Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur 1. deild menn Tróndur Arge – Skála Í 2005 endaði Skála á triðja plássi í bestu føroysku deildini. Ájavnt í stigum við HB, og fýra aftanfyri B36, sum endaði á fyrsta plássi. Mang­an var nærmast fullsett í stóra skýl­ inum og mótstøðan ræddist skjóta og góða spælið á Skála. Síðani er nógv vatn runnið úr ánni og felagið hevur verið heilt niðri í triðjbestu deildini og vent. Nú er Skála at finna í 1.deild, men áhugin er ikki heilt tann sami. Sjálvt ikki ein stimi upp á tólv dyst­ ir uttan tap fingu skálafólk at fara at stuðla liðnum týskvøldið, tá AB var á vitjan. Taldi tú ikki argjafólkini við, so mundu viðhaldsfólkini hjá Skála kunna teljast á fáum hondum. Veðrið var eisini av tí besta og fleiri høvdu eisini leita sær út í sólina at sita, heldur enn at sita í skýlinum. Vánaligur fótbóltur á einum vánaligum vølli Vøllurin á Skála er ein av teimum við svørtum gummikúlum, sum gera tað torført at spæla eftir vøll­ inum. Serliga torført er at fáa nakað fótbóltsspæla at koyra, tá hann er turrur, sum hann var týskvøldið. Tað sást eisini aftur á spælinum, sum fyri tað mesta gekk fyri seg á miðjuni. Sjáldan høvdu leikarar stundir og møguleika fyri at temja bóltin, og tí endaði tað fyri tað mesta við longum bóltum í báðum endum. – Vøllurin er turrur í dag og tað ger tað sera torført at spæla á honum, staðfesti tann bara 22 ára gamli venjarin hjá Skála, Eliesar Jónsson Olsen. Argjamenn vóru omaná í fyrra hálvleiki og einar tvær ferðir var nær við, at teir løgdu seg á odda. Serliga vóru tað deyðbóltsstøður, sum vóru vandamiklar. Alex Mellem­gaard og Dion Splidt tóku sær skiftivís av fríspørkum og horna­spørkum, meðan Dion Splidt eis­ini tveitti fleiri innkøst langt inn í brots­teigin hjá skálamonnum, sum tó fingu vart fyri hvørja ferð. Í hálvleikinum sat ein við kensl­ uni, at tað var meiri upp til AB at vinna dystin, meðan Skála fyri tað mesta hekk eitt sindur í. Hamskiftir skálamenn Var AB omaná í fyrra hálvleiki, so vendið dysturin á høvdið í seinna hálvleiki. Nú rann AB aftaná røsku skálamonnunum, sum fyri tað mesta myndaðu spælið. Men søgan var tað sama sum í fyrra hálvleiki. Fyri uttan onkrar langar sendingar inn um verjurnar, so vóru tær flestu vandastøðurnar eftir deyðbóltar. Avgerandi løtan í dystinum kom tíggju minuttir fyri tíð, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Skála. Argjamenn vóru ónøgdir við døm­ ing­ina. Bólturin kom innfyri og argja­menn vilja verða við, at einki órætt fór fram, tá ein AB leikari stútaði bóltin vekk. Hóast tað gekk rúm tíð aðrenn skotið var, tí dómarin mátti sissa bæði leikarar og venjarar hjá AB, so var Ólavur Mikkelsen tryggur úr ellivu metrum. Sum seinni hálvleikur spældi av, so lá tað í luftini at tað fór at verða Skála, sum fór at skora um nakað mál skuldi koma. – Vit trúgva upp á tað Við sigrinum er Skála nú ósigrað í 13 dystum á rað og nærkast