mánadagur 25. juni 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
jóansøkuróðurin
Mynd: Áki Bertholdsen
Jóannes Hansen
Tað gekk skjótt og væl at avgreiða
fjórða
FM
kappróðurin
í
ár.
Líkindini vóru góð, og í Vági eru fyri
treytirnar góðar, tí har verður bara
kappast so at siga á deyða vatni
– innanfyri grótkastið á sunnara
landinum – har fyrimunirnir við
fasta startinum plagdu at vera
stórir.
Nú er hesin fyrimunurin ikki so
stórur. Tað kemst av, at tað í øllum
støðum, har kappróður hevur ver
ið í ár, er munandi betri skipað fyri,
enn tað onkuntíð hevur verið. Fyri
reikararnir eru vornir sera kringir
at fáast við fasta startin, og bátar
og amboð, sum verða nýtt í stremb
anini at fáa alt at rigga væl, eru alt
betri og tryggari at fáast við.
Róðrarsambandið
og
lokalu
fyrireikararnir kring landið fáa
herðaklapp fyri væl avrikað verk!
Eftir er at vóna, at tað fer at laga
seg eins væl í kappingunum, sum
eru eftir.
Nú leygardagin verður eingin
kappróður. Tá er Varmakeldustevna
í Fuglafirði, og hon telur ikki við í ár.
Tað er spell, tí Fuglafjørður er gott
róðrarøki, har tað ber til at rógva
á øllum teinununum. Tað er ilt at
ímynda sær, at kapprógvarar, sum
hava fyrireikað seg til kappingarárið
í nógvar mánaðir, høvdu havt nak
að ímóti, at kappingarárið var átta
og ikki sjey stevnur. At steðgur skal
vera í ógvuliga stuttu sesongini
kennist ivaleyst meiningsleyst hjá
nógvum rógvarum.
Eftir eru Fjarðastevnan, sum í ár
er í Vestmanna, Vestanstevnan, sum
í ár er í Sandavági, og so Ólavsøkan.
Higartil hava kappróðrarlíkindini
verið heilt góð. Millum Jóansøku
og Ólavsøku er hásummartíð, og
tí mugu vit hava loyvi til at rokna
við, at tað eisini fer at roynast væl í
trimum teimum síðstu og avgerandi
kappingunum.
Spurturin
Fyrr í summar kendist tað sum um,
at møguleikin fyri serligum spenn
ingi ikki var serliga sannlíkur.
Nú hevur tað lagað seg soleiðis,
at tað kann fara at verða heilt
spennandi í FM kappingini í nøkr
um róðrum.
Miðvingur, Páll Fangi við kvinn
um og Junkarin í barnaróðrinum
hjá dreingjum eru heilt suverenir,
og tað ber illa til at ímynda sær
annað, enn at hesir bátarnir fara at
vinna FM við fullum stigatali.
Eisini Jallurin í barnaróðrinum
hjá gentum, Havfrúgvin í kappingini
millum 5-mannaførini við kvinnum
og Lómur í kappingini millum
6-mannafør við monnum hava fulla
úrtøku, men í hesum kappingunum
hevur munurin millum tveir teir
fremstu bátarnar verið so tepur,
at tað væl ber til at ímynda sær, at
onkur annar bátur kann vinna á
onkrari stevnu. Einki er tó at ivast
í, at allir bátarnir, sum eftir fýra
kappingar hava fult stigatal, eru
stórfavorittar at vinna FM.
Í kappingini millum gentumann
ingar er púra opið, eftir at Hvassi
hevur vunnið tvær tær seinastu
ferðirnar. Í kappingini millum
10-mannaførini
er
spenningur
komin í, nú tað eydnaðist Suður
oyingi at vinna á Jóansøku.
Teinurin, sum verður rógvin
komandi mánaðin, er sera stuttur,
og tí er talan mest sum bara um ein
spurt. Hann verður langur, inntil
síðsta skotið hevur gelt ólavsøku
aftan, og tað er ikki minst hetta,
sum ger kappróðurin so fasinerandi
og spennandi!
Stutti spurturin verður langur
Kappróður Úrslitini í jóansøkuróðrinum vístu, at møguleiki er fyri stórum FM spenningi í nøkrum róðrum,
nú tað bara verður kappast á stutta teininum, meðan vinnararnir í øðrum kappingum eru púra suverenir