mikudagur 27. juni 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
greiðir Ólavur frá og heldur
fram:
– Eg skuldi syngja lagið »25
minutter endnu« hjá Poul Dissing,
meðan eg stóð á tveimum ølkass
um úr træ og við eini lykkju um
hálsin, sigur Ólavur. Tað, sum
áskoðararnir ikki vistu, var, at
Ólavur eisini hevði ein enda um
armarnar, sum skuldu tátta í
ístaðin fyri lykkjan um hálsin.
– Rudolf kom og sparkaði øl
kassarnar undan mær, men hvat
hendir? Eg havi leikað so nógv í
á pallinum, at bandið, sum var
um armarnar, hevði førkað seg,
soleiðis at lykkjan veruliga fór
at stramma um hálsin, fortelur
Ólavur. Lykkjan táttaði so mikið
nógv í, at Ólavur svímaði og var
vekk eina løtu.
– Tá dugdi eg at síggja, at tað
var kanska at gera í so nógv av
at hava eina live heinging á pall
inum, so tað bleiv bara gjørt ta
einu ferðina, sigur Ólavur, sum
ikki bleiv serliga bangin av hend
ingini.
– Tað gjørdi mær ikki tað
stóra. Í dag dugi eg væl at síggja
tað øra í tí, men eg má siga, sum
er, at eg angri einki. Men nú skal
eingin fáa vónir um at at síggja
stripp ella heinging á komandi
framførslum hjá mær, tí tað
verður so ikki gjørt aftur.
Lívsstarvið á Føroya Bjór
Hóast hann fyri langari tíð síðan
er hildin uppat við bæði stripp
og heinging, so hevur Ólavur alla
tíðina hildið fast við at gera nakað
annað, sum honum dámar væl. At
arbeiða hjá Føroya Bjór. Í farnu
viku kundi hann hátíðarhalda
sín 45 ára starvsdag.
– Eg byrjaði har sum 18 ára
gamal, og minnist meg rætt, stóð
eg við skolimaskinuna ta fyrstu
tíðina, greiðir Ólavur frá. Honum
dámdi væl arbeiðið og treivst
beinanvegin,
hóast
arbeiðið
mangan var strævið.
– Vit plagdu at fáast við træ
kassar við eini 50 fløskum í, so tú
kanst ætla, at tað var hart arbeiði
hjá einum 18 ára gomlum drongi,
sigur Ólavur og leggur afturat,
at teir tappaðu nógvar fløskur
tilsamans hvønn dag:
– Vit plagdu at tappa eini 200
kassar við ljósøl hvønn dag, 100
kassar við maltøl og 100 kassar
við jolly. Og so vóru eisini øll hini
sodavatnssløgini, so vit høvdu úr
at gera, greiðir Ólavur frá. Hann
heldur, at tað er ein heilt ávís
orsøk til, at hann hevur verið á
sama arbeiðsplássi øll hesi 45
árini.
– Trivnaðurin hevur nógv at
siga á einum arbeiðsplássi, og
mær dámdi altíð væl at vera til
arbeiðis. Serliga fyrr ornaðu vit
tað mesta sjálvir og høvdu eitt
fantastiskt
samanhald,
sigur
Ólavur. Serliga væl minnist
hann ta tíðina, tá fimm av starvs
feløgunum vóru við á tiltikna
66-liðnum.
– Vit vóru allir starvsfelagarnir
ótrúliga áhugaðir í fótbólti og
fylgdu væl við í øllum dystum.
Tað gekk ómetaliga væl hjá KÍ
tá, so mangan var stuttligt at
hava verið til fótbóltsdyst og so
at skula til arbeiðis dagin eftir,
sigur Ólavur.
Hann hevur bara einaferð ver
ið óheppin, tá hann hevur verið
til arbeiðis.
– Fyrra ár fekk eg caustic
soda á annan fótin og brendi fót
in illa. Ístaðin fyri at leita mær
læknahjálp alt fyri eitt valdi eg at
bíða, men tað skuldi eg ongantíð
gjørt, sigur Ólavur, sum bleiv
sjúkrameldaður í fýra mánaðir
orsakað av óhappinum við evn
inum, sum verður nýtt undir
framleiðslu á Føroya Bjór.
Sjúkan skal ikki vinna
At verða sjúkrameldaður í fýra
mánaðir tóktist tá sum long tíð,
men seinasta hálva árið hevur
Ólavur heldur ikki verið til ar
beiðis hjá Føroya Bjór. Í desember
í fjør gjørdist hann álvarsliga
sjúkur.
