Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 minningardagur teirra deyðu í ferðsluni Misti einkarsonin í ferðsluvanlukku: Eg hugsi um hann FERÐSLUVANLUKKA Tað nú eru sjey ár síðani eg misti mín einasta son, men eg hugsi framvegis um hann hvønn einasta dag, sigur Beinta Larsen, sum hevur verið illa tyngd av skuldarkenslu Áki Bertholdsen – Eg hugsi um mín deyða son hvønn einasta dag. – Eg hugsi um, at nú hevði hann verið sjey ár og hevði farið í annan flokk eftir summar­frítíðina. – Og eg hugsi um, hvussu hann hevði sæð út og hvat hann hevði gjørt. Beinta Larsen í Havn er aldrin komin yvir tað, sum hendi 9. februar 2005. – Og eg vænti heldur ikki, at eg nakrantíð komi yvir hetta, leggur hon uppgevandi afturat. Hendan vetrardagin fyri sjey árum síðani dagin misti hon sín einasta son í eini høpis­leysari ferðslu­van­ lukku. Hann var bara tríggjar mánaðar gamal tá ið hann doyði. Vildi til Havnar Beinta og maðurin, hon tá helt saman, og sum er pápi Jens Harry, sum sonurin æt, vóru farin familjuútferð til Kolla­fjarðar hendan miku­dagin at vitja fólk, tey kendu. – Tað var fínasta vegur, men um kvøldið brast hann á við óveðri. Vinfólkini í Kollafirði bjóð­aðu teimum at gista, tí lík­indini vóru blivin so vánalig. – Men eg setti upp á, at eg vildi sleppa heim aftur til Havnar tí vit høvdu eitt lít­ið barn við og vit vóru ikki út­ gjørd til at gista. – Maðurin koyrdi og lítli Jens Harry lá i babylift á bak­ setrinum og hann var bundin í trygdarbelti. Men tað var blivið ómeta­ liga hált og á Kaldbaks­veg­ num rendu vit og ein annar bilur saman og Jens Harry doyði av stoytinum. – Bæði eg og pápi Jens Harry vóru illa skelkað, men eg minnist, at løgreglan og sjúkrabilur komu og vit vórðu koyrd til Havnar. Tað var ein ræðulig koyri­ túrur, men tíðin aftan á var ikki minni ræðulig tíð fyri meg og pápan. Jens Harry varð lagdur í respirator, men lívið stóð ikki at bjarga og klokkan seks um morgunin varð respira­tor­ urin sløktur. – Løgreglan segði, at hetta var eitt óhapp, sum ongin kundi ábyrgjast fyri, sigur Beinta. Sleptu endanum Beinta sigur, at tey bæði for­ eldrini gingu runt meststum í ørviti. Hon heldur, at tey vórðu væl móttikin á skaðastovuni og at starvsfólkið gjørdi alt, tey kundu fyri tey. – Áðrenn Jens Harry varð lagdur í kistuna, fingu vit til­boð um at lata hann í tey klæðir, vit vildu, men tað hildu vit ikki at vit skuldu. Beinta sigur, at tey fingu kreppuhjálp tað fyrstu tíð­ ina, har sálarfrøðingur tos­ aðu við tey. – Men eg haldi, at tey, sum skuldu veita okkum kreppu­ hjálp, sleptu endanum alt ov tíðliga. Eg havi rættiliga ofta saknað, at kreppuhjálpin varð fylgd upp. – Men tað mátti vera eitt uppsøkjandi arbeiði, har onk­ur bankaði á hurðina og fylgdi við, hvussu tað gekst okkum, tí sjálvi vóru vit ikki ment at hugsa so frægt sum at fara biðja um hjálp. – Í slíkum førum má hjálp­ in leita offrini upp, tí offrini orka ikki at hugsa so langt. Hinvegin fingu tey stóra og góða hjálp frá vinfólki og skyldfólki, sum vóru nógv um tey. Serliga tann eina vinkonan var Beintu ein hollur stuðul. – Hon gekk túrar við mær og lokkaði meg út aftur ímill­ um fólk, tí sjálv hevði eg hug bara at byrgja meg inni. Bara einaferð upplivdi hon, at fólk, hon kendi, vendu sær burtur, tá ið tey møttust á vegnum, helst tí tey vistu ikki, hvat tey skuldu siga. – Tað var ómetaliga ringt. Tað var ikki neyðugt hjá teim­um at siga so nógv, bara tosa um leyst og fast. – Eg havi havt lyndi til tað sama, men nú eg upplivdi tað sjálv, veit eg, hvussu skeivt tað er og, hvussu stóran týdn­ing tað hevur at spyrja um støðuna og at tosa um leyst og fast. Ræðulig skuldarkensla Nú var hendan vanlukkan ser­liga syrgilig við tað, at tað var pápi Jens Harry, sum koyrdi bilin. Vórðu tit nakrantíð rakt av skuldar­ kenslu? – Skuldarkenslu vóru vit bæði hart rakt av, hóast vit fingu at vita av løgregluni, at ongin ávísir hevði skyldina av van­lukkuni. – Sjálv havi eg skuldar­ kenslu av, at eg setti upp á at fara til Havnar, hóast líkind­ ini vóru ring. Tað má eg liva við, tí eg vænti aldrin, at eg komi yvir tað. – Eg hugsi alla tíðina um, at hevði eg bara viljað verði ver­andi í Kollafirði, hevði van­lukkan ikki hend og vit høvdu ikki mist Jens Harry. – Men eg helt skuldar­ Tey, sum skuldu veita okkum kreppuhjálp, sleptu endanum alt ov tíðliga Tey siga, at tíðin lekir øll sár, men eg haldi ikki, at tað passar