mánadagur 25. juni 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
jóansøkuróðurin
Mynd: Áki Bertholdsen
Jóannes Hansen
Páll Fangi og Havfrúgvin við kvinn
um hava higartil vunnið allar
róðrarnar og eru harvið stórfavo
rittar at vinna FM. Og hesir báðir
bátarnir vóru eisini fyrstir á mál á
Jóansøku í kappingunum millum
ávikavíst 6-mannafør og 5-manna
før við kvinnum.
Men hesa ferð vóru kappingarnar
rættuliga tættar og spennandi, og
tí er tað framvegis møguleiki fyri,
at onkur annar enn hesir báðir
bátarnir kann vinna onkran róð
urin av teimum, sum eru eftir í hes
um róðrarárinum.
6-mannaførini
Serliga merkisvert var tað, at Páll
Fangi hesa ferð fekk stóra kapping,
og at tað ikki var frá Hvessingi, men
heldur frá Rádna úr Fuglafirði, at
tær úr Klaksvík fingu dygga mót
støðu.
Rádni legði seg á odda beinan
vegin, og tá ið hálvur teinurin var
rógvin, var munurin frá Rádna
og aftur til Páll Fanga ein hálv
bátslongd. Næstu lítlu løtuna vaks
munurin til tað mesta av einari
bátslongd, men so tók at styttast.
Tøkini hjá Páll Fanga munaði væl
meiri enn hjá teimum úr Fuglafirði,
og á málinum var Páll Fangi meiri
enn eina hálva bátslongd framman
fyri Rádna, sum at enda bara var
eitt evarska lítið sindur undan
Hvessingi.
Úrslitið og serliga gongdin í róðr
inum leggur upp til, at tað kann
verða heilt spennandi, tá ið tað um
tvær vikur verður kappast í Vest
manna. Hesa ferð tóktist tað sum
um, at tær umborð á Rádna ikki
vóru í somu venjingarstøðu, sum
tær umborð á Páll Fanga eru í.
At tað eru tvær vikur at fyrireika
seg í kann fara at vísa seg at gera
stóran mun. Serliga hjá teimum
sum frammanundan ikki eru so væl
fyri, sum tær bestu higartil eru.
Tølini siga, at Páll Fangi fram
vegis er stórfavorittur at vinna FM,
men eftir Jóansøkuna er tað ikki
eins upplagt, sum tað framman
undan var, at FM sigurin verður
vunnin við fullum stigatali.
Spurningurin er so, hvussu tær
á Páll Fanga fara at svara aftur, nú
tær fyri fyrstu ferð í ár kendu seg
eitt sindur hóttar!
5-mannaførini
Havfrúgvin úr Vestmanna hevur
vunnið allar róðrarnar, og tað er
ikki nógv, sum bendir á, at nakar
skal megna at gera nakað við Hav
frúnna, hóast talan tvær tær sein
astu ferðirnar ikki hevur verið um
so øgiliga tryggar sigrar.
Í Kollafirði var munurin frá
Havfrúnni og aftur til Blik av
Argjum
stívliga
tvey
sekund,
og í Vági var munurin so at siga
tann sami frá Havfrúnni og aftur
til Blik. Hesa ferð var Strípan
frammanfyri Firvald í kappingini
um bronsuplássið, og Falkur slapp
undan aftasta plássinum, tí Sílið
luttók hesa ferð og varð aftast.
5-mannafør gentur
FM stríðið í hesi kappingini er nú
púra opið. Erla Kongsdóttir úr
Fuglafirði vann tveir teir fyrstu
róðrarnar, men í Kollafirði vann
Hvassi úr Sundalagnum, og aftur í
Vági var Hvassi fremstur. Harvið er
stantum í FM kappingini.
Í Kollafirði var Hvassi bara 3/25
av einum sekundi frammanfyri Erlu
Kongsdóttir, og hesa ferð var talan
um so at siga somu gongd. Hvassi
vann við 5/25 av einum sekundi.
Tá ið málið var hálvrógvið tók
Hvassi Fípuna Føgru, sum legði
bragdliga fyri, og Erla Kongsdóttir
fylgdi við fram í oddin. Hvassi sást
hava tamarhald á støðuni, men
í endaspurtinum gekk tað fyrst
sera væl hjá Erlu Kongsdóttir, sum
legði seg á odda, áðrenn Hvassi á
seinastu hálvt hundrað metrunum
svaraði aftur.
Kappingin um trijðja plássið var
ógvuliga tøtt. Hana vann Blikur
frammanfyri Tjaldrið og Fípuna
Føgru.
Tað gerst alt tættari
Kappróður Hóast vinnararnir vóru teir somu sum í Kollafirði, so vóru allar
kvinnukappingarnar í róðrinum á Jóansøku sera spennandi