mánadagur 25. juni 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tann, ið ikki kennir søg
una, ger ofta óneyðug og
til tíðir álvarsom mistøk
og hevur ofta trupult
við at vísa nýggjar slóð
brótandi
og
gevandi
leiðir.
Hetta rann mær í
huga, nú eg ein dagin,
ein lokalpolitikari við
sorg vísti á støðuna
á staðnum og minti á
farna tíð, tá flakavirki
vóru á nærum hvørjum
tanga.
Fara vit longur aftur
í tíðina, so vóru uml.
10.000 fiskimenn móti
uml. 1500 í dag. Skulu
vit sostatt endurskapa
fortíðina ella skulu vit
bróta upp úr nýggjum?
Svarið er einfalt, og
valdu politikararnir eiga
at ganga á odda. Tað er
tað, teir eru valdir til at
gera.
Og var so alt nógv
betur fyrr í tíðini?
Fyri tað fyrsta, so er
ein gomul og vælprógv
að sannroynd, at teir
'góðu, gomlu dagarnir'
eru ein illusión, sum
minni okkara manipu
lerar til veruleika við
eini
kraftigari
burt
eliminering av tí illa, so
leiðis at bert teir góðu
partarnir standa eftir.
Fyri tað næsta, so er
fortíðin farin og kemur
aldrin aftur.
Ein politikari eigur
allarminst av øllum at
gráta yvir at tíðin við
tíðini gerst fortíð. Tað er
fullkomuliga meinings
leyst. Onkur aktivur og
visionerur eigur í slíkum
føri at avloysa hann,
ongantíð ov skjótt.
Men tað, sum vit í
mongum
førum
eru
vitni til, er, at fullkomu
liga visiónsleysir breyð
politikarar, ið ofta ikki
klára at loysa egnu
trupulleikar, nýta polit
iska rúmið til at fremja
egin áhugamál, meðan
fólkið skal gjalda idiotiið
og misnýtsluna og siga
takk afturfyri. Einasta
visiónin er vorðin egni
peningapungurin.
Men so leingi ein
meiriluti í fólkinum góð
tekur, at so er, so mugu
vit øll finna okkum í tí.
Eftir øllum at døma,
so finna fleiri og fleiri
individuellar loysnir og
búsetast í øðrum lond
um - einamest í Dan
mark. Hetta er væl skilj
andi, sjálvt um tað er
sera harmuligt og - upp
á sigt - sera skaðiligt fyri
land og fólk.
Kanska áttu vit at
hugt frameftir - men
lært aftureftir, so høvdu
vit møguliga kunnað
funnið haldgóðar loysn
ir. Men vilja vit tað?
Liva fram
eftir – lær
aftureftir
Dagfinnur Danbjørg
Framferðahátturin hjá
Sjónvarpinum kærdur
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Eg vildi helst sloppið undan
at gjørt fleiri viðmerkingar
til hetta málið.
Byggiloyvið í Ravnsoyar
gøtu varð fyri tað fyrsta
givið, áðrenn eg bleiv borgar
stjóri. Eg havi tí ikki orsøk til
at káva útyvir ella goyma
nakað. Men tað sum eg krevji
er, at starvsfólk í kommununi
fáa eina virðiliga og sakliga
viðgerð. Og so er ikki í hesum
føri.
Fyri tað næsta hevur mál
ið verið meldað - og komm
unan bleiv fríkend.
Fyri tað triðja er hetta
endað sum eitt stríð, sum
Kringvarpið førir móti Tórs
havnar Kommunu og mær
persónliga. Hetta er eitt stríð,
har Kringvarpið eftir mínum
tykki brýtur øll fjølmiðlaetisk
mørk. Vit hava sæð løgnar
konspiratiónsteoriir um for
fylging og "karaktermorð" av
ávísum borgara verið bornar
fram sum objektiv tíðindi.
Vit hava sæð sjónvarps
prát, har spurningarnir hava
verið so leiðandi, at eingin
kann vera í iva um, at hetta
ikki snýr seg um objektivan
tíðindaflutning.
Hetta
er
Kringvarpið móti Tórshavnar
Kommunu!
Og so sóu vit fríggja
kvøldið
upptøkur,
sum
vóru gjørdar eftir at eg helt
upptøkutólið verða sløkt.
