Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Breivik: eitt vinstravent úrslit Agga Niclasen meining@meyl.fo Islam er enn, Breivik ella ei, tann mest kryplandi og óvanda religiónin. Og tað mest ironiska av øllum er, at hann hevur gjørt tað upp­ aftur torførari at tosa um henda sannleika Eg hevði lovað mær sjálvum ikki at skriva um Anders Breivik, og hevði tað ikki verið fyri teimum eftirfylgjandi skarnsgerðunum, ið fylgdu massakruni fyri knøppum ári síðani í Norra, hevði eg eiheldur gjørt tað. Tær eru tvær í tali: fyrst ódámliga ábreiðsluspælið hjá politiska klassanum vinstru­ megin miðjuna, hvat var væntandi, og síðani revsingin, hasin ólátaði fanin ætlandi fær. Tað er revsingin, rættvísið!, ið veruliga fær meg uppfrá, tá ið formligt rættvísi í besta norðurlendska stíli opin­ beriliga prædikar, at ein ófyrigevandi óreinskapur, har tú systematiskt avrættar eina mannamúgvu, gevur 12 ára fongsul. 21 ár í hansara føri, tí ríkisákærin nýtir terror­ greinina, men óansæð svarar revsingin, ella hevndin, um tú vilt, til sirka 4 mánaðir fyri hvørt dripið menniskja, tá ið hann burdi verið, fyrst totalt ignoreraður, síðani fongslaður fyri lívið. Tað burdi tí verið hetta, “revsingin”, eg valdi burturúr. Men nei. Ov deprimerandi. Eg vildi tí ikki umrøða hatta bakbeistið nágreinandi, men líka síðani sorgarleikin á Utøya í fjør hevur prátmikli vinstrivongurin gjørt sær dælt av ræðuleikanum við at geva høgravonginum skyld­ ina fyri hasa skarnsgerðina. Moralskum vingulskøltum líkt var tað í væntu, men fyri tað er tað ikki minni skak­ andi og óhoyrt. Og tí er tað, at oyðandi effektin av niður­ skjótingini í Norra ikki longur støðgar við henni. At lurta at var tað mest­ sum ein lætti fyri evrope­ iska vinstrivongin, at terror­ gerðin ikki var útinnt av eini jomfrúfikserandi skegg­ bavian, men einum ljós­hærd­ u­m “kristnum funda­mental­ isti” (og hervið hent ignorera tann veruleika, at tað ikki er av tilvild, at hin gevaldigi prosentparturin av yvirgangi verður framdur av harð­skaps­ trúgvandi mus­limu­m). Lætti transformeraðist skjótt til ábreiðslu. Tað gekk ikki ein vika áðrenn odda­ greinir í vinstravendum bløð­um nepsaðu týðandi høgra­vendar viðmerkjarar sum Mark Steyn og Douglas Murray fyri annaðhvørt at igno­rera ella undirspæla Brei­viksa slakt sum gerðin hjá einum svaklingi. Eisini Aayan hirsi Ali, hatta “is­ lamiska” svarið uppá Martin Luther, fekk vinstrasinnaðan kærleika at føla; ikki tí, henn­ara aftursvar til mót­ part­in var vanliga nett og sting­andi við heldur at lasta afturágangandi multi­ kulturalismu og national­ romant­iskan samleika­poli­ tikk fyri hópdrápið. Ein teirra, ið ikki kundi bara sær at skora nøkur bílig sosial­demokratisk poeng, og serliga nú, tá ið hansara uppdragandi og terapeutiski vælferðarstatur kortini er undir demografiskari og ideo­ l­ogiskari avvikling, var Thor­ bjørn Jagland, fyrr­ver­andi norskur forsætis­ráðharri. Hann varð siteraður her og har ávarandi, at vit øll høvdu verið ov “upptikin” av “radi­ kalum islam”... eitt sam­heiti fyri “heitur eldur”, hugsi eg. At ikonoklastiskir mein­ ings­myndarir á høgra­vong­ in­um fáa at vita, at teir skulu taka til eina meiri “for­siktiga” atgongu, tá ið teir tosa um multikulturalismu, er ikki tíðindi. Fyri tað er tví­sporandi kravið at skerja talufrælsið hjá ófittum fólki – ófitt, tí tey ikki meina tað sama sum politiska vitanar­elitan – demokratisk arro­gansa í ovurmát. Aayan hirsi Ali, til dømis, hevur verið eftir feiku multi­ kulturalistunum fyri sítt is­ lam­iska herðaklapparí og moralsku relativismu, og er nú mest hataði persónur mill­um muslimar og tolerant javn­aðarfólk. Mótaða frælsiskvinnan hev­ur skírt