Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Forskúlaprátið Allan Mortensen námsfrøðingur í skúlastovuni Løkin á Dagstovninum Birkilund Eg eri námsfrøðingur, og ar­ beiði í einari skúlastovu sum er fyri 6 ára gomul børn á Dag­stovninum Birkilund. Áðrenn vit byrjaðu upp á okkara skúlastovu, keddu tey elstu børnini seg í barna­ garð­inum, tey fingu ikki ald­ urs­svarandi avbjóð­ingar, av tí simplu orsøk, at har vóru so nógv yngri børn, ið starvs­ fólkini máttu taka atlit til, tá tey skipaðu arbeiðið. Tó sluppu tey elstu børnini í bólk at gera ymiskt saman ein til tveir fyrrapartar um vik­una, og tað var so tað. Tí skipaðu vit fyri 8 árum síðani fyri at seta á stovn eina stovu til tey 6 ára gomlu burturav. Her kundu tey tá, og kunnu tey enn í dag, fáa aldurssvarandi avbjóðingar av øllum slag. Í skúlastovuni fáa vit tikið hædd fyri tí einstaka barninum, vit fáa loftað hugskotunum og initiativinum hjá teimum ein­støku børnunum, og im- ple­mentera hesi í okkara ger­andisdag. Hetta, at vit hava samband við foreldrini hvønn dag, ger, at vit alt fyri eitt kunnu taka atlit til tað sum foreldrini hava upp á hjarta viðvíkjandi gongdini á stovuni, trivnaðinum hjá barninum o.s.fr. Nakað av tí vit hava á skránni er: dagligar samlingar við sangi, spæli og ymiskum práti, har tey, ið vilja, sleppa til orðana; Stig fyri Stig, svimjing, fimleikarhøll & í skúla einaferð um vik­ una; túrar í náttúruna, vitja arbeiðspláss, Skygni 0, uppdagandi skriving, mála, tekna, rørslurúm, rím& rams­ur, tónleikur, drama, og nógv nógv annað. Men tað vit leggja størsta dentin á er, at tey menna sínar sosialu førleikar, at tey gerast meiri sjálvbjargin, og sjálvandi at tey trívast, eru glað og hava tað gott. Sum eg nevndi, so hava vit eisini nakað av formellari læru. Vit brúka ymiskt tilfar, so sum bókina Skygni 0. Vit eru námsfrøðingar ikki lærarar. Lærarar hava lært at hava formella skipaða frá­læru, og tað duga teir heilt víst betri enn vit. Óformel læra er ein av okk­ara styrkjum. Vit kunnu hjálpa barninum at læra, tá tað er klárt og hevur áhuga. Vit kunnu implementera lær­ una inn í spælið og áhuga­ málini hjá tí einstaka barn­ inum. Politiskt er tikið støðu til at seta á stovn forskúlar/0. flokk, í øllum førum í Eystur- kommunu, har tey hava gjørt sær nakrar royndir, og í Tórshavnar kommunu. Mær hevði dámt best, at allir partar vóru við í ar­ beiðinum, at finna fram til hvør leisturin skal verða fyri hesum børnunum í for­ skúlaaldri framyvir. Ein partur, ið ikki er nógv at hoyra til, eru vit, ið arbeiða við hesum árganginum á dag­stovnaøkinum. Vit hava kanska ikki bjóðað okkum nokk fram, men tað er ikki tí, at vit ikki halda at okkara ar­beiði er týdningarmikið og mennandi fyri børnini. Okk­ ara royndir vísa okkum, at okkara arbeiðsháttur riggar og ger mun, og vit meta at hetta er vegurin fram. Ein møguleiki kundi til dømis verði, at øll 6 ára gomul børn komu á ein stovn sum okkara og gingið í skúlastovu. Ein lærari kundi havt tilknýti til tann einstaka stovnin og komið har at undirvíst í einar tveir skúlatímar um dagin. So høvdu vit á stovn­ in­um sæð, hvat børnini lærdu, og kundu ment teir før­leik­arnar hjá børnunum undir meiri óformellum um­ støð­um á stovninum, m.a. við at skapa karmar ið birta uppundir eitt ávíst slag av spæli ella aktiviteti. Av tí at vit hava børnini allan dagin, hava vit betri møguleikar enn ein lærari at taka atlit til tað einstaka barnið. Vit hava betri møguleika at møta barninum, har tað er og hjálpa tí út frá tí støðið tað er á, og út frá tí tað vísir áhuga fyri júst nú. Nakað av tí eg sum náms­ frøðingur stúri fyri við­víkj­ andi einum forskúla er, at eftir skúla­tíð skulu børn­ini í frí­tíðar­skúla. Nógvir náms­ frøð­ingar og hjálpar­fólk í frí­tíðar­skúlum gera eitt gott arbeiði, tað er ikki tað, sum er galið. Tað eru held­ur um­ støðurnar og tíðin til tað ein­ staka barnið. Nor­mer­ingin av starvsfólkum til frí­tíðar­ skúlan er væl minni enn til barnagarðin, har eru nógv og størri børn, nú heilt upp í 3. flokk, og eg meti ikki, at tú kanst stimbra tey 6 ára gomlu børnini á ein nøktandi hátt, og givið teimum ta umsorgan, tey hava brúk fyri, undir teimum fyritreytum, ið eru galdandi í einum frí­ tíðarskúla, sum nú er. Útbúgvingarnar til lær­ ara og til námsfrøðing verða báðar tiknar á Fróð­skapar­ setur Føroya. Læraralesandi og námsfrøðislesandi hava fleiri felagslærarar, taka ymsar lærugreinar saman og enda eftir 4 árum við einari útbúgving á Bachelor støði. Fyri at fáa fulla nyttu burturúr báðum útbúgving­ un­um er tað umráðandi, at tað verður eitt javnmett samstarv um arbeiðið við børnunum. Eitt starv sum hjálparlærari er ikki eitt javnmett samstarv í mínari verð. Vit ynskja øll tað besta fyri børnini. Foreldur, lærarar og námsfrøðingar. Fyri at framtíðin hjá børnunum skal verða so góð sum gjør­ ligt, er tað neyðugt við góð­um og konstruktivum sam­starvið millum okkum øll. At skunda ein forskúla ígjøgnum politiskt uttan at allur viðkomandi fakligur kunnleiki verður ein partur av fyrireikingunum meti eg ikki, er tað besta fyri børn­ ini. Útlendingastovan flytur Change of address Vegna flyting er skrivstovan stongd hósdagin 28. juni og fríggjadagin 29. juni 2012. Opið er aftur mánadagin 2. juli 2012 á Umhvørvisstovuni. Nýggja adressan er: Útlendingastovan, Traðagøta 38, Postboks 2048, FO-165 Argir. Opið verður mánadag til fríggjadag kl. 09.00 til 15.00. Teldupostadressur, telefon- og faxnr. og heimasíðan verða fyribils óbroytt. Due to moving office the Immigration Office will be closed 28th and 29th June 2012. We reopen Monday 2nd July at the premises of the Environment Agency, Argir. The new address is: Traðagøta 38, P.O.Box 2048, FO-165 Argir. Office hours will be Monday to Friday: 09.00 - 15.00. E-mail addresses, fax & telephone numbers and our website will remain unchanged until further notice. Útlendingastovan Lýsið í Sosialinum Lýsið í Sosialinum