Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Mánadagin 25. juni fylti ein av okkara mætastu og mál­ køn­astu mentamonnum, Hanus Kamban hálvfjerðs ár. Vit báðir hava kenst í tey stív­liga trýss av árunum, ja, líka síðani vit spældu í somu gøtu í Havn. Vit vóru báðir ”naturali­ ser­aðir” havnardreingir; – hann úr Skúgvi, eg úr Skála­ vík. Men vit høvdu møður úr Havn. Hetta skapti, hóast ald­ursmunin ein vissan andi­ ligan felagsskap í tí ambi­ valentu tilgongdini til tann kultu­rella og máls­liga identi­ tetin. Tá ið vit seinni komu at hittast dagliga á VBV, har hann gekk í preliminerskúla og eg í studenta-skúla, vóru vit hvørki bygda- ella havnar­ frell, men eyðmjúk føroysk »frell«, sum longdust og stardu eftir tí intellektuella Europa og øllum tí, sum hesin fan­tast­iski verðinspartur hevði av­rikað! Vit prátaðu javnliga sam­ an, bæði um søgu, politikk og mentamál. Hanus var gløggur eygleiðari og eftir aldrinum óvanliga væl informeraður um bæði samfelagsmál, skald­skap og list. Hann var bein­leiðis belisin og las longu tá alskyns europeiskan skald­ skap, men hann hevði eisini stóran áhuga fyri tí sindri, sum til var av føroyskum skaldskapi, ikki minst Janusi Djurhuus og Heðini Brú. Fyrst í 60´unumr hópaðust vit aftur í Kjøpinhavn, har vit m.a. fleiri ferðir skipaðu fyri studenta-kabarettum, bæði við tilfari og leiki. Eitt stutt skifti arbeiddu vit saman sum blaðstjórar á Oyggjaskeggja. Hanus las týskt og týskar bókmentir. Mitt í 60´unum var hann blaðstjóri á stu­ denta­blaðnum, Fjølni hjá MFS. Tey intellektuelt spenn­ andi árini í Kjøpinhavn vóru allarhelst avgerandi fyri lívs­ leiðina hjá Hanusi. Tað var har, hann av álvara fór at fáast við seriøst tekstarbeiði, sum seinni gjørdist hansara lívsstarv. Longu í 60´unum skriv­ aði og týddi hann nakað av prosa-tilfari, men í 70´unum fór Hanus av álv­ara at skriva kronikkar ella smá essays í føroyskum bløð­um m.a. í Sosialinum. Hetta vóru málsligar perlur, sum fólk vóru hugtikin og ov­farin av. Evnavalið var viðhvørt kontro­versielt og ikki sørt pro­vo­ker­andi, men síð­ani 1968 hevði tann jour­nal­ist­ iski stílurin verið rætti­liga bondskur í okkara granna­ lond­um, og Hanus var avgjørt ávirkaður av tí rákinum, sum tó enn ikki rættiliga hevði rinið við í Føroyum. Av hesi or­søk gjørdist hann næstan pionerur sum djarvur og arg­andi samfelags-revs­ari. Hanus legði einki í purist­ ar­nar. Hann skrivaði tí lætt, elegant og ókrukkut og var akkurát sum Janus Djur­huus og Rikard Long ikki bang­in fyri at brúka præcis fremm­ and­orð, har tey vóru mest hóskandi. Knappliga var før­oyskt blivid eitt hent in­ tellektuelt amboð og ikki ein stirvin og fjøtrandi spenni­ troyggja Biografisk brøgd Í 1979 debuterar hann sum biografur við bókini »Kveikt og kannað« um menta­mann­ in, Rikard Long, sum líkasum Hanus sjálvur andøvdi harð­ liga ímóti tí turrgeldu pur­ ismuni. Fimtan ár seinni í 1994 ger Hanus seg lidnan við tað størsta biografiska verk­ ið, sum nakrantíð er kom­ið á føroyskum, nevniliga trí­ binds-teggjan um okkara risa­skald, J.H.O. Djurhuus. Á hesum ævisøguliga øki verð­ ur Hanus ikki tikin og er av­ gjørt tað allarstørsta talentið, vit eiga. Tað er ikki bara tann litte­rera søgan, tann góði mál­burð­urin og tann liv­ andi stílurin, sum hug­tekur lesaran. Nei, Hanus rúnar­ bindur eisini við sínum sjáld­ sama dramatiska hegni, sum ger, at sjálvt relativt banalar gerandishendingar verða spenn­andi at hoyra og lesa um. Fólk gjørdust kløkk, men sjálvandi eisini fegin um, at før­oyskt mál kundi brúkast so virtuost og prægnant. Tað er eingin ivi um, at teir snøggu kronikkarnir og tey spennandi essays, sum Hanus legði fyri við longu í 60´unum hava mykt honum málið og lagt grundina undir tað handarlagið, sum skal til fyri at gera biografiskt til­far bæði viðkomandi og inte­ress­ ant. Hanus hevur eisini út­ givið stuttsøgur og yrking­ar. Í skaldskapi sínum soli­dari­ serar hann seg oftast við ser­lingin, tann forfjónaða, tann minni menta og tann fá­tæka. Hann hevur sum so mangur social­demo­kratur frá hesi tíðini psyko­log­iska um­sorgan og sterka sociala indigna­tión. Men hann loft­ar sær so væl málsliga og hartil ofta humor­istiskt, at bøk­ur hansara eru alt annað enn turr social­realisma. Hann hevur stórt søgu­ligt og inter­ natio­nalt flog, tá ið hann skriv­ar ella yrkir síni fyndar­ orð. Europeiskur mentamaður Hanus hevur ofta í bæði fjøl­miðlum og debattum poin­terað, hvussu nógv av okkara kulturarvi kemur frá Týsklandi og Frankaríki, og hvussu nógv, vit skylda hesum europeisku gigantum. Tað er eingin ivi um, at hann er forharmaður um, at tað yngra liðið er so illa upplýst um hesi londini, teirra mál og europeiska kontinentala mentan yvirhøvur. Hanus, sum so mangur annar, ógvast um, at vit eru við at blíva anglosaksiskir heimføðingar. Tað skelkar hann, at tey, sum skulu formidla kulturelt til­ far í dag, ofta eru eiðasør, bæði í týskum og fronskum. Tey eru av óvart blivnir anglo­manir heimføðingar. Tí áttu hesi fólk at kompensera við at brúkt vitandi menn, eitt nú Hanus og aðrar sum teirra mentorar og kulturellu leiðbeinarar. Fyri trimum árum síð­ani fór Hanus at kroka und­an tí anglo­saks­iska hegl­ingi­num og tók sær eitt heilt árs uppi­ hald í tí týska uni­versi­tets­ bý­num Freiburg, har hann mýkti sær tað týska málið og studer­aði alskyns týska ment­an. Freiburg liggur stutt frá franska markinum, so har ber væl til at oysa úr báð­um kulturum. Freiburg er, hóast hann ikki hevur nógv meira enn 200.000 íbúgv­ar, ein sera pulserandi menta­býur; universitetið er nógv umhildið og fær les­a­ndi frá næstan øllum Baden-Würtem­berg. Sum eitt kurios­um kann nevnast, at býurin hevur eitt tað elsta gistingar­húsið í øllum Europa enn í brúki. Tað er næstan 900 ára gamalt. Freiburgar-árið var eitt avgjørt intellektuelt stimbr­ andi ár fyri Hanus, og vit hava longu fingið mangan góð­an prosastubba frá hon­ um síðani, og hartil er nógv í umbúnað. Hanus fer tíbetri ikki at leggja frá sær fyribils, hann er fullur av virkisfýsn. Tað intellektuella arbeiðið hjá Hanusi er so fjøllbroytt og fevnir so víða í okkara lítla samfelagi, at hesar reglur eru bara brot