Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit vilja fegin takka øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Símun Waag Høgnesen fyrrv. koyrilærari f. 26. mars 1926 * d. 14. mai 2012 doyði og varð jarðaður. Takk til tykkum øll á deild M á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum vóru so ómetaliga góð við hann. Hann tosaði ofta um tykkara kærleika og nærleika. Takk til Hanus á Gørðum, Poul Færø og Atla Rasmussen fyri vitjaninar í heimi okkara; pápi segði, at hann kendi fløvan, tá ið tit komu á gátt. Hanus á Gørðum, presti, takka vit fyri góð og troystarrík orð fyri og eftir at pápi slóknaði, og fyri góðu taluna í kirkjuni. Takk til Poul Færø og Jóhan Henriksen fyri orðini í ávikavist kapellinum og kirkjuni. Takk til Róa fyri sera vakran sang í kirkjuni. Eina serliga heilsan senda vit til systkinabarnið, Eyð Petersen, sum hevur víst eitt ómetaligt hjartalag fyri pápa okkara seinastu tíð á fold. Eisini takka vit tykkum í Emmaus, sum skipaðu fyri ervinum. Orð eru fátøk, men hjartans tøkk til skyldfólk og vinfólk, sum hjálptu til á ymsan hátt. Takk til øll fyri heilsanir og uppringingar. Til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað, til øll, sum sendu blómur og kransar, eins og tykkum, sum sendu peningagávur til Emmaus, takka vit hjartaliga. Manni, Ólavur, Høgni, Birgir og Ingi við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálp, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Tryggvi Ragnarsson Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prestin Hanus á Gørðum fyri góð og troystarrík orð, tøkk til berarar, sangarar, kirkjutænararnar og gravarar. Tøkk fyri blómur, kransar heilsanir og peningagávur. Tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús, Magnus á Stongum lækna og Nærverkið. Tøkk til tykkum sum á ymiskan hátt hjálptu til. Og tøkk til tykkum mongu sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Vegna tey avvarðandi Ruth Beinta, Bogi, Ingi, Irdi, Rannvá og abbabørnini. Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaði maður mín og pápi okkara Ingvi Ragnarsson Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til reiðaríið hjá Ingva, Tor Shipping fyri einastandandi hjálpsemi. Takk til Magnus á Stongum, lækna og til Hanus á Gørðum, prest. Takk øll tit mongu, sum hjálptu okkum og vístu umsorgan í hesi sváru tíð. Takk, til kirkjutænararnar og tykkum ið sungu og spældu, fyri hátíðarliga jarðarferð. Takk øll, ið komu at fylgja og tit, ið hjálptu til við ervið. Takk øll tit, ið mintust børnini við eini gávu. Guð signi tykkum øll. Familjunnar vegna Anna Maria, Karin og Pravin Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir og abbi Eiler Juel Rasmussen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri heilsanir, køkur o.a. og tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum.Tøkk til Hanus á Gørðum prest fyri troystarík orð. Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávur til Klaksvíkar Hornorkestur. Tøkk til Hornorkestir fyri tann vakra sálmin tit spældu, tøkk til Andras og Páll fyri tykkara vakra fylgispæli saman við sálmasanginum og tøkk til Sofíu fyri at syngja so vakurt fyri abba sínum. Til seinast vilja vit takka tykkum mongu, sum fylgdu Eileri til hansara seinasta hvíldarstað Fyri tey avvarðandi Halgerð, Jógvan Juel, Maiken, Dagmar og Svend við fam. Tøkk Øllum tykkum, sum gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum 12. mai 2012, takka vit hjartaliga. Páll og Hildibjørg Sunnudagsskúli í Hoyvík Hvønn sunnudag klokkan 11 er sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju. Tú ert eisini vælkomin at verða við. Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju Snorri Brend (fartlf. 598599) www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo