mánadagur 25. juni 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Sum flestum kunnugt,
so eru stórar broytingar
hendar í politinum sein
astu 2 árini. Í desember
í 2010 skrivaði eg grein,
sum bar heiti: ”Eystur
oyggin í politistaloysi”. Í
greinini nevndi eg, at tað
tyktist mær sjáldsamt,
at Eysturoyggin við sín
um knapt 11.000 íbúgv
um, ikki skuldi hava
eina mannaða politistøð,
men at allir politist
arnir
skuldu
flytast
til
Klaksvíkar.
Hóast
heitt var á avvarandi
myndugleikar
um
at
støðga ætlaðu broyting
ini, so var tað ikki tikið
til eftirtektar.
22. september í 2011
var so kunnandi fundur
fyri øllum borgarstjórum
í Norðurøkinum, har
greitt var frá broytingu
num, sum skuldu setast
í verk fáar dagar seinni.
Fyri
okkum
borgar
stjórunum í økinum var
gjørt greitt, at á politi
støðini í Runavík komu
politistar ikki at arbeiða
dagliga, tí teirra arbeiðs
staður skuldi flytast til
Klaksvíkar.
Men,
tað
var gjørt púra greitt fyri
okkum, at opið kom at
verða hvønn yrkadag á
politistøðini í Runavík,
har tær verandi borgara
tænasturnar kundu av
greiðast, soleiðis sum
tær
frammanundan
høvdu verið. Eisini var
sagt, at sýslumaðurin
kom at verða hvønn
yrkadag á politistøðini,
og tá honum barst frá,
so kom ein politistur í
hansara stað.
Hetta, at borgaratæn
asturnar, sum høvdu ver
ið her í mong ár, fram
haldandi fóru at verða
og so at sýslumaðurin
ella ein politistur koma
at verða á politistøðini
hvønn yrkadag, tað var
sum plástur á sárið, tá
nú
allir
politistarnir
fluttu til Klaksvíkar.
Men, hvat nú? Bert
lítið ár seinni, so eru
aftur
broytingar
á
skránni. Eg frætti sum
tíðindi í býnum, at nú
var ætlanin at niðurlaga
virksemið á politistøðini
uppaftur meiri. Eg vendi
mær
tí
beinanvegin
til
økispolitileiðaran
fyri Norðurøki, fyri at
kanna um nakað var í
hesum, sum frættist. Vit
hava samskift um hetta
mál, og niðurstøðan er
púra greið, at sparingar
verða í økinum nú, og
økispolitileiðarin sigur
seg ikki kunna geva lyfti
um, at eingin skerjing
hendir á politisstøðini í
Runavík. Eg kann tí ikki
annað enn stúra fyri, at
virksemið á politistøðini
í Runavík enn einaferð
verður skert, og hvat
verður so endin!
Eg fari tí at heita á
avvarandi myndugleikar
at gera sítt til, at virk
semið
á
politistøðini
í Runavík ikki verður
niðurlagað enn einaferð,
soleiðis at tænastan í
økinum aftur versnar og
til seinast er burtur!
Er ætlanin
at steingja
politistøðina
í Runavík?
Magnus Rasmussen
borgarstjóri
Runavíkar kommuna
Miðbýarætlan fyri Havnina,
har kreativitetur er í hásæti
Andrea Heindriksdóttir
Ofta hevur verið frammi
at gera miðbýarætlan fyri
Havnini, og mong munnu
tey uppskot vera, sum liggja í
skuffunum á Vaglinum - men
hettar ger ikki nýggjastu
ætlanina, sum kom fram fyri
kortum, minni áhugaverda.
Hendan
nýggjasta,
er
tó á mangan hátt, ein sera
kærkomin
áminning
um,
at tað er umráðandi at fáa
miðbýin at mennast, so hesin
kann gerast eitt kraftsentur,
har allir føroyingar og út
lendingar við, kunnu kenna
á sær stórbýardám.
Tá
miðbýarætlan
skal
gerast, er umráðandi bæði at
hyggja frammeftir, men eisini
at taka tað við, sum onnur
undan okkum hava lagt
lunnar undir. Tað er í hesum
sambandi eisini umráðandi
at leggja eina langtíðarætlan,
so miðbýurin yvir ár, veruliga
verður útbygdur eftir eini
fastsettari ætlan.
Fleiri øki eru nevnd í
nýggju miðbýarætlanini, og
kanska serliga økið, niðri
í Vágsbotni, kann við hesi
ætlanini, gerast ein sonn
perla.
