mikudagur 27. juni 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Nú eru teir komnir til Skála gerandisdagurin á Skálum byrjar
myndir av føroyskum skipum
og føroyingum á Norðfirði.
Hetta var eisini sera áhugavert.
Millum
hesar
myndir
vóru
abbin og omman hjá onkrum
í ferðalagnum. Hesar myndir
vístu eisini neyva samband
ið millum Føroyar og Eystur
landið.
Saman við teimum báðum var
eisini Birgir Sigurdsson, sum er
ein væl kendur trolaraskipari, og
sum nógvir føroyskir fiskimenn
kenna. Millum hesar vóru eisini
fleiri, sum vóru við í okkara
ferðalagi.
Øll vóru samd um, at hetta
var ein góð ferð. Sjálvur vil eg
takka bæði hesum ferðalagnum
og teimum, sum hava verið við í
ferðunum frammanundan, fyri
góðan felagsskap.
Føroyar á Skálum
Jóannes Joensen av Húsum,
vanliga kallaður Geila Jóannes,
var føddur í 1903.
Hann mintist so sera væl til og
dugdi eisini væl at greiða frá. Synir
hansara vóru so framskygdir, at
teir tóku hann uppá band, og teir
hava skrivað alt av hjá honum.
Hetta er rúgvismikið tilfar, sum
er gull vert.
Tað er so heppið, at eg eri
sloppin at síggja hetta tilfarið,
sum ikki er alment kent áður.
Jóannes hevur eisini greitt frá
um pápa sín Jakku, sum var nógv
ár á Skálum. Serliga áhugaverd
er søgan um, tá ið hann tók tann
lítla Jóin Sigurdsson heim við
sær úr Íslandi umleið 1900. For
eldrini bønaðu hann um at taka
drongin við sær, tí tey høvdu
ikki umstøður til at hava øll síni
børn.
Jóin kom fyrst at búgva hjá
foreldrunum hjá Jakku og síðan,
tá ið hann giftist, hjá honum og
konuni. Hetta lýsir bæði um
støðurnar tá í tíðini í Íslandi og
hansara egna lyndi.
Tað er greitt frá hesi søgu
fyrr her í Miðvikuni. Tað var
roknað fyri at vera meira liviligt
í Føroyum enn í Íslandi. Tí hendi
tað ofta, at íslendsk foreldur
sendu børn síni til Føroya at
vera. Fleiri teirra fóru aftur til
Íslands. Men tað vóru eisini
fleiri, sum blivu verandi og fingu
stórar ættir í Føroyum. Jóin
Sigurdsson var eina teirra.
Jóannes var bara tað eina
árið á Skálum. Hann greiðir
sera gjølla frá allari gongdini
frá tí, teir gera av at fara og til
teir hava avroknað túrin. Hann
greiðir ikki bara frá sjálvum
útróðrinum men eisini frá sosiala
lívinum og øðrum viðurskiftum
á Skála. Tí er hetta eitt framúr
íkast til henda partin av felags
íslendsku/føroysku søguni.
Nú fær Jóannes
orðið. Frásøgnin
er stytt nakað fyri
ikki at gera hana
ov langdrigna.
Men Jóannes segði
soleiðis frá:
Vit fóru til Íslands í 1928 at rógva
út við árabáti. Hetta var eitt fimm
mannafar, Ravnurin, sum vit høvdu
keypt úr Mikladali.
Hesin skálatúrur byrjaði við, at
eg var tað várið heima og róði út við
bátinum Kalsoynni. Eg ætlaði mær
seinni at fara yvir á Eysturlandið
við sluppini Sigurfarinum. Tá er
tað, at menn úr Mikladali koma inn
á gólvið hjá okkum at biðja meg
koma við teimum sum formann at
rógva út á Skálum.
Hóast eg helt, at onkur maður
var frægari enn eg, so eftirlíkaði eg.
Men eg segði, at fóru vit ikki í mai, so
fór eg ikki. Eg visti, at mai mánaði
var góð fiskitíð við Langanes. Eg
spurdi, um teir vistu nakran fart
yvir, men tað gjørdu teir ikki.
Seinast í apríl komu skipini
heim undan Íslandi. Eitt teirra var
Carlton. Skipari var Pól í Útistovu í
Mikladali. Eg spurdi, nær hann fór
avstað aftur. Hann helt um hálvan
mai. Eg spurdi, um vit kundu sleppa
við. Hann hevði einki ímóti tí og bað
meg tosa við Jóan Jakku á Viðareiði
og Kjølbro, sum áttu skipið. Men
teir søgdu, at hetta var upp til skip
aran.