so smátt uppflytingarstríðnum. – Av hasum trettan dystinum hava vit spælt fimm javnleikir og tað hevur tó talt eitt sindur niður, sigur Skála venjarin. Nú eru sjey stig upp til AB, og átta stig upp til 07 Vestur, sum er mótstøðan komandi vikuskiftið. – Nú manglar 07 Vestur, so hava vit vunnið á øllum toppliðnum. Seinast vit spældu ímóti teimum spældu vit javnt, men teir skoraðu ikki fyrr enn í 85. og 92. minutti, sigur Eliesar Jónsson Olsen nú Skála hevur vunnið á B71 og AB upp á fýra dagar. Vinnur Skála móti 07 Vestur fríggja­kvøldið, so eru bara fimm stig upp til uppflytingarplássini. – Vit hava eitt ungt lið og tað hava verið nakrar broytingar á lið­ num frá í fjør. Nú er liðið saman­ spælt og vit trúgva sjálvandi upp á at eisini kunnu vinna á 07 Vestur, sigur Skála venjarin víðari. Fyri Skála kemur tað illa við, at Sjúrður Djurhuus og Erland Berg Danielsen fara av landinum eftir summarsteðgin 07 Vestur nýtt oddalið 07 Vestur var á vitjan í Runavík og vann 3-1. Tað var annars NSÍ, sum kom á odda við máli, sum Eddie Mikkelsen skoraði. Seinasta korter­ ið fyri hálvleiki vendu Tór-Ingar Akselsen og Jovan Panic dystinum við hvør sínum máli. NSÍ trýsti í seinna hálvleiki og kom fram til nakrar møguleikar, men eitt korter fyri tíð fall avgerðin, tá Tór-Ingar Akselsen stútaði eitt inn­legg úr høgru í mál. B71 misti aftur stig og er nú heili 16 stig frá uppflytingarstrikuni. Teir taptu 3-1 fyri EB/Streymi í Streym­ nesi. HB vann 1-0 í Leirvík móti Víkingi. Einsamalla málið skoraði Jógvan Andrias Nolsøe fimm min­ uttir fyri hálvleik. Á Toftum var KÍ á odda 2-0 í hálv­leikinm, umframt at B68 fekk ein mann útvístan. Men í seinna hálvleiki minkaðu tofta­menn um munin, men brendu gylta møgu­ leik­an, tá teir fingu brotsspark. trondur@sosialurin.fo Skála - AB 1-0 1-0 Ólavur Mikkelsen, 79 (br) NSÍ - 07 Vestur 1-3 1-0 Eddie Mikkelsen, 9 1-1 Jovan Panic, 30 1-2 Tór-Ingar Akselsen 1-3 Tór-Ingar Akselsen EB/Streymur - B71 1-3 1-0 Jónstein Magnussen, 13 1-1 Ólavur F. Ejdesgaard, 18 1-2 Allan Mørkøre, 60 1-3 Ólavur F. Ejdesgaard, 64 B68 - KÍ 1-2 0-1 Heðin Klakstein, 9 0-2 Bárður J. Heinesen, 17 1-2 Emil Ronaldsson, 67 Víkingur - HB 0-1 0-1 Jógvan Andrias Nolsøe, 40 Skála koppaði AB 07 Vestur nýtt oddalið Fótbóltur Skála er nú ósigrað í 13 dystum á rað, eftir at teir vunnu 1-0 á AB. 07 Vestur greiddi sína skyldu móti botnliðnum NSÍ, og er nú nýtt oddalið í 1.deild mistu oddasessin Argjamenn máttu lúta á Skála, og yvurtekur 07 Vestur tískil oddasessin, eftir teirra sigur í Runavík Myndir: Tróndur Arge 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 07 Vestur 15 12 1 2 47 14 +33 37 2 AB 15 12 0 3 54 16 +38 36 3 Skála 15 8 5 2 30 16 +14 29 4 HB II 15 7 2 6 24 20 +4 23 5 B71 15 6 2 7 30 36 -6 20 6 Víkingur II 15 6 1 8 32 34 -2 19 7 KÍ II 15 6 1 8 29 38 -9 19 8 EB/Streymur II 15 4 2 9 16 32 -16 14 9 B68 II 15 3 2 10 20 44 -2 11 10 NSÍ II 15 3 0 12 20 52 -32 9