mikudagur 27. juni 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Á Útoyggjastevnuni í Svínoy
leygardagin helt hon, sum
borgarstjóri í Klaksvík røðu,
har hon millum annað kom
inn á tann stóra og aftur
vendandi spurningin: - Hvørj
ir møguleikar eru at troyta
í Svínoy? Og hvussu kann
oyggin mennast?
Hon endaði røðu sína við
at nevna tað, sum ein svín
oyarvinur nevndi, tá ið ar
beitt var við samanlegging
av Klaksvíkar og Svínoyar
kommunum.
Vísandi til tað nógva
slættlendi, sum er her, nevndi
hesin staðkendi maðurin
fýra høvuðsmøguleikar, sum
tað eru fleiri ymiskar mein-
ingar um.
Tann fyrsti møguleikin
var ein flogvøllur. Tað ber
væl til at gera ein flogvøll
tvørtur um Eiðið og fram við
tí sunnara víkararminum
og út á Dragan. Longdin
er umleið 3500 metrar í 30
metrar hædd.
Tann næsti møguleikin
var ein menning innan land
búnaðinum. Gunvá vísti á, at
her eru sera góðir møguleikar
fyri at havt stórdrift innan
landbúnað.
Triði
menningarmøgu
leikin hjá Svínoy var Frítíðar-
endamál. Til Frítíðarendamál
er oyggin sera væl egnað,
bæði til at hava summarhús,
og til lættari og tyngri gongu
túrar alt árið.
Tann fjórði og seinasti
møguleiki er búseting.
Til bústaðarendamál er
oyggin sera væl egnað, segði
Gunvá við Keldu, borgarstjóri,
sum fegnaðist um, at gongd
er komin á vinnuligu menn
ingina, eftir at smoltstøðin er
latin upp í Svínoy.
snorri@sosialurin.fo
Fýra møguleikar
at menna Svínoy
Ein møguleiki at tryggja hesi útoyggj livilíkindi í framtíðini er at
byggja ein flogvøll. – Hetta er í øllum førum eitt uppskot, sum
mong kortini munu vera ivasom um, sigur Gunvá við Keldu.
Saman við danska Kort og
Matrikkelstyrelsen hevur
Landsverk nú dagført sjó
kortini fyri Føroyar, og hevur
í hesum sambandi máta dýpið
við Høgnaboða av nýggjum.
Í hesum sambandi funnu
teir fleiri kneysar aftrat her
eystan fyri Nólsoynna.
Høgnaboði
er
ein
av
størstu og mest vandamiklu
boðunum í føroyskum hav-
og sjóøki. Flestar føroyskar
skipsmanningar
kenna
hann, meðan manningar á
útlendskum skipum hava
kent seg rættiliga ótryggar
við Høgnaboða.
Í dýrdarveðri næstseinasta
fríggjadag var økið kring
henda boðan mált upp av
nýggjum. Henda uppmáting
vísti, at Høgnaboði er settur
saman av tveimum boðum
og fleiri grynnum uttanum.
Boðarnir hava eitt ummál,
sum er umleið 300 x 400
metrar. Dýpið er í miðal um
sjey metrar.
Men við nýggju uppmát
ingini vórðu tríggir kneysar
funnir afturat, har dýpið
einans er 6,6 metrar. Tá er
hædd ikki tikin fyri aldu og
vánaligum veðri, sum sjálv
andi ger at miðaldýpdin í
slíkum líkindum kann minka
munandi.
Viðkomandi sjókort yvir
Føroyar verða nú dagførd við
nýggjastu
upplýsingunum
frá teimum seinastu uppmát
ingunum.
Hetta fer ivaleyst at økja
um trygdina og trygdar
kensluna hjá teimum, sum
nýta hesa sjóferðsluleið.
Funnu tríggjar kneysar
aftrat við Høgnaboða
Tað er Trivnaðarbólkurin
fyri Miðvág og Vatns
oyrar sum hevur arbeitt
við hesum, og á seinasta
fundi í bygdaráðnum
í Vága kommunu varð
hetta málið umrøtt.
Undan
fundinum
hevði
umsitingin
í
kommununi havt málið
til viðgerð.
Her mælti trivnaðar
nevndin til, at ein skuldi
byrja at gera hetta økið
sunnanfyri sparkivøllin
í bygdini, meðan bæði
tekniska
nevndin
og
fíggjarnevndin hinvegin
mæltu til at kanna málið
nærri.
Tá málið kom fyri á
bygdaráðsfundi 14. juni
varð samtykt at geva
loyvi til at byrjað verður
at gera hetta økið sunn
an fyri sparkivøllin í
Vatnsoyrum.
Samstundis varð sam
tykt, at ein skal arbeiða
víðari við økinum norð
uri við ánna.
snorri@sosialurin.fo
Sambært Fiskeribladet
Fiskaren var tað friðar
heiðurslønin til kines
isku Liu Xiaobo í 2010
sum lat marknaðin upp
fyri føroyskum laksi til
henda stóra og skjótt
vaksandi marknaðin.
Noreg má bara geva
fleiri friðarheiðurslønir
til Kina, sigur ein føroysk
kelda við blaðið.
Fram til 2011 seldu vit
laks hagar fyri millum
1 og 4 norskar milliónir
krónur. Men eftir alt
stríðið um friðarheiðurs
lønina og fylgjandi boy
kott – um ein sær tað við
kinverskum eygum – er
útflutningurin
vaksin
sera nógv.
Í fjør seldu vit fyri
einar 78 mió norskar
krónur av laksi, sum so
líðandi er vorðin millum
týdningarmestu markn
aðum okkara.
– Kina leitaði sær eft
ir øðrum fiskasløgum,
eftir at hann norski
fiskurin varð útihýstur,
váttar stjórin í Marine
Harvest
í
Føroyum,
Hans Jákup Mikkelsen
fyri blaðnum.
Norski útflutningur
in hagar minkaði rætti
liga nógv, men hevur í ár
tikið seg spakuliga fram
aftur.
Fríøki skal gerast
í Vatnsoyrum
Í eina tíð hevur verið arbeitt við
at gera eitt fríøki í Vantsoyrum
Nobel fær Kina
at keypa laks
úr Føroyum
Føroyski útflutningurin av
laksi til Kina vaks sera nógv í
fjør. Ein orsøk til hetta kann
vera norska Nobelnevndin
LIVILÍKINDI
Hóast fá fólk búgva í Svínoy, og miðalaldurin høgur, kann enn gerast nakað fyri at bygdini kann vera lív lagað