mánadagur 25. juni 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
jóansøkuróðurin
Hvassi gjørdi hol í sjógvin
Kappróður Meðan Páll Fangi og Havfrúgvin vunnu fyri triðju ferð í ár, so
megnaði Hvassi úr Sundalagnum hesa ferð at koppa Erlu Kongsdóttir
Jóannes Hansen
Tað er ikki sjálvsagt, at somu bát
arnir vinna allar róðrarnar. Tað
varð staðfest leygardagin, tá ið
gentumanningin umborð á Hvassa
gjørdi bart og vann. Hetta var ikki
sørt merkisvert, tí hetta var fyrsta
og higartil einasta ferðin, at tað
hevur eydnast einum báti at vinna
seg framum bátarnar, sum vunnu á
Norðoyastevnu og á Eystanstevnu.
Bæði í Klaksvík og á Skálafjørð
inum var tað sera tætt millum Erlu
Kongsdóttir og Hvassa, og báðu
ferðirnar var Erla Kongsdóttir um
leið eitt sekund fyrri á mál. Fyrru
ferðina var talan um eitt lítið sek
und, og seinnu ferðina var talan um
eitt stórt sekund.
Á Sundalagsstevnu róðu Hvassi
og Erla Kongsdóttir stavn um
stavn fram ímóti málinum, og tá
ið bátarnir fóru um strikuna, var
Hvassi bara 3/25 av einum sekundi
frammanfyri.
Sum á Skálafjørðinum so var
Blikur aftur hesa ferð nummar trý.
Leygardagin var Blikur knappliga
tvey sekund frá næstfremsta pláss
inum. Á Skálafjørðinum var fjar
støðan meiri enn trý sekund.
Páll Fangi
Kvinnurnar í Klaksvík stevna trygt
ímóti FM heitinum. Hvessingur
legði nógv fyri í royndini at vinna á
Sundalagsstevnuni, og Hvessingur
var fremstur fyrsta partin av
róðrinum. Tað var leingi tætt, men
sum tað leið fram ímóti málinum, so
var eingin ivi. Tað munaði meiri hjá
teimum úr Klaksvík enn hjá teimum
úr Sundalagnum, og á málinum var
ein bátslongd frá vinnarabátinum
og aftur til tann næsta.
Tær á Hvessingi gjørdu ein ordu
ligan vørr, men hesa ferð eydnaðist
tað ikki. Tíðirnar siga, at tað ikki
er ómøguligt at taka Páll Fanga. Í
Klaksvik var vinnaratíðin níggju
sekund betri enn tann næstbesta, á
Eystanstevnu var vinnaratíðin seks
sekund betri enn tann næstbesta,
og hesa ferð var munurin trý
sekund.
Páll Fangi við kvinnum hevur
ikki vunnið FM síðani 2001.
At tað eru knotur í teimum, sum
nú hava kós ímóti gullinum verður
undirstrikað av, at vinnaratíðin var
tann næstbesta nakrantíð í Kolla
firði. Mettíðina eigur Norðistovu
Dánjal, sum í 1991 róði 1000 metra
málið á Kollafirði í tíðini 5:01:13.
Leygardagin var vinnaratíðin hjá
Páll Fanga 5:12:09, sum er meiri
enn trý sekund betri enn triði
besta vinnaratíðin nakrantíð á
Kollafirði. Ta tíðina eigur Lómur
av Argjum, sum í 2006 róði teinin í
tíðini 5:16:02.
Havfrúgvin
Kvinnurnar á Havfrúnni hava
bara eina ferð vunnið FM. Tað var
í 1999 ella fyri trettan árum síðani.
Nú róðrarárið 2012 er um at vera
hálvrógvið, er tað alt, sum vísir
tann vegin, at Havfrúgvin fer at
vinna FM heitið til Vestmanna.
Argasti kappingarneytin hjá
Havfrúnni var í tveimum teimum
fyrstu róðrunum Blikur av Argjum,
og aftur á Sundalagsstevnu var
tað Argja báturin, sum bjóðaði av.
Sum tað leið, so var eingin ivi um,
at Havfrúgvin fór at vinna, og
Havfrúgvin vann.
Merkisvert er tað, at teir fimm
bátarnir allar tríggjar ferðirnar
eru komnir á mál í somu røð: Hav
frúgvin, Blikur, Firvaldur, Strípan
og Falkur.
Sjálvandi er Havfrúgvin favo
rittur at vinna næstu ferð, men
tær á Argjum venja fram ímóti
Jóansøkuni í vónini um, at munurin
millum teir báðar fremstu framvegis
skal tódna. Í Klaksvík vóru bara 3/25
partar millum Havfrúnna og Blik. Á
Skálafjørðinum vóru fýra sekund á
muni, men á Kollafirði var munurin
minkaður til tvey sekund.
joannes@sosialurin.fo
Mynd: Áki Bertholdsen