mikudagur 27. juni 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nú verður Hotel Øravík
kanska eldradepil í Suðuroy!
Tað verður kanska úrslitið
av, at hotellið fórst illa av eldi
fyrst í mai.
Tað hendi tá ið ein maður
gjørdust frá sær sjálvum
og gekk runt í Suðuroy við
byrsu, har hann eisini setti
eld á fleiri staðni á hotellin
um.
Hotellið fór rættiliga illa
av eldinum og Uni Mortensen
stjóri á hotellinum sigur, at
fyribils hevur tryggingin
mett, at tað fer at kosta góðar
tvær milliónir at gera skaðan
aftur.
Tá er innbúgvið og yms
ur útbúnaður ikki við og tað
kostar kanska nøkur hundr
aðtúsund afturat.
Hóast hotellið brann, er
tað opið, so tað ber væl til
at gista á tí og at fáa morg
unmat, men døgverða fáa
tey ikki bjóða fyrrenn um-
vælingarnar eru gjørdar.
Væl hóskandi
Og nú stórar umvælingar
skulu gerast á hotellinum
kortini, hevur Uni Mortensen
so vent sær til Tvøroyrar
Kommunu og bjóða teimum
tað til eldradepil.
Tekur kommunan av, kann
tað innrættast til endamálið,
nú tryggingin skal til arbeiðis
á hotellinum kortini.
Hann heldur, at hotellið er
væl hóskandi til endamálið, tí
tað er alt í einari hædd og har
eru nógv kømur, matstova
og stórur salur til fundir og
tiltøk og eisini uttanfyri er
gott pláss.
– Nú hotellið skal gerast
aftur fyri góðar tvær milli
ónir, ber tað til at gera tað
rættiliga væl hóskandi til at
hýsa eldri, tí fyri so nógvar
pengar kann nógv gerast
– Eg haldi, at eldraøkið er
illani forsømt, staðfestir Uni
Mortensen.
Men hann ásannar sam
stundis, at summir politik
arar eru ikki samdir og at
tørvurin er nøktaður.
– Tann, sum sigur, at
tørvurin á eldraøkinum er
nøktaður, letur bæði eygu og
oyru aftur, tí vit vita, at tað
er ikki so.
Eitt, hann hugsar sær til,
at hotellið kann brúkast til,
er umlætting til fólk, sum
liggja á sjúkrahúsi, og sum
eru ov óhjálpin til at verða
útskrivað, men sum kortini
kunnu klára seg við eitt sind
ur av hjálp.
Men talan kann eisini
verða um eldrabýli og alskyns
onnur endamál til frama fyri
tey eldru.
Skal vera dýrt
Men hann heldur, at viðhvørt
er endamálið við politikki
ikki at finna bíligar loysnir.
– Tá ið politikarar fara í
holt við nakað á eldraøki
num, skal talan altíð verða
um
forkromaðar
loysnir,
sum kosta tað hvíta út úr
eygunum.
Hann
skilir
ikki,
hví
skattaborgarans
pengar
skulu oyðslast burtur, tá ið
tað kann gerast væl bíligari.
– Eg veit ikki, hví bygging
til eldri altíð skal vera so dýr
og flott, tí tey eru sanniliga
ikki von við luksus.
– Tað átti at verið fremsta
uppgávan hjá politikarum
at farið so skynsamt um
skattaborgarans pengar, sum
gjørligt.
Uni Mortensen heldur, at
verður ein eldradepil gjørdur
í Øravík, hevur tað nógvar
stórrakstrarfyrimunir
við
sær.
Eitt nú ivast hann ikki í, at
tað hevði verið nógv bíligari
at savna fleiri eldri á einum
staði.
– Eg ivist eisini í, hvussu
heppið tað er, at øll eru
heima, tí mangan føla tey
eldru seg tryggari, tá ið tey
eru saman við øðrum.
Lunkað
Hinvegin
harmast
Uni
Mortensen um móttøkuna,
uppskotið fekk í Tvøroyrar
býráði, tá ið málið var til
viðgerar hóskvøldið.
Hann heldur, at býráðs
limir vóru heldur lunkaðir.
Málið fór í sosialu nevnd
til víðari viðgerð og hann
hevur ikki stórar vónir um
at nakað spyrst burtur úr.
– Tað tykist ikki sum um
at Tvøroyrar Kommuna vil
nerta eldraøkið og umber
ingin er tann, at tað er ein
landspolitisk uppgáva.
Hann dylir kortini ikki
fyri, at hann undrast á rað
festingarnar hjá kommun
uni.
– Tá ið tað ræður um tey
eldru, ber onki til, men tá ið
tað ræður um ítrótt ber alt
til, heldur hann fyri.
Kanna málið
um at gera
hotellið til
eldradepil
Sosiala nevnd hjá Tvøroyrar Býráð fer nú at viðgera
spurningin um at gera Hotel Øravík til eldradepil.
Tað samstykti býráðið hósdagin.
Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, hevur
hoteleigarin hevur skotið upp, at ein eldradepil verður
gjørdur á hotellinum.
Malla Dam, forkvinna í sosialu nevnd, sigur, at málið
er ikki búgvið at taka støðu til og tískil má tað kannast
gjølligari.
Málið er ikki ein kommunal uppgáva og spurningur
er, hvussu nógv kommunan skal binda seg fyri í einum
málsøki, kommunan ikki umsitur.
Eftursum at hetta ikki er eitt kommunalt mál, er tað
tórført at gera nakað við tað.
- Vit halda, at einastu ráðini eru, at nú hotellið skal
umvælast, er at gera tað so væl hóskandi til rørsutarnað,
sum gjørligt.
- Men vit halda, at hetta er eitt sera áhugvert mál og
at húsið liggur væl fyri.
Malla Dam heldur eisini, at tað er ein spurningur um
hetta býráðið, sum fer frá um eitt hálvt ár, kann binda
eitt komandi býráð fyri eina so stóra uppgávu, sum í
veruleikanum er ein landsuppgáva og sum kanska
verður lagt undir kommunurnar um hálvtannað ár,
gongst sum ætlað hjá landsstýrinum.
Eldradepil
Skaðin, Hotel Øravík fekk eftir eldáseting fyrst mai, er fyribils mettur at kosta yvir
tvær milliónir at umvæla. Og nú stórar ábøtur kortini skulu gerast, heldur stjórin
at tað hevði verið eitt hugskot at gjørt tað til ein eldradepil í Suðuroy
Bjóðar Hotel Øravík
fram sum eldradepil
ELDRAØKI Nú Hotel Øravík varð herjað av eldi og skal byggjast aftur,
hevur eigarin bjóðað Tvøroyrar Kommunu tað til ein depil fyri eldri