Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Kinesararnir koma Tað er ikki bara sum íleggj­arar, at kinesararnir eru farnir at gera vart við seg á okkara leið­um. Tey seinastu árini eru støðugt fleiri kines­isk ferðafólk komin hend­ anvegin, og í Ís­landi tosa tey um ein rætti­ligan og veksandi ferða­fólka­ streym úr Kina. Ársæll Harðarson, sum er økisstjóri hjá Ice­land­air í Asia, vænt­ar 12.000 kines­isk ferða­fólk til Ís­lands í ár og 15.000 næsta ár. Tað er ein stórur vøkstur, tí í 2010 komu bara 5.000 kines­ isk ferðafólk til Íslands. Íslendski bankin Arion hevur roknað seg fram til, at útlendsk ferða­fólk leggja í meðal 152.000 íslendskar krón­ ur eftir seg í Íslandi, og er tann metingin røtt, fáa íslendingar 1,8 milliard krónur burtur úr teim­um 12.000 kinesisku ferða- fólkunum, sum vitja í ár, skrivar Morgunblaðið. Grønland tekur íløgulán Mánadagin skrivaðu grøn­lendska landsstýrið og Den Nordiske Invest­ eringsbank undir eina av­talu um, at Grønland lænir 350 milliónir krón­ ur úr bankanum. Lánið skal rindast aftur eftir 15 árum, og tey fyrstu sjey árini hevur lánið fasta rentu. Maliina Abelsen, sum um­situr fíggjarmál í lands­stýri­num, sig­ur við KNR, at lánið skal brúk­ast til at fíggja eitt vat­norku­verk við Ilulis­ sat. Verkið skal eftir ætl­anini takast í nýtslu í 2013, og tá fara fýra teir størstu býirnir í Grøn­ landi umframt Narsaq og Tasiilaq at fáa sína elorku frá vatni. Herumframt tryggjar lánið úr norðurlendska íløgubankanum, at gjald­ førið hjá landskassanum í 2013 er tryggjað. Finska arbeiðs­ loysið nógv vaksið Arbeiðsloysið í Finnlandi vaks sera nógv í síðsta mánað. Nýggj tøl hjá finsku hagstovuni vísa, at arbeiðsloysið var 9,5 prosent í mai sam­an­ borið við 8,4 prosent í apríl. Ein orsøk til tann stóra vøksturin er, at í mai byrja nógv lesandi at søkja sær arbeiði. Hóast tann stóra vøksturin var arbeiðs­ loysið í mai 0,3 prosent minni enn í sama mánað í fjør. Tilsamans 266.000 finn­lendingar vóru ar­ beiðsleysir í síðsta mán­ að, og tað var 8.000 færri enn í mai í fjør. Livialdurin er hækkaður støðugt tey seinastu umleið 200 árini, og tað er einki, sum bendir á, at steðgur kemur í hesa gongdina, sigur granskarin Helge Brumborg við norska kringvarpið. Í fjør var meðal livialdurin hjá norskum monnum 79 ár, og serfrøðingar meta, at í 2100 verður hann 90 ár. Hjá kvinnum var meðal livi- aldurin í fjør 83 ár, og hann verður sambært serfrøðini 93 ár, tá hendan øldin endar. Helge Brumborg sigur við NRK, at betri viðgerð fyri krabbamein og hjartasjúkur er ein orsøk til, at livialdurin hækkar, og hetta saman við betri livikorum, betri bú­staðarviðurskiftum og øðrum kann gera, at norskir menn fara at liva 93 ár í meðal og norskar kvinnur 99 ár, sigur granskarin. Hann leggur afturat, at heilsan er meginorsøkin til, at fólk liva longri, og at ser- liga eitt hevur sera stóran týdning - at færri roykja. Skjótt liva norðmenn 100 ár Betri livikor, fleiri og betri heilsutilboð og minni royking gera, at um nøkur fá ættarlið fara tey flestu í Noregi at fylla 90 ár og meiri enn tað Átak ímóti skotskum sjálvræði byrjað Fyrradagin byrjaði eitt tvørpolitiskt átak í Skotlandi, hvørs mál er at fáa skotar at venda sær frá ætlanini at loysa landið frá hinum partinum av Bretlandi Alex Salmond, sum stendur á odda fyri skotsku heima­ stýr­isstjórnini, og sum er formaður í skotska loys­ingar­ flokkinum SNP, ætlar at hava fólkaatkvøðu um loysing. Eftir hansara tykki er eingin ivi um, at skotar eiga at kvetta kongssambandið við ong­lendingar, sum hevur ver­ið í gildi síðani 1707. Hann og SNP eru langt síðani farnir undir eitt átak, sum skal sannføra skotar um, at teir fara at standa seg betur í øllum lutum sum sjálv­støð­ ugt land. Teir skotsku sambands­ menninir siga harafturímóti, at tað verður betur fyri tað skotska fólkið, at landið verður verandi saman við hinum partinum av Bret­ landi. Hetta ætla teir at vísa skotum við herferðini, sum hevur fingið heitið "Better together" ella "Betri saman", ið fór í gongd mánadagin. Oddamaður fyri átakinum er fyrrverandi bretski fíggj­ ar­mála­ráðharrin Alistair Dar­ling, sum er ættaður úr Skot­landi. Tá átakið varð sett í verk mána­dagin, segði hann, at skotar hava rætti­liga stórt sjálv­ræði við egnari stjórn og egn­um lóg­gávu­tingi, men at teir eisini hava gagn av at vera partur av Bret­landi og bretska sam­veld­inum innan ES og ST. Alistair Darling legði afturat, at spurn­ingurin um loysing ella sam­band verður tann týdningar­mesta av­gerðin hjá skotum tey næstu árini. Allir teir politisku flokk­ar­ nir í Onglandi taka undir við átakinum "Better together". Tá hendan øldin endar, fara norskar kvinnur at liva næstan 100 ár í meðal Mynd: Polfoto Maliina Abelsen úr IA umsitur fíggjarmál Mynd: KNR Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Alistair Darling ( næstuttast til vinstru) gongu á odda í stríðnum ímóti skotskari loysing Mynd: Polfoto