mikudagur 27. juni 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Myndir: Jens Kristian Vang
Sum tú líkist nógv mammu tíni!
Tað var heilsan og móttøkan, og
tú kendi teg harvið hava vunnið
orduligt innpass í hetta samfelagið.
Soleiðis minnist eg móttøkuna í
handlinum hjá Mikkjali.
Ferðin av Eiðinum og heim var
sum at ganga í skrúðgongu. Fríð
rikur, Dánjal Jákup, By og Sofus
á Dalinum førdu okkum út við
Másanum, og so fóru vit heimeftir
til gongu. Onkur, sum ikki var so
væl fyri, fekk forrættin at sita í bil
inum, sum Jutt koyrdi. Øll bygdini
fylgdi við í, hvør kom og hvør fór
avstað. Hetta var jú størsta hend
ingin á degnum og mest sum ein
asta sambandið við umheimin.
Telefonin
Tað bar til at tosa í telefon, men
tað var ikki sum at siga tað. Ein
linja var úr Klaksvik og eystur um
Múlan, og Berta og John royndu at
gera sítt besta fyri at svínoyingar
skuldu eiga sín part í henni. Tað var
í kapping við fugloyingar, sundafólk
og viðoyingar, og um eitt nú onkur
orðaríkur sundamaður rættuliga
foldaði seg út í telefonini, so tók
tað sína tíð. Tí ráddi um at vera
klárur, tá ið sambandið var har.
Berta ella Marin Katrina, Kerstin,
Malan, Pól Sivar ella Mikkjal runnu
við telefonboðum, og konur við
fyrriklæði uppfyri seg fóru stunandi
fyri at tosa, kanska við mannin, sum
leingi hevði sitið inni á telefonstøðini
í Klaksvík og bíðað.
Um tað ikki eydnaðist at fáa
samband í fyrstu atløgu, so var bíð
að í køkinum hjá Bertu, har tað dag
og dagliga sótu nógv fólk, meðan
húsfólkið livdi sítt lív.
Kend andlit
Gongdin heim av Eiðinum hevði
sína mannagongd. Tað varð heilsað
upp á tey uttanfyri hjá Símuni hjá
Jensi og Ingrid ommusystir, sum
búði á Geilalið, har Nikolina og
Poul, skyldmaðurin, seinni fluttu
norður, og har Oddbjørg nú hevur
handil, og mamma heilsaði upp á
Ingu skyldkonuna og Jens systk
inabarnið, nikkaði til Elisabeth uppi í
Húsi ella pjúsi, sum tey siga í Svínoy,
og tey á Geilini og í Lágbø, áðrenn
hon hugdi inn á gólvið hjá Jóhannu
abbasystir og Fridu, sum búðu í
húsunum hjá Anniku og Heina, og
so fóru vit oman í Heimistovu, har
fyrimyndarliga Irena tók ímóti, eftir
at Gina gumma uppi á Fløtti hevði
fingið eina heilsu á vegnum.
Tey vóru altíð nógv fólk í Heimi
stovu. Nú er tómt! Fyri trimum árum
síðani prátaðu Øssur Hovland og eg
ein góðveðursdag umborð á Smyrli
um stóru broytingarnar í Svínoy.
Tá helt Øssur fyri, at í hoyggingini
vóru so nógv fólk í Heimistovu, tá
ið hann var smádrongur, at tað var
lítið meiri enn ein klúkur í part til
hoyggingarkonurnar!
Dagliga varð leitað út í handilin
hjá Mikkjali, og tá var tað, at Petra
skyldkonan so fyrndarblíð tók ímóti,
og staðfesti, hvussu familjubondini
hingu saman, meðan hon og Símun
seldu petroleum, rívur, mjøl og sukur
og sodavatn. Talan var um glas
fløskur við jarnproppi. Vit boraðu
hol í proppin fyri at innihaldið skuldi
kennast drúgvari, og so gjørdist tað
ikki við, um eitt sindur av tundri
fylgdi við í munnin.
Kring knøttin
Í gjár vóru tað 200 ár síðani, at
Napoleon Bonaparta leyp á Russ
land. Tað mundi taka sína tíð, áðr
enn tey tíðindini rukku til Føroyar
og Svínoyar.
Tað er nógv broytt. Nú situr
Sunnva Asano ella Sunnva á Geilini
yviri í Japan og fylgir við í, hvussu
svínoyingar hava fyrireikað seg til
útoyggjastevnuna. Eg samskifti við
hana í morgun. Hon býr í Tokyo,
men hon segði, at í dag hevði hon
nógv heldur vilja verið í Svínoy!
