mikudagur 27. juni 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góð 100 fólk arbeiða
við havnarlagið á Eiði
- Tað kemur væl við, at fyrrverandi Norðís er latið uppaftur, og eg havi skilt, at rættiliga støðugt fiskaarbeiði
hevur verið á virkinum. Eg haldi ikki, at vit hava nakað serligt arbeiðsloysi í kommununi, sigur Rólant
Poulsen, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sum ikki ætlar sær at stilla uppaftur á næsta kommunuvali
Vilmund Jacobsen
Við havnalagið á Eiði og á
ídnaðarøkinum sunnan fyri
bygdina eru fleiri størri og
smærri virkir, umframt at
virksemi eitt nú er við gerð
av aliringum, sum Kj Hyd
raulik stendur aftanfyri.
– Eg vil meta, at her arb
eiða stívliga 100 fólk til
samans, og tað eru vit, sum
standa í oddinum fyri kom
mununa – og bygdarfólkið í
síni heild – sera fegin um.
Áðrenn nýggir eigarar lótu
uppaftur fyrrverandi Norðís,
skiltist, at eini níggju fólk í
kommununi vóru arbeiðs
leys. Á fiskavirkinum arbeiða
nú eini 45 fólk, og tí halda vit
ikki, at arbeiðsloysi er í
kommununi í dag.
Umframt Norðís, er eisini
Bátafiskur á bryggjuni, sum
hevur virksemi við fiski.
Rólant Poulsen vísir á, at
tvey skip eisini hava fingið
heimstað á Eiði - hitt fyrra
fyri eini tíð síðan og hitt
seinna herfyri.
– Hetta eru tvey smærri
línuskip, sum bæði hava
verið heimahoyrandi í Runa
víkar-økinum, Volunteer og
Mýlingur, sum er fyrrverandi
Margit. Tað er manning og
feløg, ið eiga hesar bátar, og
skipari á Mýlingi er eiðis
maðurin, Ian Thomsen.
Gongur væl
Rólant Poulsen, sum hevur
sitið í Eiðis bygdaráði í
skjótt 12 ár og sum hevur
verið borgarstjóri hetta sein
asta valskeiðið, ætlar sær
ikki at stilla uppaftur, nú
kommunuval verður aftur
til heystar.
– Eg eri 63 ár, og eg haldi,
at vit eiga at lata yngri og
nýggjari kreftir sleppa fram
at at royna seg.
Hann letur annars væl at
gongdini í kommununi, sum
tilsamans telur 663 fólk.
– Á Eiði búgva umleið 600
fólk, og hini umleið 63 búgva
við Ljósá og í Svínáum.
Á Eiði er stór og góð havn, bæði til skip, deksfør og smærri bátar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Rólant Poulsen hevur
verið í Eiðis bygdaráði
í næstan 12 ár, og hesa
seinastu setuna hevur
hann verið borgarstjóri