multi­kultural­ ism­una “ein mishepnað dok­ trin” soleiðis sum hon treyta­ leyst javnsetir virð­ini hjá minnilutum við meiri­lutans. Jagland segði tað vera at “spæla við eldi”, um klassiskir liberalistar við víðopnum kjaki sum stevnu halda á við at brúka retorikk, ið bara bíðar eftir at blíva mis­ brúktur av ekstremistum sum Breivik. Hetta er tí at Breiviksa “manifesto” sigur, at hann er super nógv ímóti innflyting, multikulturalismu og islamisering, eitt nú at allir muslimar skulu send­ ast “heim”. Men at sam­binda Breiviksa ørvitis­tos við við­ merkingar hjá høgra­sinn­að­ um viðmerkj­arum, ikki endi­ liga fyri at harta mus­limar, men islam sum óre­formeraða trúgv, er gro­teskt. Tað, vinstrivongurin vil, er at fara við Breivik sum ein seriøsan persón, sum um at hansara orð eiga uppiborið at verða tikin í álvara. Hví annars siga, at pásetligir liberalistar bera partábyrgd av Utøya-blóðbaðnum? At teirra hvassorðaða levering um islamsa sanna andlit hev­ ur fingið Breivik at massa­ myrða fyri hond, og at liberal­ istarnir av hesum mugu “milda” sítt tungusnild, hvat DSU-formaðurin longu dagin eftir for­taldi TV2 News í síni “analysu” av hendingini. Men, um Murray og hirsi Ali skulu átaka sær ábyrgd fyri Breiviksa brotsgerðum, hví tá ikki kasta Michael Moore og Robert Fisk fyri 9/11? Osama prísaði Fisk, av tí at handa vinstravenda grenji­surran av einum anti­ ameri­kanara í eina hálva øld hevur fordømt og gramt seg um “imperialistiska vestur­heimin”. Sambært The Guardian hevur retorikkurin hjá Fisk, ein annars framúr Mið­eystur-rapportari, ikki aleina rørt, men hugkveikt bin Laden. So nógv, at Osama vildi hava Fisk at greiða Bush og hansara heykum frá, “hví tað var, at al-Qaeda ger, sum tað ger”. Ikki eiti á. So kanska eisini Fisk burdi “milda” sín “terror-elvandi” retorikk? Sjálvandi, tað er heilt høpisleyst at geva Moore og Fisk skyldina fyri islamiskum yvirgangi. Akkurát líka klikk­ að sum tað er at geva Douglas Murray og Aayan hirsi Ali skyldina fyri Utøya. Persónligir terroristar, teir, ið trýsta á bumbuknappin og loysa skot av, bera eina ábyrgdina fyri hvat teir gera; ikki samfelagsviðmerkjandi einstaklingar, hvørs mein­ ingar teir hava svølgt rátt. Ikki tí, dupultmoralurin er enn sum altíð eyðsýndur: tá ið terroristar endurgeva vinstravendu elituna, verð­ ur farið lættliga um. Kort­ini, tá ið terroristar endur­geva høgravendu elituna, upsa­ deysi!, verður hetta brúkt sum eftirfarandi prógv fyri, at ávís politisk hug­skot føra beinleiðis til yvir­gangs­brots­ verk, og mugu tí avlívast. Tað er tí lætt at kon­ klu­dera, at grundin til, at ólibe­ralir liberalistar leinkja Breiviksa valdsgerðir til høgra­vongsins forsprákarar, til hirsi Ali og Murray, er tí at ryggleysa javnaðarelitan ikki torgar teirra hugskot eiheldur klárar at svara aftur í vanligum kjaki, og tí bara so longist eftir at skvatla ígjøgnum eina ræðsluøsandi profeti um “hvussu ógvusliga liberalir tankar framleiða fasistiskar drápsmenn”. Men hugskotini borin fram av sosialistiskum guru­ um, av Moore og Fisk? Nei, javnaðarelitan dámar jú hasi hugskotini, og tí bilar minni, um tey av og á kveikja hissini yvirgang. Tað margháttliga við Brei­viksa roksi um multi­ kultural­ismu, er at hans­ara egna heims­sýni er rok­að við nettupp hesum klovn­ings­ politikki. Hann letst vera ein einmans-herur ímóti óndu multikulturalismuni. Tó, líka frá bønini um at virða “mína mentan” til vitleysu fatanina av, at “hansara mentan” er fyri hóttum, avdúkar hann seg at vera ein krúnarvingur til tað multikulturella útsýnið. Anders Breivik er ikki so øðrvísi enn hasir “kultur­ radikalistarnir”, hann elskar at hata. Júst sum teir, brúkar hann akademiskt