mikudagur 27. juni 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
1.partur
Tað var í 2009, at fyrstu ferð varð
skipað fyri hesi ferðini. Tann fyrsta
ferðin var ein roynd at vita, hvussu
áhugin mundi vera. Vónað var at
kunna fylla ein buss. Men áhugin
var so mikið stórur, at tað bleiv upp
í tveir bussar. Áhugin hevur verið
umleið tann sami hvørt ár, og tað
sama var hesa ferð.
Ferðalagið taldi um 90 fólk, sum
fyltu tveir bussar. Hetta var fyri
ein stóran part meira tilkomin fólk.
Teir elstu luttakararnir vóru 87 ár.
Teir hava verið sjálvir í Íslandi og
høvdu báðir misti ávikavist abba
og pápa undir Íslandi.
Hjá teimum yngru eru tað pápar
og abbar, sum høvdu samband við
Ísland í sínari tíð. Onnur vóru við av
berum áhuga. Tey fingu eisini nógv
burtur úr. Summi halda hetta vera
ein “reinan” mannfólkatúr. Men
soleiðis er ikki. Um ein triðingur
hevur verið konufólk, og tær hugna
sær eins væl og mannfólkið.
At undanfarnu túrir hava verið
væl eydnaðir verður prógvað av,
at rættiliga fitt av luttakarunum
høvdu verið við fyrr á hesum túr
um. Fleiri vóru við triðju ferð, með
an nógv onnur vóru aðru ferð. Tað
hevur eisini eydnast hvørja ferð at
gera túrirnar øðrvísi, so talan er
ikki um sama túr hvørja ferð.
Men høvuðsinnihaldið er tað
sama. Tað er at síggja, hvar okkara
landsmenn baldust undir ofta
truplum
viðurskiftum.
Meðan
koyrt var, varð eisini greitt frá søg
uni hjá føroyingum á hesum leið
um. Hetta tykist at vera ein leistur,
sum er væl umtóktur. Eitt nes ella
bóndagarður, sum annars eingin
hevði ansað eftir, gjørdist ein
týdningarmikil vitjan hjá teimum,
sum høvdu pápar ella abbar, sum
høvdu róð út á hesum staði.
Tað serliga við túrinum í ár var
eisini, at veðrið var av tí allarbesta
báðar dagarnar, sólin skein alt
samdøgrið. Vanliga hava vit mett
tað sum hepni, um vit fingu annan
dagin góðan. Annars kundi tað hesa
árstíðina væl hent, at ongan veg
slapst fyri kava.
Høvuðsmálið Langanes
Høvuðsmálið tann fyrra dagin var
Langanes, sum nógvir føroyingar
kenna. Lutvíst frá útróðri á landi,
men eisini frá slupptíðini, tá ið skip
krokaðu undir Langanesi bæði
norðan fyri og sunnanfyri, alt sum
ættin var. Men komið var eisini inn
á Skálar eftir og við posti ella eftir
agni og vatni. Tískil er Langanes ein
stórur partur av samleikanum hjá
føroyingum.
Stytsta leiðin til Langanes er
beint norður eftir frá Seyðisfjørð
inum til Vopnafjørðin, Bakkafjørðin
og Tórshøfn. Fyri ikki at koyra aftur
og fram sama veg, varð valt at koyra
um Mývatn og Húsavík norður eftir.
Her er eisini serliga vakurt, men
kanska nakað drúgt. Men hetta gav
høvið at vitja Ástjørn, sum nógvir
føroyingar kenna.
Vegurin út á Langanes er so
vánaligur, at í Tórshøfn, sum er
innast á Langanesi, var farið í ser
bussar og koyrt varð so til Skálar.
Á vegnum varð steðgað á við Heið
arhøfn norðantil á Langanesi, har
gøtumenn og leirvíkingar róðu út.
Tað var vist undir krígnum.
Hóast Langanes ikki er so langt,
bert 30 km, so tekur tað sína tíð.
Ferðin til Skálar tók um hálvan
annan tíma. Hóast tað á Skálum
nærum bara vóru toftir, so fekst
kortini ein góð hylling av, hvussu
livilíkindi hava verið.
Vitjan á kirkjugarðinum
Tann fyrri dagurin á ferðini var lang
ur og strævin, so seinna dagin var
ikki so nógv á skránni. Tað fyrsta á
skránni var vitjan á kirkjugarðinum
í Seyðisfirði, har menninir, sum
doyðu við Riddaranum í 1927, eru
grivnir. Hetta var ein sera syrgilig
søga. Eftir ein væleydnaðan túr
og farast skuldi heim, fór ein bátur
við átta monnum í land at avrokna
við bóndan tað, teir høvdu keypt av
seyði á túrinum. Hetta var eisini á
Langanesi, nevniliga á Fagranesi.
Báturin holvdist, og sjey av monn
unum druknaðu. Greitt er meira frá
hesi hending í bókini Havið tók teir.
Síðan varð farið á Eskifjørðin
sunnanfyri Seyðisfjørðin, har vitjað
var á tveimum fornminnis- og fiski
vinnusøvnum. Her hendi tað, sum
ofta er í Íslandi, at føroyingar og ís
lendingar, sum hava kenst fyrr, nú
hittust aftur.
Framløga umborð
Skráin í Íslandi endaði við tveimum
framløgum umborð á Norrønu.
Onnur var hjá søgufrøðinginum
Smára Gestson, sum greiddi frá
sambandinum millum føroyingar
og Eysturlandið heilt aftur til
1872. Hansara niðurstøða var tann
áhugaverda, at tað vóru føroyingar,
sum fyri um 100 árum síðani lærdu
íslendingar at fiska og at hagreiða
fisk. Hetta gjørdi sítt til, at tað varð
so frægt liviligt á Eysturlandinum,
sum tað var.
Gudmundur Sveinsson, eisini
av Norðfjørðinum, vísti gamlar
Á Skálum í 1928 og 2012
Í døgunum 28-31. mai skipaði Smyril Line fyri fjórðu ferðini í slóðum fiskimanna í Íslandi
við Norrønu. Tað fekst aftur okkurt íkast til føroysku søguni í Íslandi, og skal í nøkrum
pørtum greiðast frá føroyskum útróðrarmanni á Skálum á Langanesi
Til Íslands við Óla:
Nakrir av luttakarunum á Egilstøðum: Kornilus Johannesen frá Gjógv, Erling Joensen, eisini frá Gjógv, Jákup Mikal Mikkelsen av
Toftum, Torbjørn Joensen úr Kollafirði, Michael Matras úr Klaksvík , frásøgumaðurin og Justines Hansen av Toftum
Gamlir kenningar hittast. Mortan Johannesen,
Birgir Sigurdsson og Torbjørn Joensen
Gudmundur Sveinsson vísti myndir
av føroyingum og føroyskum
skipum á Norðfjørðinum