Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eina ferð til Svínoyar at kappsyngja við Jósup, sum var kirkjusangari. Líggjas hevði kappsungið við nógvar, og tað plagdi at spæla væl av. Men hesa ferð vildu svínoyingar vera við, at Jósup laaa aaaa honum, tí hann var betri til teir høgu tón­ arnar! Tveir av abbasynum Jósup­ ar vóru tiltiknir sangarar – Jósup Jacobsen í Klaksvík, sum doyði longu í januar 1970, var fínur tenorur, og so Líggjas á Váli. Eftirkomarar hansara gleða okkum framvegis við framúr vøkrum sangi. Hildu seg leingi til útróðurin Robert Joensen, sáli, hevði á orði, at sambært kanningar, sum hann hevði gjørt, so kom tað eitt skifti meiri av útróðrarfiski upp á land í Svínoy, enn tað kom í nakrari aðrari bygd í Norðoyggjum. At útróðurin var so góður mundi vera orsøkin til, at svínoyingar ikki vóru ímillum teir fyrstu, sum fóru burtur, eftir at skipsfiskiskapurin tók seg upp seinasta fjórðingin av næstsíðstu øld. Tað sigst, at Jógvan bóndi, sum hann var kallaður, var tann fyrsti skipsmaðurin úr Svínoy. Hann fór eitt sindur undan næstsíðsta aldarskiftinum til skips við Jens í Dali. Frammanundan hevði Jóannes Lind, pápi Poul Lind, verið til skips við hetlendingum, minnist eg meg hava hoyrt. Minnir úr Íslandi Hóast teir fóru seint til skips, so vóru svínoyingar óførir skipsmenn. Símun hjá Póli og Polo eru tiltikin, og áðrenn syndarligu vanlukkuna 1. desember í 1937 var Jóannes á Váli skipari á Haraldi. Fyrsta túrin til skips var pápi mín í 1936 við Haraldi, sum hann eisini var við í 1937. Hann tosaði ofta um sumrini á leiðunum kring Langanes og um dagarnar, tá ið teir plagdu at vera í landi á firðunum har á leið. Fyri nøkrum árum síðani koyrdu konan og eg runt Ísland. Serligan áhuga hevði økið kring Langanes. Eg hevði lisið væl uppá í bókini hjá Edvardi ommubeiggja, sum var bestimaður og flaggskipari hjá sváginum, Símuni hjá Póli, ið var beiggi Mallu. Eg hefti meg við, at bæði Polo og Haraldur og Símun hjá Póli og Jóannes á Váli høvdu nógv sam­ band við bóndan á Fellu á Finni­ fjørð­inum, sum teir handlaðu við. Vit høvdu koyrt framvið Finni­fjørð­ inum uttan at gáa nakað um hetta. Tá ið vit vóru á veg suður aftur úr Tórshøfn gjørdi eg av, at um vit sóu, hvar bóndagarðurin á Fellu var, so ætlaði eg mær inn at heilsa upp á tey. Eftir føroyskum mátistokki er Finnufjørðurin stórur, men har eru bara nøkur heilt fá hús. Á fyrsta skeltinum, sum vit sóu, stóð á Fellu. Vit snaraðu til høgru og niðan til húsini. Har stóð ein rættuliga tilkomin maður uttanfyri. Eg fór úr bilinum, heilsaði honum og spurdi, um pápi hansara æt Fríðrikur. Hann hugdi upp á meg og spurdi hvør eg var, og vit vunnu innpass hjá honum, tá ið eg spurdi, um tað framvegis er soleiðis,at lodnan kemur inn á fjørðin um páska­høgtíðina, og um toskurin kemur aftaná henni. Hetta hevði eg eisini lisið hjá Edvardi. Bóndin bjóðaði okkum inn, ser­ ver­aði kaffi og stóru íslendsku kleyn­urnar, og so vísti hann okkum inn í stovuna, har tað hingu tvær myndir á vegginum. Onnur var av mammu hansara, sum doyði 1. desember 1938 ella ársdagin eftir, at vinur teirra Jóannes á Váli var druknaður út fyri Havsbøll, og hin var av Símuni hjá Póli í stásklæðum. Hann segði mær, at teir vóru vin­ menn, og at pápi hansara tosaði raðið føroyskt orsaka av nógva sambandinum, sum hann hevði havt við føroyingar og serliga svín­ oy­ingar. At fiskurin stendur heilt inni við land er heldur ikki ókent her í Svínoy. Eg minnist í 1969, at víkin var full av hýsu. Tá róðu teir út dag um dag, og teir fóru ikki so langt. Onkra ferðina kom tað fyri, at teir ikki høvdu boyu á innara endanum, men at teir settu fast í lendingina. Mela var við einum báti, Dánial hjá Melisi við einum og Pól Jóhannus við einum. Svínoyingarnir nevndu bát­arnar Melarin, Killarin og Poll­ arin! Og nú er alt bara minni, sigur Jens Eli Ellefsen. Góðveðursdagar burturi í torvi, myrku heystarkvøldini við lumma­ lykt og nógvu túrarnir niðan í svimji­hylin standa sum bjartir vitar í huganum saman við teimum, sum búleikaðust her, og sum vóru eyð­ kend av nøgdsemi og gudsótta. Holl undirvísing Tá ið lívsumstøðurnar broyttust, og útróður við opnum