Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 minningardagur teirra deyðu í ferðsluni Áki Bertholdsen – Tað broytti lívið full­komu­ liga. Vit vórðu blakað útí nak­að ræðuligt, har ein einki val hevur. Tað sigur Beinta Henriksen í Sørvági um tá ið hon misti beiggja sín, Regin í ferðslu­vanlukku Beinta er pedagogur í sam­býlinum í Sørvági. – Eg misti beiggja mín, tá hann júst var vorðin 20 ára gamal. Tað var tann 14. mai 2000. Hann rendi útav á Vatna­vegnum í Vágum og doyði. Og hann var einsa­ mallur í bilinum. Hon sigur, at vanlukkan broytti lívið fullkomuliga. – Vit vórðu blakað útí nak­að ræðuligt, har ein einki val hevur, minnist Beinta Henriksen. Hon minnist, at tann fyrsta tíðin var sera kaot­ iska. – Tað er óberandi fyri alla familjuna, saknurin er so svár­ur og foreldrini hava tað so ringt. – Onnur skilja av góðum orsøkum als ikki, hvat ein fer ígjøgnum. – Tá so ein tíð er fráliðin hava tey lyndi at halda, at ein skal verða tann sama, sum ein var áðrenn van­lukk­ una ...men tað verður ein ongan­tíð. Beinta sigur, at tey fyrstu nógvu árini, hevði hon tor­ ført at tosa um og seta orð á sínar kenslur. – Men sum frá leið dugdi eg betur og betur at síggja, at hetta hevur verið við til at gera meg til ta eg eri í dag. – Í dag dugi eg eisini at síggja, at eg sjálv havi ábyrgd fyri mínari eydnu, at koma víðari og fáa eitt gott lív. Hvat hevur minningar­ dagur teirra deyðu í ferðsluni at týða fyri teg? – Minnist meg rætt, var hesin minningardagur fyrstu ferð í 2000, tað vil siga hálv­ an­annan mánað eftir at Regin doyði. – Tað hevur nakað at týða, at vit minnast tey, sum deyð eru í ferðsluni. Eisini er tað ein ávaring ella áminning fyri onnur, sum eg vóni, at tey taka til sín.  Hon sigur, tað eru nøkur, sum vísa teimum, at tey minn­ast Regin hendan dagin við at senda sms ella eina heils­an á facebook. – Tað er ordiliga gott og fløvar, sigur Beinta. Serliga dreingir Hvør er størsta avbjóðingin at røkka málinum, um at eing­in skal doyggja ella fáa álvar­sligt mein í ferðsluni? – Størsta avbjóðingin eru tey ungu, serliga dreingirnir. Teir eru tann týdningamesti bólkurin. Av einari ella aðrari orsøk hugsa teir seg ikki um og eru ekkaleysir, tá tað kem­ ur til ov nógva ferð. – Kortini haldi eg, at hug­ burðurin er batnaður, síðani eg var heilt ung, eitt nú tá tað kemur til rúsdrekkakoyring. Hetta haldi eg kemur av, at rúsdrekkamynstrið er broytt í Føroyum, men tíverri hoyra vit afturvendandi um fólk, sum verða tikin fyri at koyra ávirkað og at koyra ov skjótt. – So vit eru langt frá kom­ in á mál, tá tað kemur til rús­ drekka og ferð, tí tá skal so lítið til. Beinta Henriksen heldur eisini, at fyribyrgjandi ar­ beiði og upplýsing er tað týdn­ingar­mesta. – Tað er eisini orsøkin til, at eg sjálv eru við í undir­ vís­ingini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyri landsins 8. flokk­um og tekniska skúla. – Har greiði eg frá, tá vit mistu Regin, og hvussu tað rendi okkara tilveru um koll. Hon heldur, at tað nytt­ ar lítið at ávirka tey ungu við fremstafingri og moral­ prædikum. – Tey skulu hava tann óinnballaða veru­ leik­an, tað trúgvi eg munar, sigur Beinta Henriksen. aki@sosialurin.fo Tilveran varð rend um koll FERÐSLUVANLUKKA Tað er óberandi fyri alla familjuna at beiggi mín skuldi doyggja í eini ferðslu­ vanlukku. Saknurin er so svárur og foreldrini hava tað so ringt, sigur Beinta Henrikseni í Sørvági Sunnudagin er minn­ingardagur teirra deyðu í ferðsl­uni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva eftir við miss­ inum. Sum eitt stillført minni um tey ið lótu lív á før­oysku vegunum, verða blómur lagdar á støð har ferðslu­vanlukkur, sum hava kravt mannalív. Eisini er evnið »deyð í ferðsl­ uni«, tikið upp í kirkj­um og sam­ komum. Endamálið við tiltak­inum er at fyribyrgja ferðslu­vanlukkur og at fáa okk­um øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvar­somu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Síðani seinasta minn­ingar- dag eru tvey fólk deyð í ferðsl­ uni, ein ungur maður og ein ung kvinna. Tvey ung, ið fóru frá hús­um, men sum ongantíð vendu heim aftur. Tvey deyð í ferðsluni eru tvey ov mong. Tá vit koyra framvið ein­um blómutyssi við veg­jaðar­anum fyrsta sunnudag í juli, kemur fjáltur á okk­um. Vit verða mint á, hvussu viðbrekin við eru í ferðsluni, og hvussu lítið skal til. Fyri summi eru blómu­tyssini ikki ein ítøkilig áminn­ing, men ein ímynd av høpis­leysum missi. At talið á deyðum hevur verið lækkandi seinastu ár­ini, ger av­ bjóðingina upp­aftur størri at vísa á, hvussu stóran týdning miðvís átøk fyri tryggari ferðslu, hava. Síðani fyrsta ferðslu­van­lukkan í Føroyum kravdi manna­lív í 1928 eru til­samans 272 deyð í ferðslu­ van­lukku. Ráðið fyri Ferðslutrygd stuðlar tiltakinum og tað gera fyritøkur og ein­stak­lingar eisini. Tað var Ingi Gunnarsson, sum í 2000 fyrstu ferð tók stig til at halda dagin og at leggja blómutyssi við vegin. Tað er framvegis hann, sum samskipar tiltakið í sam­starvi við sjálvbodna ar­beiðsmegi. Í Sosialinum í dag hava vit spurt tríggjar føroyingar. hvørs kæru fóru út, uttan nakrantíð at koma heim aftur. Tey hava dirvið og áræði at greiða frá, hvussu tað var at missa og, hvønn týdn­ing minningardagur teirra deyðu í ferðsluni hevur fyri tey. aki@sosialurin.fo Eitt stillført minni um tey deyðu Ræðuligt – Vit vórðu blakað útí nakað ræðuligt, men í dag dugi eg eisini at síggja, at eg sjálv havi ábyrgd fyri mínari eydnu, sigur Beinta Henriksen, sum misti beiggja sín í ferðsluvanlukku. Her er Beinta saman við synunum báðum, Jákupi vinstrumegin og Regini høgrumegin, sum er uppkallaður eftir beiggjanum.