– Tíðliga um morgunin 19.
desember vakni eg við óvanliga
nógvari pínu í búkinum. Eg ætli
mær til arbeiðis, men ístaðin
blívi eg sendur suður á Lands
sjúkrahúsið, greiðir Ólavur frá.
Kanningar vístu, at Ólavur hevði
bruna og krabba ymsastaðni í
búkinum.
– Sjálvandi var tað ræðuligt at
fáa hesi boðini, men eg avgjørdi
við meg sjálvan og segði eisini
við læknarnar, at eg gevi ikki
upp uttan víðari. Eg vil kempa,
fortelur Ólavur. Fyrst í januar
bleiv hann lagdur undir skurð og
hevur líka síðan verið í viðgerð.
Ólavur dylir ikki, at hann til tíðir
hevur ynskt, at hann ikki var
Ólavur Presley, sum øll kenna, nú
meðan hann hevur verið sjúkur.
– At byrja við vildi eg halda
sjúkuna loyniliga, tí eg tímdi og
orkaði ikki, at øll skuldu fara at
spyrja og práta við meg um sjúk
una. Men tílík tíðindi ferðast
skjótt, so nógv vistu um mína
heilsustøðu innan heilt stutta tíð,
sigur Ólavur, sum síðani hevur
tosað opið um sjúkuna. Síðani
hann kom í viðgerð hevur gingið
rætta vegin, og Ólavur kennir seg
eisini nógv betur fyri nú.
– Eg bleiv so øgiliga klænur, tá
ringast stóð til, men nú byrja fólk
at siga við meg, at eg síggi betur
út, so tað kann ikki vera heilt
galið, sigur Ólavur og smílist.
Góða hýrin hevur hann ikki
mist.
– Tað skega er, at undir einum
tíðarskeiði við sjúku, sum hjá
mær, kemur mann í samband við
nógv fólk, sum mann annars van
liga ikki plagdi at koma saman
við. Tað var eitt sindur løgið, at
fólk, eg ikki kendi, søgdu seg biðja
fyri mær, men eg segði bara takk
fyri tað, fortelur ein takksamur
Ólavur, sum tó ikki heldur seg
vera stórvegis broyttan, eftir at
hann fekk staðfest krabba.
– Eg skal hvørki roykja ella
drekka, og so ansi eg eftir, hvat
eg eti, sigur Ólavur og skundar
sær at leggja afturat:
– Men tað merkir ikki, at
gestir, sum koma her á gátt, ikki
kunnu fáa eina øl. Tað havi eg
altíð bjóðað gestum, so tað geri
eg framvegis.
Fer á pall í summar
Ólavur kennir seg so mikið væl
nú, at hann hevur játtað at upp
traðka á sjálvum Summarfesti
valinum í Klaksvík, sum verður
í august.
– Eg trongdi til at hugsa um
okkurt annað enn sjúku og alt
tað keðiliga. So hví ikki brúka tíð
upp á at fyrireika eitt brak av eini
framførslu á Summarfestival
inum, sigur Ólavur, sum ongantíð
var í iva um, at hann fór at orka
at framføra á festivalinum.
– Eg visti, at eg fór at klára
tað, og tí segði eg ja. Eg og His
Dirty Rag Rags hava vant í eina
tíð, og longu nú kann eg lova, at
tað verður eitt show við gomlum,
kendum løgum og eisini eini trim
um nýggjum sangum, fortelur
Ólavur. Hann er ógvuliga spentur
at skula á pall aftur, og sambært
limunum í bólkinum, er hann
væl fyri.
– Hanus G. Johansen segði
herfyri, at hann skilti ikki, at eg
skuldi eitast at vera tann sjúki, tá
eg var tann, sum hevði so nógv
meira orku enn teir allir tilsam
ans, sigur og Ólavur og flennur.
Og Ólavur Presley hevur
funnið orkuna aftur og gleðir seg
til allar tær góðu løturnar, hann
hevur fyri framman.
– Fyrst er tað framførslan
á Summarfestivalinum, og í
oktober fara eg og teir tíggju vin
menninir í 49ers ein túr uttan
lands, so tú kanst ætla, at eg havi
nógv at síggja fram til.
Ólavur Presley hevur funnið orkuna
aftur og gleðir seg til allar tær góðu
løturnar, hann hevur fyri framman
Mynd: Eydbii Myndir
...framhald frá síðu 4