báti ikki var mest upplagda lívsgrundarlagið, og mynstrið í skipsfiskiskapinum ikki var so fast, sum tað hevði verið, fóru svínoygar at flyta. Og teir vóru væl útbornir til aðrar avbjóðingar. Tað høvdu ikki minst lærararnir syrgt fyri. Havi hug at nevna tveir teirra. Annar er Hjalmar Hátún, pápi Ólav, sum hevur verið so íðin at fyrireika bátaframsýningina, og sum nevnir seg svínoying og kallar bátin Svínoyingurin. Hann segði okkum í dag, at hann var føddur á loftsendanum her omanfyri í Yvirstovu. Hjalmar var lærari, tá ið pápi mín kom til Svínoyar sum knapt tólv ára gamal á sumri í 1932 ella fyri 80 árum síðani. Tað var vorðið sum skoðsmál, sum hann og so mangir aðrir svínoyingar góvu læraranum og lærarahjúnunum, og tað var ikki uttan orsøk: Millum svínoyingar vóru lærara­ hjúnini, Brynhild og Hjalmar, ógvu­liga væl umtókt, og tey vóru fyri­myndar­lig fólk. Tey tóku lut í bygdar­lívinum, og tey høvdu nógvar av­bjóðingar og tilboð til bygdarfólkið. Hjalmar hevði sang­kór, tey bæði høvdu kvøldskúla (hon undir­vísti í hand­arbeiði og hann í smíði ella sløjd, sum tað tá varð nevnt). Útferðirnar, sum Hjalmar skip­ aði fyri, standa negldar í minninum á teimum, ið vóru børn í Svínoy fyri 70-80 árum síðani, og Hjalmar syrgdi fyri, at fleiri svínoyarbørn fóru til Danmarkar á skúlabarnaferðir. Hjalmar hevði stóran áhuga fyri svimjing. Hann gekk undan, tá svimjingarhylurin varð gjørdur. Nógv av arbeiðnum var sjálvboðið, men Jukim, sum var góður við okkum øll, og sum vit øll sakna, segði seg hava hoyrt, at smádreingir fingu nøkur oyru fyri at bera sand. Eitt fýramannafar varð burtur­ lutað, tá teir samlaðu inn fyri svimji­hyl. Poul Johannes Poulsen ella Pollarin smíðaði, og Hjalmar Hátún hjálpti honum. Pollarin var læru­meistari hjá Hjalmari í báta­ smíði. Seinni smíðaði Hjalmar sjálv­ ur nógvar bátar. Tað mundu vera heilt fá í Svínoy, sum í Hjalmarsa tíð ikki dugdu at svimja, og fleiri svumu á víkini og tvørtur um víkina - frá Ytsta Seiða­ bergi og til Ómaganes. Lukki ella Pól á Fuglberg, Pól Maier og Karsten úti á Bø veit eg vóru millum hesar. Hin lærarin, sum eg havi hug at nevna, er Karl Justinussen ella Karl lærarin, sum var svínoyingur og lærari her í bygdini øll míni barnaár. Hann var hegnismaður og arbeiðsmaður sum øll í familjuni hjá Pól í Nornastovu og uppi í Húsi, og hann legði veldugan førning niður í mínar javnaldrar her í bygdini – Regin og Regin, Fróði, Bjarti, Ólavur, Jóannes, Heri, Torstein, Pól Sivar, Mikkjal, Sjúrður og aðrar eisini. Vit spældu tað, sum onnur børn spæla, og nógv spæl snúði seg um arbeiðslívið, sum var merkt av gomlu tíðini. Heri systkinabarnið, sum nú er avhildin prestur í høv­ uðsstaðnum, dámdi eisini tá at vitja inn á gólvið hjá teimum gomlu, og onkuntíð gekk hann í koti og knæ­ buksum. Haldi meg eisini minnast, at hann onkran morgun ikki kom niður av loftinum. Hann segði seg vera so ringan av gikt. Tá vóru vit 11-12 ára gamlir! Fyri minni enn einari hálvari øld síðani var skúlaárið hjá svínoyar­ børnum lagað eftir cyklusinum í bónd­asamfelagnum. Tey fóru í summarfrí nakað út í juli mánað, og tey fóru í skúla aftur 16. september. Tey høvdu ikki heystfrí, men tey høvdu frí, tá ið hagin, sum tey so at siga varaðu av, var á fjalli. Framtíðin Ein bygd uttan skúla og handil er ein illa farin bygd. Tað segði Irena, tá ið hon tók um endan og fór at handla, eftir at tey uppi í Húsi og hjá Mikkjali høvdu latið aftur. Nú er einki lív í skúlanum. Eg veit ikki, um skúlin er niðurlagdur, men tað eru eingi børn her, og tað er spell, og tað er stórur munur á tí, og tá tað vóru upp ímóti 50 skúla­ børnum her í bygdini. Tað ber væl til at ímynda sær, at fólkatalið aftur fer at fjølgast. Arbeiði og frítíð eru nú aftur nærri knýtt hvørt at øðrum, enn tey vóru, tá ið svínoyingar í stórum tali fluttu aðra staðni. Yvirornað eigur tað at loysa seg hjá myndugleikanum at stuðla uppundir búseting og lív í útjaðaranum. Um hesin útjaðarin hvørvur, so vil tað ikki siga tað sama, sum at avbjóðingin viðvíkjandi út­jað­aranum hvørvur. Útjaðarin verður altíð. Spurningurin verður bara, hvar hann verður! Svínoy og svínoyingum verður ynskt alt tað besta!