Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Ein ordans málageipan hevur seinastu dagarnar verið á familjustovuni á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Pinku­børn, eitt sindur størri børn, for­eldur, ommur, abbar og lang­omma. Tey flestu hava eftirnavnið Gudmundsen, og øll eru úr Sandavági. Hent er tað heilt óvanliga, at trý systkin fingu børn dag um dag. Allar mammurnar hava tó ikki ligið á føðideildini í senn, tí tann fyrsta var so væl fyri, eftir at hon hevði átt, at hon og barnið fóru heim sama dag. – Nei, tað so seg bara so. Tað var ikki tilætlað, siga tey. Felags fyri tær tríggjar mammurnar er, at tær allar áttu áðrenn tær vóru settar at eiga. Ein varð sett at eiga 1. juli, ein 4. juli og ein 6. juli. – Tá ið eg so átti 22. juni, hildu hini, at nú var spælið spilt, men so áttu hinar eis­ ini fyri tíðina, sigur Vanja K. Davidsen, sum fekk ein son saman við Hjarnar Gud­ mund­sen. 24. juni fingu Albjørg Gud­mundsen og Viljormur David­sen ein son, og dagin eftir fingu Tóra Gudmundsen og Høgni M. Joensen eina dótt­ur. Tey hugsa sær til, hvussu verður, tá ið tey trý javn­ gomlu sysktkinabørnini fara at hava føðingardag. Skulu tey skiftast ella hava felags føðingardag. Tað vil tíðin vísa. Longu nú hava tey avrátt, at børnini skulu berast til dópin umleið hálvan august, tí summi av teimum búgva í Danmark. Tey skulu doypast sama dag og í sama vatni í Sanda­ vágs kirkju. Skulu doypast í sama vatni Trý systkin úr Sandavági fingu børn dag um dag Tvær ernar ommur, langomman Hjørdis Johansen og omman Malan Gudmundsen við nýggjastu skotunum á ættartrænum Her eru nýføðingarnir og foreldur teirra Myndir: Magnus Gunnarsson