Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ólavur Presley gevur ikki upp – Hetta árið hevur verið strævið, men nú kenni meg aftur fullan av orku, sigur Ólavur Klakk. Seinastu hálva árið hevur hann verið álvarsama sjúkur, men nú hevur hann tað so mikið gott, at hann ætlar sær aftur á pall at framføra Rannvá G. Fossaberg Hann er kendur sum sangarin, ið strippaði á palli, hann, sum eina­ferð skuldi heingja seg á eini konsert, og sum festiligi klaks­ víkingurin við stórum k. Talan er um 63 ára gamla Ólav Klakk, sum av mongum eisini er kendur sum Ólavur Presley. Hóast hann er raktur av sjúku, kundi hann í farnu viku hátíðarhalda 45 ára starvsdag hjá Føroya Bjór, og sambært honum sjálvum er hann heldur ikki heilt liðugur við at undir­halda. Brúkti kamb sum mikrofon – Tónleikur hevur altíð verið ein stórur partur av mær, og mær hevur altíð dámt væl at undir­ hildið og skipað fyri tiltøkum, ið hava við tónleik at gera, sigur Ólavur, sum minnist, hvussu hann sum 14 ára gamal fekk sína fyrstu tón­leikauppgávu. Hetta var á mat­stovuni Café Venus, sum eis­ini bleiv rópt Kemme´s Bar í Klaksvík. – Har var ein stálbandupptakari, og mín ábyrgd var at taka upp av Radio Luxemburg. Tað var serliga Beatles, Jim Reeves og sjálvandi eis­ini Elvis, sum vit lurtaðu eftir tá, greiðir Ólavur frá. Um hetta mundið kom hann við í tón­leika­ bólkin Kjallaraorkestrið, sum var hansara fyrsti bólkur. Teir, ið mannaðu bólkin afturat Ólavi, vóru Leivur Petersen, Kristin Baldvinsson, Dánjal Klakk, Kári Lindberg og Sylvi Hansen. – Vit spældu nógv hjá Bobby Bare, minnist eg. Og so plagdi eg at brúka ein kamb sum mikrofon, sigur Ólavur og flennur við sínum eyðkenda láturi. Honum dámdi so mikið væl tónleikin, sum var tá í tíðini, at fyrsta lønin, hann for­ vann í eini feriu, fór til nakrar single­plátur. – Summarið í 1965 var eg feriu­ avloysari hjá Føroya Bjór, og fyri ta fyrstu lønina keypti eg single­ plátur frá millum annað Little Richard, Beatles og Elvis, sigur Ólavur. Júst pláturnar hjá Elvis høvdu stóra ávirkan á tann unga klaksvíksingin. – Líka síðan eg keypti fyrstu single­plátuna hjá Elvis, havi eg dyrkað hann. Onkursvegna dámdi mær væl, at Elvis var ein rebellur og tordi at gera uppreistur, greiðir Ólavur frá. Ólavur strippaði á palli Sum 18-20 ára gamal var hann virkin í bólkinum Scare Crows, sum millum annað hevði kon­ sertir í Lognbrá og í Gomlu Dansi­ stovuni. – Tá var tað mest country, ið vit spældu. Vit góvust sum bólk­ ur í 1972, og tá slapp eg at royna meg sum disc jockey í Atlantic Disclovers, har sum mentanar­ húsið Atlantis er í dag, sigur Ólavur. Har var diskotek bæði hós­kvøld og fríggjakvøld, og Ólavur og aðrir tónleikaáhugaðir skift­ust um at vera disc jockeys. Hetta sama árið leitaðu tveir aðrir menn í Klaksvík, Rudolf Joensen og Sonhard Johannesen eftir einum sangara til ein nýggj­ an bólk. Ólavur var til dystin fús, og bólkurin Ólavur Presley and His Dirty Rag Rags, bleiv stovn­ aður. Ein bólkur, sum skjótt gjørdi vart við seg á føroyska tónleika­ pallinum. – Vit vóru ongantíð serliga musi­kalskir, haldi eg meg kunna siga, men vit vildu bara undirhalda og geva fólki eina stuttliga og øðr­ vísi uppliving, greiðir Ólavur frá. Tá Ólavur Presley and His Dirty Rag Rags fóru á pall, vóru teir so sanniliga eisini øðrvísi í mun til aðrar føroyskar bólkar tá í tíðini. Serliga vakti tað ans, tá Ólavur byrjaði at strippa til kon­sert­ir­ nar. – Tað var ikki vanligt, at nakar læt seg úr klæðunum upp á handa mátan í 70unum. Fyrstu ferð, eg stóð á palli í ongum øðrum enn undirbuksum var á Glyvrum. Eg gjørdi tað bara spontant, so hinir í bólkinum vistu heldur ikki av tí, minnist Ólavur og vísir á, at konsertirnar hjá bólkinum skuldu vera líka so nógv fyri eyguni sum fyri oyruni. – Eg minnist einki til, at fólk vóru illa ella kendu seg stoyttan av tí, at eg strippaði á pallinum. Tað var bara eitt stuttligt og annar­leiðis innslag, sigur Ólavur, sum tó ikki vildi hava, at myndir av hon­um í berum undirbuksum skuldu koma í bløðini. – Av respekt fyri mínum nærm­ astu bønaði og bað eg altíð fjøl­ miðlarnar um ikki at seta undir­ buksamyndir av mær í bløðini. Og tað ynskið bleiv eftir­líkað rættiliga leingi, sigur Ólavur. Eftir eina konsert hjá Ólavi Presley and The Rabbits í Havn í 1975 var ein mynd av Ólavi í undir­buksum tó at síggja í einum nýggj­um myndablaði. – Tá reageraðu fólk, og tey søgdu bæði eitt og annað, minnist Ólavur. Hongdi seg á konsert Tað er ikki einans við strippi, at Ólavur hevur gjørt vart við seg. Á eini konsert í 1974 í gomlu fim­ leikar­høllini í Klaksvík fekk hann eitt hugskot, sum kundi gjørt av við hann. – Tá hevði eg staðið á palli í berum undirbuksum nakrar ferð­ ir, so hesaferð skuldi okkurt heilt annað henda. Vit skuldu hava eina live heinging, sum var løgd til rætt­is niður í minstu smálutir, í meldrinum – Vit vóru ongantíð serliga musikalskir, haldi eg meg kunna siga, men vit vildu bara undirhalda og geva fólki eina stuttliga og øðrvísi uppliving ...framhald á síðu 6