Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Tað var á tiðindafundi fyrra­ partin í dag, at forsetin í fót­ bólts­sambandinum, Christian Andreasen, og stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, skrivaðu undir stuðuls­avtaluna. Christian Andreasen var fegin um avtaluna, sum gevur fót­bólts­ sambandinum fleiri pengar at arbeiða við. Hann lýsti Bakkafrost sum eina stóra og sterka fyritøki, sum vendir sær til útlendskar kundar. Tí var hetta ein upplagdur møguleiki hjá teimum at fáa boðskapin út um landoddarnar, við at standa á bringuni á føroysku lands­liðstroyggjuni. Regin Jacobsen, stjóri á Bakka­ frost, vísti á at Bakkafrost útflytur nógv til millum annað Svøríki, Týskland og Eysturríki, sum øll eru í undankappingarbólkinum hjá Før­oyum. – Tað vísur seg, at fótbólturin er ein fínur inngangsvikul tá vit eru í samband við útlendskar kundar. Teir kenna ikki altíð so nógv til Føroyar, men teir kenna landsliðið hjá okkum, segði Regin Jacobsen millm annað á tíðindafundinum, sum var í FSF húsinum. Hann legði afturat, at hann sær møguleikar fyri vøkstri í fleiri av hesum londnum og vónar at ein stuðulsavtala við landsliðið kann verða við til at økja útflutningin. Stuðulsavtalan millum FSF og Bakkafrost er galdandi í tvey ár. Sjálv upphæddin á avtaluni verð­ ur ikki upplýst. Bakkafrost stuðlar landsliðnum Fótbóltur Bakkafrost og FSF hava undir­skriv­að stuðulsavtalu, ið inniber at alifyritøkan á Glyvrum verður høvuðs­stuðul hjá føroyska A-lands­liðnum næstu tvey árini Heri Simonsen Guðmundur Joensen, sum í næst­um fer at kappast í DM í hálvum iron­ man legði góðan botn við at vinna triathlon-kappingina í Reykja­vík sunnu­dagin. Fyrst var svom­ið 1500 metrar, síðani var súkklað 40 kilo­ metrar, og at enda runnu íðkararnir 10 kilometrar. Talan var um tann so­nevnda OL-teinin. Guðmundur Joensen vann við tíðini 2 tímar og 4 min­uttir. Um hugt verður eftir tíðunum á oyggjaleikunum á griksku oynni, Rhodos í 2007, so hevði tíðin hjá Guðmundi rokkið til eitt oyggja­leika-heiðursmerki. Men at kappast á sólríku oynni, Rhodos, og at kappast í norðurhøvum er heilt hvør sítt. Óvanur at svimja í sjógvi Svimjingin gjørdist ein heilt øðr­vísi uppliving hjá Guðmundi, tí tann parturin av kappingini fór fram á sjónum. – Tað bleiv svomið á sjónum, tað er tað teir nevna »Open water svimming«. Nú kom eg inn í triathlon-ítróttina gjøgnum svimjing­ina, so eg eri rættiliga fortróligur við at svimja, sjálvt um eg ikki eri vanur við at svimja í drakt, og so slettis ikki vanur við at svimja á sjónum. Tað var ikki nakar trupuleiki at leggja teinin afturum seg, men eg skal viðganga, at tað ein ógvuliga køld uppliving. Tað vóru bert 11 hitastig, so tað var sum at svimja í sjónum í Føroyum, greiðir Guðmundur frá úr Reykjavík. Eg ætlaði at hita upp til kappingina í sjónum, men eg má viðganga, at eg var skjótur uppaftur, tí eg vildi ikki hava allan handan kuldan inn í kroppin, áðrenn kappingin fór í gongd, so eg valdi at taka upp­ hit­ingina á turrum. Og eg tori at siga, at hetta eydnaðist væl, stað­ festir Guðmundur í telefonini úr Reykjavík. Ein sterk kapping Allar teir sterkastu íðkararnir í Íslandi vóru við til kappingina, umframt aðrir útlendskir íðkarar. Tað bleiv sagt við Guðmund, at fór ikki at basa tann sterkasta íslendska kappingarneytan, men tá kappingin var liðug, var hesin skjótur at ynska Guðmundi tillukku við sigrinum. Guðmundur dylur ikki, at hann kundi gott hugsað sær oftari at kappast við teir fremstu triathlon íðkararnar í Íslandi, og hann útihýsir ikki, at onkur av teimum íslendsku íðkarunum verð­ ur at síggja til eina kapping í Før­ oyum í framtíðini. DM er næst á skránni DM í hálvum ironman er næsta kappingin, sum er á skránni hjá Guðmundi. – DM í hálvum ironman verður ein venjingarkapping fyri meg til ta stóru kappingina, sum verður í Írlandi í september, sum er topp­ kappingin hjá mær í ár. Men givið er, at eg fari sjálvandi at spenna bogan, fyri at fáa eitt gott úrslit í DM kappingini. Danir eru sterkir, tá tað kemur til triathlon, og ikki minst í elitubólkinum, har eg fari at kappast við teir sterkastu í Dan­ mark. Eg meti sjálvur, at kemur ein á mál, og er millum 10 teir fremstu, so er talan um eitt gott úrslit. Kem­ur ein á mál millum fimm teir fremstu, so er ein veruliga har, sum tað er stuttligt at verða, slær Guðmundur Joensen fast í tele­fonini úr Reykjavík, har hann fekk sligið sítt navn fast millum triathlon íðkararnar í Íslandi. heris@sosialurin.fo Guðmundur vann sterka kapping í Íslandi Triathlon Guðmundur Joensen vann sunnudagin stóra triathlon-kapping í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík, har kappast var á tí sokallaða OL-teininum Savnsmynd