Hetta var eitt heilt annað FC
Suðuroy lið í mun til tað, sum tapti
6-0 móti HB. Teir hava fleiri mans
tøkar aftur og teir stríddist mann
iliga allan dystin, sigur Heðan
Askham.
Hóast avrikið var nógv betur
hesa ferð, so er sannleikin tann, at
FC Suðuroy framvegis bara hevur
trý stig og frástøðan upp til bjarg
ingina er økt við trimum til 11 stig.
Úrslitini um vikuskiftið høvdu
somuleiðis tað við sær, at EB/
Streymur nú er trý stig á odda, tí
Víkingur spældi javnt móti HB.
trondur@sosialurin.fo
EB/Streymur
vann á jóansøku
Fótbóltur EB/Streymur hevur styrkt um oddastøðuna
í Effodeildini við einum 2-0 sigri á FC Suðuroy á
sjálvari jóansøkuni. Fyri FC Suðuroy var talan um eitt
nógv betri avrik enn tað í Gundadali móti HB
Mynd: Áki Bertholdsen
Mynd: Norðlýsið
Tróndur Arge
Eftir eina heldur slaka byrjan
upp á kappingarárið, hevur KÍ
rættiliga fingið ferð á seinastu
vikurnar, og nú bjóða klaks
víkingar av í toppinum í Effo-
deildini.
Sunnudagin
var
ÍF
á
vitjan í Klaksvík, og trý stig
vóru á muni millum tey bæði
feløgini, sum eru í hølunum á
oddaliðnum EB/Streymi.
Dysturin í Klaksvík var ikki
av teimum bestu, og serliga í
fyrra hálvleiki var tað ÍF, sum
vísti meira enn heimaliðið. KÍ
fekk ongantíð veruligt flog á
sítt spæl, men klaksvíkingar
vóru vandamiklari enn fugl
firðingar og høvdu teir størstu
kjansirnar.
Páll gongur undan
Páll A. Klettskarð hevur gjørt
fleiri týðandi mál fyri KÍ sein
astu vikurnar. Tað var hann,
sum setti gongd á KÍ, tá ið
klaksvíkingar vunnu fyrsta
dystin í Effo-deildini, og tað
er Páll, sum fleiri ferðir hevur
gjørt avgerandi mál seinastu
umførini.
Og Páll var aftur upp á spæl
sunnudagin. Andy Olsen legði
inn fyri, og so kundi Páll stúta
bóltin í málið. Hetta var í fyrra
hálvleiki, og tá ið liðini komu
út eftir steðgin, varð roknað
við, at ÍF fór at trýsta fyri at
gera mál.
ÍF gjørdi eisini eina roynd,
men spælið var ikki eins gott
í seinna hálvleiki, og fuglfirð
ingar høvdu trupulleikar við
at skapa málmøguleikar. Páll
A. Klettskarð hevði hinvegin
tveir risamøguleikar afturat
at skora, men Jákup Mikkelsen
vardi fyri.
Seinastu løtuna sendi ÍF
verjuspælaran Bartal Eliasen
fram í álopið, men deyðbóltar
og innlegg høvdu ikki so góða
góðsku, at Bartal veruliga
kundi brúka sína styrki við
høvdinum.
Dysturin fjaraði út, og
klaksvíkingar vóru væl nøgdir
við tey trý stigini, sum teir
vunnu, hóast teir ikki høvdu
spælt sína besta dyst. Tað líkist
einum toppliði – og tað er tað,
KÍ er í løtuni
trondur@sosialurin.fo
KÍ bjóðar av
FÓTBÓLTUR Klaksvíkingar
hava nú vunnið 8 av teimum
seinastu 9 dystunum og bjóða
av í toppinum í Effo-deildini