Eitt annað øki sum er sera
spennandi er økið millum
Sjónleikarahúsið og Komm
unuskúlan. Her verður lagt
upp til, at gera eitt torg har
skúli og mentan kunnu sam
starva.
Nógv hevur verið frammi
um, hvat skal gerast við
Kommunuskúlan, men hví
ikki hava skúla á hesum øki,
har skúli hevur verið í eina
øld ? – sjálvandi skal Havnin
hava ein miðbýarskúla. Mið
býarborgarar hava tørv á
einum nýhugsaðum og fram
sóknum miðbýarskúla eins
og høvustaðurin hevur tað.
Søguliga
staðið
har
Kommunuskúlin
liggur
í
dag, eigur ikki bara at gerast
til okkurt hissini, heldur
eigur staðið at nýtast til tað,
sum upprunaliga ætlanin
er, nevniliga skúla har ung-
dómur flokkast - eisini aft
aná skúlatíð.
Kommunuskúlin hevur,
til allar tíðir, verið ein skúli
fyltur við mentanar - og
listatilboðum. Hettar hóskar
væl saman við ætlanini at
gera mentanartorg millum
Sjónleikarahúsið og skúlan.
Arbeiðið við at leggja
Venjingarskúlan og Komm
unuskúln saman í eina eind
er gleðiligt og gongur sum
skilst væl. Hesin samanlagdi
skúlin, fer at hava nógvar
nýggjar møguleikar við sær.
Guli bygningurin sum
har standur í dag eigur at
takast niður, og nýggjur
skúli byggjast, við atliti til, at
skúlin eisini kann gerast eitt
mentanarligt kraftsentur í
miðbýnum, har havnarborg
arar kunnu savnast.
Havandi í huga at heim
urin hungrar eftir kreativum
fólki, og at allar kanningar
vísa at list saman við ítrótti,
eru fremstu átøk, fyri at
menna
innlæringina
hjá
børnum, eiga vit at ganga
undan á hesum øki.
Her mitt í Havnini er
møguleikin at byggja ein
skúla sum ein kreativan
depil, har rúm fæst fyri skúla,
frítíðarskúla, framførslum,
framsýningum og øðrum
kreativum virksemi. Á henda
hátt kann virksemi fyri ung,
sum í dag heldur til í ótíðar
hóskandi hølum í Margarin
fabrikkini eisini, sum ein
heilt nattúrligur partur, hava
rúm her.
Nútíðar skúlin skal byggj
ast eftir nútíðarleisti, og tí
krevst opinleiki, nýhugsan
og árræði at bróta uppúr
nýggjum.
Vit eiga, nú vit skriva 2012,
at tora at hugsa nýtt, tora at
hugsa skúla inn í eina nógv
breiðari eind, har pláss er fyri
aktiviteti allan sólarringin
- eina eind sum liggur mitt
í býnum, og tí fær gagn av
tí sum miðbýurin hevur at
bjóða, og miðbýurin fær
gagn av tí sum hesin hevur
at bjóða.
Sjónvarpið og eldsbrunin
Bjarti Thomsen
Nólsoy
Sjónvarpið er farið dekan ov
langt av leið í síni jagstran av
Heðin Mortensen, og skuldi
heldur viðgjørt viðkomandi
spurningar, sum syndarligi
eldsbrunin á Ravnsoyarvegi
setir.
Byggimyndugleikin eigur
ikki alla ábyrgdina av, at vind
eygu eru hóskandi. Um so er,
eigur umsókn og góðkenning
at fyriliggja hvøjraferð eitt
vindeyga skal skiftast, og tá
er 'byrokratiið' farið ov langt.
Tí hevur eigarin, og tann sum
ger arbeiðið, ábyrgd av, at
reglur verða fylgdar.
Tann
mest
álvarsami
spurningurin, eftir sorgar
leikin á Ravnsoyarvegi, er,
um tað er skilagott ella ikki
at hava barnasikring á vind
eygum, og um hetta kann
gerast á annan og betri hátt.
Tað nyttar onki, at vind
eygaopið er nóg stórt, um
barnasikring forðar fyri, at
børn sleppa út í eini neyð
støðu. Hetta er høvuðs
spurningurin, sum eitt hósk
andi svar skal finnast til.
Tá miðbýarætlan skal ger
ast, er umráðandi bæði at
hyggja frameftir, men eisini
at taka tað við, sum onnur
undan okkum hava lagt
lunnar undir. Tað er í hesum
sambandi eisini umráðandi at
leggja eina langtíðarætlan,
so miðbýurin yvir ár, veruliga
verður útbygdur eftir eini
fastsettari ætlan