mikudagur 27. juni 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Borgarstjórin fegnast um,
at skattainntøkurnar í ár
samanlagt eru nakað hægri
enn undanfarna ár.
– Tað hevur eisini gjørt
góðan mun, at rentan er
lækkað, og at rentubyrðan er
minkað. Vit hava 15 miljónir
krónur í láni, og rentan er
4,2%. Ein álíkning liggur um
22 miljónir krónur, og tað
merkir, at Eiðis kommuna
liggur einar sjey miljónir
krónur niðan fyri eina álík
ning.
Rólant Poulsen fegnast
eisini um, at tað hevur eydn
ast Eiðis kommunu at goldið
10 miljónir krónur niður á
lánini seinastu trý árini.
Væl útbygt
Hóast fíggjarstøðan í Eiðis
kommunu er góð, merkir
tað ikki, at kommunan er
afturútsigld, hvørki á barna-,
skúla-ella eldraøkinum.
– Vit hava nýggjan barna
garð til seksti børn, skúla til
120 børn, tó at barnatalið í 1.-
7. flokki bara liggur millum
60 og 70, og vit hava eldra
sambýlið við 15 búplássum.
Haraftrat hava vit ítróttar
høll, og vit hava eitt rúmligt
og gott havnalag. Vit hava
eisini eina góðkenda spilli
vatnsætlan, og borgararnir í
kommununi
fáa
reinsað
drekkivatn.
Borgarstjórin vísir á, at
Eiðis kommuna samstarvar
við Sunda kommunu um
Felagsskúlan á Oyrarbakka
– og við kommunurnar í Eyst
uroy annars um stóra Røktar
-og Ellisheimið í Runavík.
– Ivaleyst hevði tað verið
meiri nærliggandi, at vit
vóru saman um ellisheimið
Mørkina í Streymnesi, men
nú eru vit so saman um
heimið í Runavík, leggur
hann aftrat.
Skúlasamstarv
Rólant heldur, at tá skúlin
á Eiði hevur so nógv av
lopspláss, hevði tað kanska
verið eitt hugskot at havt
10. flokk á Eiði. Hetta hevði
samstundis lætt um trýstið
á Felagsskúlan.
– Men Felagsskúlin á Oyr
arbakka er nú útbygdur, og
tíverri gjørdist byggingin
væl dýrari enn upprunaliga
ætlað. Minnist eg rætt, skuldi
útbyggingin
upprunaliga
kosta 18 miljónir krónur, men
endaði uppi á 27 miljónum.
Við ársenda gjørdu vit sam
an við Sunda kommunu av
talu at býta lánini eftir
einum
býtislykli
millum
kommunurnar báðar. Eftir
fólkatalinum yvirtóku vit
soleiðis umleið 1/3 av láns
skuldini, sigur hann.
Rólant Poulsen sigur, at
Eiðis kommuna er væl fyri
og kann veita tær tænastur,
sum ein nútíðarkommuna
krevur.
Hóast fíggjarstøðan í Eiðis kommunu er góð, merkir tað ikki, at kommunan er afturútsigld, hvørki á barna-,
skúla-ella eldraøkinum. Við havnalagið og á ídnaðarøkinum sunnan fyri bygdina er væl av virksemi
Mynd: Vilmund Jacobsen
... ein álíkning liggur um 22 miljónir,
og tað merkir, at Eiðis kommuna liggur
einar sjey miljónir niðan fyri eina álíkning...
Andlát
Mánadagin 25. juni andaðist í
Eysturoyar Røktar- og ellisheimi
Tóra Hansen
ættað úr Nólsoy
búsitandi í Funningsfirði, 89 ára gomul.
Farið verður av Eysturoyar Røktar- og
ellisheimi hóskvøldið 28. juni
kl. 19.00 í Nerija á Skála.
Jarðarferðin verður úr Nerija á Skála til
kirkjugarðin í Elduvík fríggjadagin
29. juni kl. 14.00.
Børnini
Tit, sum ynskja at minnast Tóru við blómum ella
kransi, kunnu í staðin lata eina gávu til Nerija á Skála.
Konta í peningastovnunum.
Eiðisfólk slett ikki fyri samanlegging
- 80% av fólkinum í Eiðis kommunu eru ímóti samanlegging við Sunda kommunu, og hesa avgerð hevur
bygdaráðið staðfest, sigur Rólant Poulsen, borgarstjóri
Vilmund Jacobsen
Tá fólkaatkvøða var um
kommunusamanlegging hin
3. mai, vóru fólk í Eiðis
kommunu ikki í iva. Á
fólkaatkvøðuni høvdu tey
tveir kostir í at velja –
samanlegging við Sunda
kommunu ella ei.
Stórur meiriluti
Rólant Poulsen, borgarstjóri
í Eiðis kommunu, sigur, at í
fólkinum var eingin ivi –
ikki í verandi løtu í hvussu
er.
– Úrslitið av fólkaat
kvøðuni gjørdist, at umleið
80% av fólkinum søgdu nei
til samanlegging.
Hann vísir á, at eftir
fólkaatkvøðuna
hevði
bygdaráðið
fund,
og
tá
staðfesti tey avgerðina hjá
fólkinum.
– Vit halda, at tað er
fólksins vilji, sum eigur at
sleppa at ráða, og tí stað
festu vit, at tað verður
eingin samanlegging, so
leiðis sum støðan er.
Ikki fyri
Heldur ikki í Eiðis bygdaráð
hevur nakar serligur áhugi
verið fyri samanlegging við
Sunda kommunu.
– Vit eru sjey, sum manna
bygdaráðið, og eg veit ikki
um nakran, sum greitt tekur
undir við, at Eiðis kommuna
verður
løgd
saman
við
Sunda kommunu.
Rólant Poulsen vísir á, at
hann sjálvandi ikki veit,
hvat hvør einstakur bygd
aráðslimur atkvøddi á fólka
atkvøðuni, men hann heldur
ikki, at nakar alment hevur
sagt seg taka undir við
samanlegging.
– Vit høvdu bara hendan
eina
valmøguleikan
á
fólkaatkvøðuni hin 3. mai,
og hann varð altso vrakaður
av fólkinum, leggur Rólant
Poulsen, borgarstjóri, aftrat.
Fólk í Eiðis kommunu vilja ikki leggja
saman við Sunda kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
... vit halda, at tað er
fólksins vilji, sum eigur
at sleppa at ráða...