gabb so­sum “dekonstruera” og “mentanar­ ligur samleiki” at lýsa, hvat er galið við Evropa. Og júst sum kulturradikalistarnir er Breivik evropameistari í at abdisera ábyrgd. Kulturellir trupulleikar? Trupult við at varðveita galdandi mentan? Akk, tá eru tað altíð hini, eksternar kreftir, tey fremm­ andu, tey óvitandi, religiøsi meirilutin... ja, ella bara USA – tað kann mann so altíð skylda uppá! Hansara absurda tráan eftir mentanarligum sam­ leika, hansara langtan eftir at reisa ein múr rundanum sín ímyndaða samleika soleiðis at hesin aldri verður hóttur av útvortis kreftum, er rein og skær multikulturalisma. Effinett sum við islamum­ berandi vinstrivonginum er Breiviksa kick sonevndur identitets-politikkur, har øll kunnu kroystast í reinar og óbroytiligar kulturkassar, “tú ert homo, tú myrkur, tú definetely trans, tú muslimur og, hmmm, og tú, ja... ja, TÚ!, tú ert myrkur homomuslim”, og at hesir kassar mugu verj­ ast fyri háðan og vanvirðing óansæð hvat. Hesir má-ikki-broyta kul­ tur­kassar hevur Breivik fingið frá multikultural­ism­uni. Men tað er eisini á øðrum øki, hann er farin í song við teim multikulturellu. Hann heldur, at “mín ment­an” er hótt. Ein­ asti mun­ur­in er, at har van­ ligir multi­kulturalistar vísa á, at minn­i­luta­ment­an­ir sum tann islamiska eru hóttar av islamofobiskum flóð­ald­ um og fólksligari fávitsku, vísir Anders Breivik á, at tað faktiskt er meiri­luta­ ment­anin, tann hvít-kristni samleikin, ið er hóttur av “islamiskari imperialismu”... og sama býtta pøbili. Vissuliga, tað er heilt merk­ is­vert, hvussu nógv hann hevur í felag við islam­ist­a­r­ nar, hann heldur so hánt um. Har islam­istar, eisini ávirk­ aðir av multi­kultural­ism­uni, pástanda, at teirra “ment­ anar­ligi sam­leiki” er hót­t­ur av “nýggj­um kross­ferð­um” ímóti islam, pá­stendur Brei­ vik, at hansara “ment­anar­ligi samleiki” er hótt­ur av kross­ ferðum úr Eyst­ur­lond­um, av islami­ser­ingini. Báðir partar eru sostatt bliv­nir púrasta para­noidir av áhald­andi harra­ boðum um at lov­prísa sínar, eftir øllum at døma, sensitivu samleikar. Suck­ers. Tað sindrið av Breiviksa skvaldri, eg havi tímað at notera, undirminerar uppá­ haldið, at maðurin er víð­ gongdur kristin, ella bara kristin. Eitt nú er hann pro- abort, hevur stuttleikað sær við horum og gongur inn fyri nøkrum so statssneytandi, so ótolerantum og óliberalum og moralskt opportunistiskum sum bøssabrúdleypum. Hinvegin, hóast talan var um “kristnan” yvirgang á Utøya, hevði tað ikki havt nakra ávirkan á tað faktum, at islam er eitt problem fyri muslimar og eina demo­krat­ iska vesturverð, har ábyrgjan og opinleiki eru aðal­tættir. Vit tosa tess kvinnukúgan, tess illvilja til fram­sagnar­frælsi og alt ov lagaliga lyndi at leita sær til hóttanir og harðskap, tá ið alt annað riggar. Islam er framvegis, Breivik ella ei, tann mest kryplandi og óvanda religiónin. Og tað mest ironiska av øllum er, at hann hevur gjørt tað upp­ aftur torførari at tosa um henda sannleika. Breiviksa barbarisku gerð­ ir í fjør handlaðu tí ikki um at demontera multi­kultural­ ismuna, men um at kunngera henda vinstrivongsins gleði­ boðskap. Tað er tí dekan syrgi­ligt, at evropeiski vinstri­ vongurin, sum eina­ferð andaði liberalismu, er blivin so desperatur, at hann nú følir seg tvungnan at eyð­ræna eitt grátiligt terror­álop, bara tí at gerningsmaðurin hesuferð er eitt ljóshært mann­fólk. Hvussu er og ikki, tá er Breivik eitt úrslit av einum Evropa bygt av multi­kultu­ rella vinstri­vonginum. Ella, orðað øðrvísi, og longri: vit frælsistar stúra eitt sindur fyri, at Evropa so líðandi fer at handa initiativið til ómenniskju sum Anders Behring Breivik. Kjak