Hetta er greitt brot á góðan
fjølmiðlasið - og tað varð
enntá gjørt so snildisliga, at
upptøkumaðurin fór burtur
frá upptøkutólinum fyri líka
sum at signalera, at tólið varð
sløkt.
Men yvirskiftin í Degi &
Viku var, at eg skuldi hava
hótt journalistin.
Seinni um kvøldið fór so
tíðindaleiðarin uppí kam
panjuna, og tók tað heilt
óvanliga stig, at hon skrivaði
eitt lesarabræv, sum var eitt
langt álop á meg. Nær er tað
hent fyrr?
Eg segði við journalistin,
at hann skuldi hoyra frá
einum advokati. Tað haldi
eg ikki vera at hótta - hevur
hann sítt uppá pláss, er jú
einki at óttast.
Men eg skal viðganga,
at uttan mun til óærliga at
burðin hjá journalistinum
skuldi eg ikki havt lopið
framav. Men eg vóni at fólk
skilja, at tað hevði sína orsøk.
Tað var jú so sólarklárt, at
tað er jú ikki sannleikan,
Kringvarpið vil hava fram.
Eg skuldi, við teirri vitan
eg havi ikki havt játtað at gera
hatta prátið við journalistin.
Eg skuldi stillisliga havt sagt
við hann, at eg sjálvsagt ikki
kann taka lut sum statistur í
hesi kampanjuni, sum Kring
varpið førir.
Tað kann væl vera, at
Kommunan kanska hevur
gjørt onkrar feilir í sambandi
við almennu umrøðuna av
hesum máli.
Men hetta er eitt ógvuliga
eymt mál. Tað viðkemur
nógvum fólkum, og tað eru
nógv menniskjalig atlit at
taka. Tí er sera umráðandi,
at ein almenn viðgerð av
málinum er saklig.
Og tá ein fjølmiðil týðuliga
fer eftir tí øvuta - nevniliga at
skapa eina sensatión og geva
onkrum ávísum skuldina fyri
eina syndarliga vanlukku
- tá skal kommunan sum al
mennur myndugleiki ikki
spæla við.
Nú fari eg so ikki at spæla
við meir.
Framferðarhátturin
hjá
kringvarpinum verður lagd
ur fyri viðkomandi myndug
leikar at meta um - og so taka
vit málið harfrá.
Skattakrónurnar til sølu
fyri hægstbjóðandi
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin
Skattakrónur hjá Tórshavnar
Kommunu verða nú lýstar til
sølu. Á Facebook – á einum
staði, ið nevnist Rótikassin
– ber til at geva eitt boð
upp á skattakrónurnar hjá
borgarunum í Tórshavnar
kommunu.
Í besta Brixtofte-stíli er
kappingin hjá sitandi bý
ráðsmeiriluta til komandi
býráðsval byrjað. Tað verður
yvirbjóðað hvønn dag fyri at
tekkjast veljaranum. Tað sein
asta var so, at tínar skatta
krónur nú verða seldar – í
Rótikassanum hjá Facebook
– 20.000 skattakrónur fyri
16.000 krónur!!!
Fyrst blivu umleið 300.000
krónur brúktar til eina kam
panju um at koyra buss –
gratis, sum sagt verður.
Men sannleikin er, sum
øllum kunnugt, at busskoyr
ingin ikki er ókeypis. Tað
kostar
skattgjaldaranum
23 millliónir krónur at hava
bussleiðina koyrandi.
Ikki hvønn dag, tí koyrt
verður ikki sunnudag og
seinnapart
leygardag.
So
um tú arbeiðir ella annars
ætlar tær frá húsum í viku
skiftinum, ert tú kortini
noyddur at hava bil.
Ein partur av busskam
panjuni var, at fólk kundu
svara nøkrum spurningum
og vera við í einum lutakasti
at vinna eitt gávukort á
20.000 krónur frá einum
ávísum súkkluhandli.
Her gekk tað so fullkomi
liga galið í hesum jubii-jubii
ørvitiskampanju.
Tí
nú
kunnu fólk keypa sínar egnu
skattakrónur – gávukortið
– á Facebook! Eg meini tað!
Tað koyrir bara!
PS. Eg ynski tí, sum vann,
hjartaliga til lukku við vinn
inginum.
Tann, ið ikki kennir søg
una, ger ofta óneyðug og
til tíðir álvarsom mistøk
og hevur ofta trupult
við at vísa nýggjar slóð
brótandi og gevandi leiðir