og glottar og kunnu sjálvandi bara lýsa ein part av hansara miðvísa aktiviteti sum føroyskur kultur-formidlari. Tá ið hugs­ að verður um, hvussu lítið og fátæksligt Parnassið hjá okk­ um roynist, so er tað ófatuligt, at kringvarpið og bløðini ikki brúka Hanus meira, enn tey gera. Hanus var inkarneraður útiseti í nógv ár. Vit eru nógv­ir úti­setar, sum ynskja hon­um hjarta­liga til­lukku við deg­num, og vit vænta eisini, at nógv fer at síggj­ast frá hans­ara mál­hegnigu hond í mong ár enn. Virgar T. Dalsgaard Hanus vorðin hálvfjerðs Týski rithøvundurin Günter Grass skrivar í bók síni "Mín øld" um samfelagsrevsaran og anar­kistin, skaldið Erich Müh­sam, sum varð fyri­beind­ur í fanga­leg­uni Oranien­burg í juli 1934. Hóast hann í sam­full­ar 17 mán­að­ir varð pínd­ur so illa, at kona hans­ara ikki kendi hann aft­ur, tá ið hon slapp at vitja hann, læt hann seg ikki vika. Tvørturímóti sat hann fattur og andbráður og end­ur­gav úr egnum yrk­ ing­um og yrkingum hjá Schiller, tá ið hann varð av­ hoyrdur av SA. Günter Grass skrivar, frá sjónarhorninum hjá SA- yvirmanninum, sum stýrdi avhoyringini: "Sjálvt um hann hevði mist fleiri framtenn, endur­ gav hann sum stóð hann á leikpallinum. Á ein hátt var hetta láturligt, men hinvegin ... Harafturat gjørdist eg østur av nasabrillunum á jøda­nøs hasara ... Enn meiri av rivunum í báðum gløs­unum ... Og so brosaði hann óvik­andi eftir hvørja endur­geving ..." At tað er vandamikið at tala at teimum, sum valda, eru dømini mong um, eisini í sam­tíð okkara. Talu­frælsið hóv­ar sjáldan teimum ráð­ andi, og sjálvt í Føroyum, er tað so sum so við, hvussu talufrælsið verður røkt. Í løtuni tykist tað mest sum, at tey ráðandi heldur vilja nýta sítt frælsi til at tiga, enn at siga øðrum, hvør ætlanin er við tí politikki, tey umboða. Men tíbetur eru eisini nøk­ur, ið vita, hvussu týð­ andi talufrælsið er, og eitt hitt fremsta umboðið fyri hetta er Hanus Kamban. Hanus hevur, við altíð væl brýnda penni sínum, verið ein kyndlaberi fyri frælsa orðaskiftinum, og tað er tíbetur ongin, sum er friðaður fyri Hanus­ar greiningum av valds­mis­ nýtslu og skilaloysi í sam­ felagnum. Tað er ongin loyna, at Hanus altíð hevur kent seg mest heima á vinstra­ vonginum, men Hanus dug­ ir sum fáur at síggja virðið í tí, eisini at kritisera "síni egnu", sum hann so mangan eisini hevur gjørt. Hanus snobbar ikki fyri nøkrum, hvørki høg­ um ella lágum, og tað er hansara størsta styrki sum samfelagsrevsari. Har ið teir ráðandi bara síggja og ilsk­ast um rivurnar í brillu­gløs­unum, og har smá­sinnið øsir seg upp um at verða órógv­að í sínum gerandissvøvni, stendur Hanus óvikandi fattur fram við sínum penni og orð­um, sum altíð geva veru­ leikanum og sann­leikanum fleiri litir, fleiri brigdi, enn hann hevði áðrenn. Takk skalt tú hava fyri tað, Hanus, og hjartaliga til lukku við degnum. Javnaðarflokkurin Ein anti­ snobbari fyllir 70 Føðingardagsheilsan, sum Rigmor Dam bar fram vegna Javnaðarflokkin á 70 ára føð­ ingar­dagshátíðarhaldi fyri Hanus Kamban sunnudagin 24. juni 2012 í Steinprenti á Skálatrøð