mánadagur 25. juni 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Tað er nú greitt hvørjar hálvfinalur
í EM endaspælinum verða. Kekkia,
Grikkaland, Frakland og Ongland
máttu øll lúta í fjórðingsfinalunum
fyri Portugal, Týsklandi, Spania og
Italia. Fjórðingsfinalurnar vístu
greitt, at bæði Kekkia og Grikkaland
vóri komin so langt sum tey nú
eina ferð kundu, meðan Frakland
framvegis er undir uppbygging og
at Ongland framvegis ikki dugur at
skjóta brotsspørk.
Týskland knústi Grikkaland
Joachim Löw gjørdi tríggjar heldur
óvæntaðar broytingar á liðnum. Út
fóru Mario Gomez, Thomas Muller
og Lukas Podolski og inn komu
Andre Schurrie, Marco Reus og
Miroslav Klose.
Fyri uttan eina lítla løtu í byrj
anini av dystinum, so sat Týskland
á øllum dystinum. Longu aftaná
tríggjar minuttir var bólturin í
málinum, men Miroslav Klose var
rangstaddur. Fleiri ferðir var Týsk
land nær við at leggja seg á odda,
men ikki fyrr enn fimm minuttir
fyri hálvleik kom hol á.
Philipp Lahm rak seg leysan frá
vinstru og smekkaði til. Bólturin
snýtti málmanni hjá Grikkalandi og
so var Týskalnd á odda. Tey mundu
verða fá, ið góvu Grikkalandi ein
møguleika eftir hetta, tí teir høvdu
ikki so mikið sum eina bóltrøring í
týska brotsteignum.
Tíggju minuttir inn í seinna
hálvleik hendi tað tó. Dimitris
Salpingidis fór tvísporandi avstað
í høgru síðu og legði innfyri til
Georgios Samaras, sum varð fyrstur
á og prikaði bóltin í málið.
Tað gingu bara seks minuttir, so
svaraði Týskland aftur. Fyrst legði
Samir Khedira Týskland á odda
eftir innlegg. Síðani økti Miroslav
Klose eftir horna og bara minuttir
seinni fylgdi Marco Reus upp og
smekkaði bóltin í tvørstongina og
inn.
Grikkaland minkaði um munin
upp á brotsspark stutt fyri tíð, men
talan var upp á allar mátar um ein
sannførandi sigur til Týskland.
Xabi Alonso munurin
Vicente del Bosque valdi Cesc
Fabregas framum Fernando Torres
frá byrjan, meðan Samir Nasri sat
uttanfyri hjá Fraklandi. Dysturin
myndaði seg sum ein kundi vænta.
Spania hevði bóltin nógv, meðan
fraklendingar runnu aftaná.
Spania legði seg á odda aftaná
19 minuttir, tá Jordi Alba fór tví
sporandi frammeftir vinstru síðu.
Komin til baklinjuna legði hann
bóltin innfyri til Xabi Alonso, sum
við hørðum stútara legði Spania
á odda. Spania vildi eisini hava
brotsspark í fyrra hálvleiki, tá Cesc
Fabregas fór umkoll, men ongin av
dómarunum á og kring vøllin lótu
við seg koma.
Nøkur fá sekund fyri tíð økti
bleiv innskifti Pedro koyrdur um
koll í brotsteiginum. Hesa ferð var
ongin ivi og dómarin bríkslaði fyri
brotssparki, sum Xabi Alonso skor
aði uppá.
Spania var samanumtikið betra
liðið og hevði bóltin fyri tað mesta.
Fraklendingar megnaðu ongantíð
at veruliga hótta spanska málið.
Italia víðari eftir brotsspørk
Roy Hodgson valdi somu ellivu
sum móti Ukraina, men Italia hevði
Mario Balotelli og Antonio Cassano
í álopinum. Tað gingu bara tveir
minuttir, so sendi Daniel De Rossi
eitt skot á trýkantin. Tveir minuttir
seinni var Glen Johnson nær við,
men Gianluigi Buffon fekk hondia
á.
Størsta møguleikan í fyrra hálv
leiki fekk Mario Balotelli, tá Antonio
Cassano stútaði bóltin fyri føturnar
á honum, men úr stuttri fjarstøðu
skjeyt hann bóltin uppum. Í seinna
hálvleiki fekk eisini Daniel De Rossi
ein risa møguleika, men hann rakti
ikki málið.
Einki mál kom í vanligari leiktíð
og tí var farið til umdyst. Her helt
Italia fast um leikliga yvirvágina,
men heldur einki mál kom her.
Ongland stóð fyri tað mesta í verju
støðu og sparkaði langar bóltar fram
til Andy Carroll og Wayne Rooney.
Italia hevði bóltin í málinum, men
málskjúttin var rangstaddur.
Tí var neyðugt at fara til brots
skarpskapping fyri at finna ein
vinnara. Italia brendi fyrst, men
endaði við at vinna 4-2. Ashley
Young og Ashley Cole brendu fyri
Ongland. Italia skal nú møta Týsk
landi í hálvfinaluni.
trondur@sosialurin.fo
euro 2012
Fjórðingsfinalur
Tekstur: Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo
Brotssparkskapping:
1. Italia – Mario Balotelli:
Skorar, Joe Hart velur rætt, men skotið er ov gott 0-1
1. Ongland – Steven Gerrard:
Skorar, Til høgru fyri málmannin – eins og Balotelli 1-1
2. Italia – Montolivo: Brennur. Skotið ferð við síðuna av 1-1
2. Ongland – Wayne Rooney:
Skorar, eins og Gerrard skjýtur hann til sína egnu vinstru 2-1
3. Italia – Andrea Pirlo: Skorar:
lyftur bóltin í besta Panenka stíl róligt mitt í málið. 2-2
3. Ongland – Ashley Young: Brennur, Hart á tvørstongina 2-2
4. Italia – Nocerino: Skorar, róligt til vinstru. 3-2
4. Ongland – Ashley Cole: Brennur, Buffon bjargar til sína vinstru 3-2
5. Italia – Alessandro Diamanti: Skorar trygt. 4-2. Italia víðari
Marran endurtekur seg
Fótbóltur Enn eina ferð gjørdist ein brotssparkskapping endastatiónin hjá enska landsliðnum í
einum endaspæli. Italia var leikliga greitt omaná, men tað eydnaðist ikki bróta niður ensku verjuna
Brotssparkskappingar og Ongland:
Upptakt og tipping til
hálvfinalurnar verður
í blaðnum mikudagin