fríggjadagur 29. juni 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
minningardagur teirra deyðu í ferðsluni
hvønn einasta dag
kensluna fyri meg sjálva og
tað gekk long tíð, áðrenn
eg fortaldi tað fyri nøkrum,
hvussu eg hevði tað.
Hann er við allastaðni
Beinta sigur, at hon hugsar
framvegis um Jens Harry
hvønn einasta dag.
– Eg hugsi um, at nú hevði
hann fylt átta ár 26. oktober
og hevði farið í annan flokk
eftir summarfrítíðina.
– Og eg hugsi um, hvussu
hann hevði sæð út og hvat
hann hevði gjørt. Eg havi
eisini eina mynd av honum
í telefonini, so hann er fram
vegis við mær allastaðni, har
eg fari.
Fríggjadagin er minning
ardagur teirra, sum doyði í
ferðsluni og tað er ein dagur,
Beinta brúkar.
– Hendan dagin plagdi eg
at fara á staðið hendan minn
ingardagin, har vanlukkan
hendi og har eri eg so í friði
fyri meg sjálva eina løtu.
– Eg plagdi eisini at fara
út á grøvina at siga halló við
hann.
Hon heldur, at tað tað
hevur stóran týdning, at
varpa ljós á tey, sum doyggja
í ferðsluni fyri at royna at fáa
bilførarar at ansa sær serliga
væl.
– Tey fyrstu árini, minn
ingardagurin var, hugsaði eg
hvørja ferð, at tað er gott tað
ikki eri eg, sum eigi nakran
ið er deyður í ferðsluni, so
ræðuligt helt eg tað vera.
– Men áðrenn nakar vardi
var eg sjálv ein av teimum,
sum syrgdi.
Tí hevur hesin dagurin
ein serligan týdning fyri
Beintu og hon veit, at hann
hevur eisini stóran týdning
fyri onnur.
– Kunnu vit fyribyrgja
bara eini einastu vanlukku,
hevur tað ómetaliga stóran
týdning.
Tí heldur hon, at tað hevur
ómetaliga stóran týdning at
varpa ljós á hesi viðurskifti
alla tíðina.
Hon samanber hetta við
AIDS, ráðið, sum var serstak
liga virkið í áttatiárunum og
úrslitið var, at tilburðirnir av
AIDS alsamt fækkaðu.
Síðani er upplýsingin um
AIDS fánað burtur og nú eru
tað eftir fleiri, sum fáa sjúk
una.
– Sostatt má Ráðið fyri
Ferðslutrygd áhaldandi varpa
ljós á hesi viðurskiftini, tí eg
ivist ikki í, at tað fer at bera
frukt og at bilførarar fara at
hugsa seg um avleiðingarnar,
tað kann fáa at koyra ov
skjótt.
– Tað er mín størsta ynski,
at ongin skal uppliva tað
sama, sum eg, sigur Beinta
Larsen.
Alt ov tíðliga
Tá ið vanlukkan hendi, lærdi
Beinta til Pedagog í Dan
mark. Men tey gjørdu av at
flyta heim, tá ið Jens Harry
var føddur so at lítlibeiggin
kundi hava ommur og abbar
og alla familjuna hjá bæði
mammuni og pápanum rund
an um seg.
Tískil gavst hon á peda
gogskúlanum og fór at ar
beiða á Lágargarði, har hon
er heilsuhjálpari.
Eftir vanlukkuna gingu
tað bara tveir mánaðir til
hon fór til arbeiðis.
– Tá helt eg, at tað var
tað besta fyri meg, tí tað tók
tankarnar eitt sindur frá
vanlukkuni.
– Men nú dugi eg at síggja,
at tað var alt ov tíðliga, í
hvussu so er fyri meg.
– Eg arbeiddi rættiliga
nógv og dugdi ongantíð at
hvíla meg, tí hvørja ferð fóru
tankarnir at mala um van
lukkuna, so eg arbeiddi meg
burtur úr tí.
Men tað gekk ikki og av
leiðingin var, at í fjør varð
hon rakt av herviligum tung
lyndi, so hon mátti sjúkra
meldast og fáa hjálp.
– Eg haldi, at tað var reak
tiónin upp á vanlukkuna. Tey
siga, at tíðin lekir øll sár, men
eg haldi ikki, at tað passar,
sigur Beinta Larsen.
Misti einkarsonin
– Tað er mítt størsta ynski, at ongin skal uppliva tað sama, sum
eg. Tey siga, at tíðin lekir øll sár, men eg haldi ikki, at tað passar,
sigur Beinta Larsen, sum misti sín einasta son í ferðsluvanlukku.
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað má eg liva við,
tí eg vænti aldrin, at
eg komi yvir tað