Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Viðarlundin í Havn er eitt friðstað mitt í býnum, og dag og dagliga leita fólk sær í viðarlundina at njóta friðin. Tað gera fólk alt ár og ikki minst í góða veðrinum, og nógv hava eisini frá. Men onkuntíð er viðar­ lund­in hugnaligari enn beint nú. Tað hevur verið turt so leingi, so lítið vatn er í ovaru tjørnini, og hin er skróvturr. – Nei, ikki sær tað gott út, og fólk eru sera hørm, sigur Tróndur Leivsson, skógar­ fúti. Hann ber ongan ótta fyri fuglinum, tí hann kann flyta seg. Men ilt er at gera nakað við sjálvar tjarnirnar. Í gom­ ul døgum bar til at lata ein krana upp, so vatn rann í tjarn­irnar, men tað er ikki so einfalt longur, tí nú hevði verið neyðugt at farið við brandslangum og pumpað vatn úr Havnará. Tað er ov kostn­aðarmikið, sigur Trónd­ ur Leivsson. Órudd Nakað annað er óhumskan í tjarnunum. Tjarnir verða reinsaðar væl nøkur ár ímill­um, men javnan fer ein røktingarmaður í viðar­ lundina at taka tað ringasta upp, fløskur, plastposar og annað. Tað er slíkt, sum fólk hava tveitt frá sær, ella tað er fokið við vindinum. Hin óhumskan kemur frá fuglinum, sum drýtur, og fuglurin tveitir fjarðar av sær. Nakað er eisini breyð, tí hesa tíðina eru dunnurnar ikki so svangar og verða helst meira fóðraðar enn annars. Men nú eru útlit til, at vatnstøðan í tjarnunum í viðarlundunum fer at hækka. Regn er í væntu. Skróvturt í viðarlundini Óvanliga turra veðrið ger, at dunnurnar í viðarlundini í Gundadali ikki fáa verið á aðrari tjørnini, har botnurin er alt annað enn vakur á at líta