Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 rin spæla saman Prísurin Havið gav, og havið kravdi sín prís. Símun Hansen, sáli, sum hevur latið so ómetaliga stóran førning eftir seg til okkum svínoyingar og norðoyingar, greiðir frá um seks svínoyarbátar, sum fórust eftir einari stórari hálvari øld. Teir báðir síðstu fóru fyri hundrað árum síðani. Annar fýra dagar fyri jól í 1912, og hin upp undir jól í 1913. Fyri nøkrum árum síðani stóð eg framman fyri Vietnam memor­ ial í ameri­kanska sam­veldis­høv­uðs­ staðnum Washington DC. Myndin við svørtu veggjartalvunum er ógvu­liga kend, og tað var stór tign yvir løtuni, tá ið eyguni so spakuliga fluttu seg frá einum degi og til tann næsta og nøvnini sóust á teimum 58.178 ungu amerikumonnunum, sum lótu lív í krígnum í Vietnam. Á netinum ber til at síggja yvirlitið, og har ber til at lesa heilsurnar, sum avvarðand og onnur hava skrivað um hesar ungu. Síðst í august mánað í fjør var eg inni í gamla kirkjugarði í Klaksvík saman við einum HF flokki. Vit lósu á steinunum, sum har eru, og tað var týðuligt, at tað bar við okkum, at so mangir norðoyingar og eisini nógvir svínoyingar eru falnir í stríð­num fyri lívsins uppihaldi. Minnið um teir er mitt í býnum, men í skundinum munnu tað vera mong við mær, sum ikki gáa so nógv um hetta, og ivaleyst eru tey fleiri, sum ongantíð hava verið inni í gamla kirkjugarðinum og givið sær stundir at lesa nøvnini soleiðis, sum vit gjørdu í Washington DC henda vetrardagin fyri ellivu árum síðani. Nú ætlanir eru um bátasavn her úti, átti tað at verið eitt hugskot at samantvinna hetta við ætlanina um ein minnisvarða yvir svínoyingar, sum fingu váta grøv. Tað hevði verið tignarligt og virðiligt. Vandaferðirnar og sangurin Bátarnir standa her so prýðiligir. Eru av hugagóðum eldsálum stevnu­klæddir, eftir at teir í mong ár hava verið burturgoymdir og av mong­um gloymdir. Tað kennist sum at síggja ólavsøkugestir í tjóð­ bún­anum at síggja teir standa her. Um teir dugdu at tala, so høvdu teir havt manga søguna at siga okkum. Um dýrdarløtur, stóran fong og gott lag á monnum, og um løtur, tá ið teir innanborða stríddust fyri lívinum og sóu deyðan í eyguni, og tey heima bivandi bíðaðu, hvussu tað fór at spæla av. Jógvan uppi í Húsi greiðir frá ferðini, tá ið hann var 25 ára gamal, og teir vóru illa staddir. Hann spurdi Jóannes í Ovasta húsi: Fara vit at vinna upp land aftur? Og Jóannes tók tugguna úr munninum, hugdi seg í kring og svaraði so róligur: Nú koma vit ikki heimaaftur. Búgv teg til at doyggja! Tað sigst, at tað eftir vandasigling hoyrdist á sanginum hjá Jósupi, at hann var eyka takksamur so hjartaligir og fínir tónarnir vóru. Alt var ikki bara stríð og strev og arbeiði. Viðareiðis Líggjas kom ➜