At rigga til
Nú var at fara at rigga til. Men tað
var altíð tungt at skula fara fyrstu
ferð. Vit kom til Klaksvíkar og leit
aðu Kjølbro upp at spyrja hann,
um hann vildi lata okkum útgerð
uppá borg. Tað var í lagi, um hann
kundi fáa veðhald í veiðuni. Tað
var í lagi. Eg helt, at eg einsamallur
kundi standa sum garantur. Men
hesum ráddi Kjølbro frá. Um alt
miseydnaðist, so kom eg at hanga
uppá alla skuldina. Tískil kom á veð
haldskjalinum at standa Jóannes
Joensen & co, og allir skrivaðu
undir.
Vit fóru so at rigga til. Tað var
nógv, sum skuldi havast við sum
línur, kíkar, sildagarn, eini fimm
stykkir av hampi, eini 20 pund
av blýggi til lodd og til at stoypa
uppí húkar, húkar, 10 stálteinar til
loddini, seymir, primus, ein steiki
pannu, tvær flagermúslyktir, tvær
veggjalampur, 10 pund av te, 10 pund
av kaffi og tilsetningi, 100 pund av
margarin, 150 pund av terningsukri,
50 pund av putursukur, 3 tunnur av
ixion keks. Hetta var so tað, sum vit
gjørdu okkum út við frá Kjølbro.
Vit takkaðu Jógvani Kjølbro
fyri hjálpina og hansara beinasemi
og søgdu honum farvæl. Hann bað
Jesus fylgja okkum i ferðini, ynskti
okkum gott fiskarí og beyð okkum
farvæl.
Vit fingu alla útgerðina umborð
á Carlton beinanvegin. Vit fóru so
av Klaksvík um hálvan mai.
Eitt annað bátalag var við Carl
ton henda túrin. Tað var hjá Jóan
Jakku á Gerðismørk í Leirvík. Teir
fóru yvir á Vattarnes, har nógvir
leirvíkingar vanliga róðu út. Teir
høvdu við sær bát, sum hevði
motor.
Tá ið vit vóru reiðulig leysir av
landi kom hann av landnyrðingi.
Vindurin var so nógvur, at vit
máttu ansa eftir bátunum. Vit
komu kortini til Íslands í øllum góð
um. Vit fingu landkenning av Gerp
inum og hildu móti Skrúður beint
uttanfyri Vattarnes. Men tá ið vit
komu inn móti Skrúður bleiv svart
í toku. Men leirvíkingarnir vóru
kunnugir og bóðu okkum lurta væl
eftir einum boða, sum lá millum
Skrúður og Vattarnes. Vit hoyrdu
hann tá um stýriborð, og tá var
sloppið. Koyrt var meira á motorin,
og vit komu inn um Vattarnestanga.
Tá var klárt, og sólin skein. Báturin
varð settur út, og teir førdu tvær
ferðir í land. Vit søgdu hvørjum
øðrum farvæl og ynsktu somuleiðis
hvørjum øðrum gott fiskarí og gott
summar. Síðan fóru vit norð við
landinum til Langanes.
Koman til Skálar
Vit komu til Skála ein sunnumorgun
og byrjaðu at føra útgerðina í land.
Tá vóru fimm dagar farnir, síðan
vit fóru av Klaksvík. Meiningin
var, at vit skuldu vera her á Skála
til í september við teimum ymsu
gleðum og sorgum, sum nú vóru
eitt óskrivað blað.
Vit søgdu teimum á Carlton
farvæl og takkaðu fyri okkum. Vit
takkaðu fyri góða samveru, ynsktu
teimum gott fiskarí og bóðu Jesus
fylgja teimum. Teir bóðu á sama
hátt Jesus um at fylgja okkum og
ynsktu okkum eitt gott summar.
Vit fóru nú at fáa útgerðina
niðanfrá, so tað slapp undan flóðini.
Teir hildu so, at eg skuldi fara at vita,
hvar vit skuldu fáa høli at búgva í
fyri summarið. Meðan vit tosa um
hetta kemur ein maður oman, og
vit biðja honum góðan dag. Hann
svaraði aftur ímóti og biður okkum
vera vælkomnar til Íslands. Vit
takka fyri móttøkuna. Hesin maður
hevði telefonstøðina, og hevði sum
uppgávu at innklarera skip fyri
sýslumannin í Húsavík. Símun
bróður kendi hann væl, tí hann
hevði verið á Skála árið fyri. Hann
spurdi eftir sunnheitspassinum,
men tað var í einum skríni. Tað var
í lagi. Eg kundi lata hann fáa tað, tá
ið vit komu til hús.
Við róðrarbáti til Íslands at rógva út
Ein fastur táttur á hesum ferðum er at vitja grøvina hjá teimum á Riddaranum, sum druknaðu í 1927 við Langanes. Hetta er ein hátíðarlig løta
Geila Jakku á Húsum var nógv
ár á Skálum. Hann tók eina
ferð tann unga Jóin Sigurdsson
við sær til Føroya. Hann fekk
ein kenda ætt her á landi
Geila Jóannes, sonur Jakku, hevði
eitt framúr minni. Hetta kunnu
lesarar av Miðvikuni fegnast um