Anna Jórun systkinabarnið –
dóttir Fríðgerð mostur og Heina
- Malla hjá Bjarna hjá Mallu og
Edvardi, Óli á Geilini, sonur Elmu og
Esbern, sum bæði fóru alt ov tíðliga,
Katrin Sloan Nielsen, Pól Sivar hjá
Bertu, Marius á Geilini og Eyðun
Jacobsen og onnur hava brúkt nógva
tíð og sýnt stórt hugflog í at leggja
til rættis, og myndirnar á facebook
hesar seinastu vikurnar hava boðað
frá, at her hevur verið futtur í.
Tey hava fingið so mong onnur
upp í vindin, so vit og Sunnva í
Japan og Marita í Australien og so
mong onnur kring landið og allan
knøttin hava glett okkum til dagin
í dag, og í dag hava verið eygnavitni
til hesa stórfingnu stevnu. Ikki
minst bátaframsýningina her í fjør
uni, sum Bjarni og Ólavur greiddu
so væl frá ídag.
Bátarnir stóran týdning
Framsýningin flytir okkum aftur
til tað, sum var fyrsta grundarlagið
undir stóra fólkavøkstrinum, sum
var í føroyska samfelagnum og
ikki minst í Svínoy í 1800 talinum
og fram til 2. heimsbardaga, tá ið
alt broyttist, og fólkatalið í Svínoy
tók at minka. Her vóru 52 fólk í 12
húsum í 1801, og fólkatalið toppaði
dygst undan krígnum, tá ið tað vóru
214 fólk í 45 húsum.
Fríðgerð mostir, mamma Hera og
Annu Jórun, plagdi – tey síðstu árini
hon livdi - um kvøldarnar at telja,
hvussu nógv fólk vóru í bygdini,
og tað var so ofta, at hon ikki kom
til fleiri enn tíggju – kanska trý
uttanfyri ánna og sjey heimanfyri!
Grundarlagið undir vøkstrinum
var fyrst og fremst útróðurin við
opnum bátum. Svínoy lá mitt í fisk
inum, og at bátsbandið varð loyst,
at ognarleys kundu giftast uttan at
lúka treytir um at eiga jarðarognir,
og at tað bar til at sleppa av við
fiskin – fyrst til úthandilin hjá
kongaliga handlinum í Klaksvík og
frá 1856 til fríhandlarnar, sum eisini
høvdu úthandlar í Svínoy - bar
nýggjar tíðir og nýggjar møguleikar
við sær.
Tað var gott at búgva í Svínoy.
Um várarnar komu menn aðra
staðni frá higar at rógva út – eitt nú
av Skálafjørðinum, og tey eru mong,
sum í ættsøgu síni í Svínoy kunnu
vísa á, at forfedrar teirra fluttu aðra
staðni frá og út higar.
Tilflytararnir
Ein oldurabbi mín, Daniel, kom úr
Leirvík. Hann tænti í Yvirstovu
og gjørdist ein av ættfedrunum til
Heimistovufólkini. Ein langabbi
mín, Símun Júst, kom av Húsum
og út higar at hava handil fyri
teir á Stongunum. Hann gjørdist
svínoyingur, og nú eigur ein abba
sonurin, Bjarni hjá Edvardi, húsini
úti í Váli.
Ein annar langabbi mín, Jósup,
var bara sjey ára gamal, tá ið hann
kom úr Køk í Havn og norður til tey
Har Heimi at vera. Samstundis kom
ein langomma mín, Anna Katrina úr
Keldhúsinum í Hattarvík í sama hús
at vera. Hon var móðirloysingur.
Eg sigi hetta fyri at vísa, hvussu
tilflytarar vóru við til at menna
bygdina.
Jósup var tvey ár eldri enn Anna
Katrina. Tey bæði vóru ung, tá ið
tey giftust og búsettust úti á Bø.
Útgangsstøðið var einki at reypa av.
Tað verður sagt um Jósup, at hann
átti eina framúr góða sangrødd og
einki annað. Men tey lívbjargaðu
sær og børnunum. Hann var útróð
rarmaður og so hevði tað stóran
týdning, at hann fekk gerðið innlagt
og har kundi velta epli og fáa fóður
til kúnna.
Svínoy og sjógvu
Hugleiðingar um útróður, skipsfiskiskap, familjubond og bygdarlív, sum Jóannes Hansen, ið hevur
nógv ættarbond út hagar, hevði á útoyggjastevnuni, sum síðsta leygardag var í Svínoy
Jóannes Hansen helt røðu á Útoyggjastevnuni í Svínoy seinasta leygardag