Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Viðskiftadepilin Øll móttøka verður í Viðskiftadeplinum, sum svarar fyrispurningum viðvíkjandi øllum viðurskiftum í Almannaverkinum og tekur avgerð í málum. Menningardepilin Virksemið í Menningardeplinum verður skipað sum eitt tvørfakligt samstarv, har dentur verður lagdur á at menna og stuðla borgaranum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Fakbólkar fara saman at virka í Menningardeplinum, soleiðis at borgarin fær eina tænastu, har fak, samskipan og samskifti verða sett í hásæti. Av fakbólkum kunnu nevnast: sosialráðgevar, námsfrøðingar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar umframt aðrir. Trivnaðardepilin Borgarar, sum hava tørv á persónligum stuðuli fyri at megna gerandisdagin, fara at fáa stuðul í Trivnaðardeplinum, so sum umlætting, viðgerðartilboð, virknisvenjing, stuðul og bústaðarfyriskipan. Veitingardepilin Í Veitingardeplinum verða flestu allar umsitingarligu og fíggjarligu uppgávurnar hjá Almannaverkinum loystar. Eldradepilin Eldradepilin er undir umskipan, og tískil ikki við í verandi bygnaði. Stápur Á nýggja stovninum verður ein stápur, sum arbeiðir innan fak-,KT-, HR- og fíggjarmenning. Stápurin hevur eftirlitsuppgávur og skal viðvirka til at stovnurin framhaldandi mennist á øllum økjum. Stápurin skal ráðgeva stjóra og leiðslu. Almannastovan og Nærverkið eru løgd saman í ein stovn. Nýggja navnið er Almannaverkið. Arbeiðið at skipa nýggja stovnin er komið somikið áleiðis, at øll størv í leiðsluni verða lýst leys at søkja. Fyri at samantvinna allar tænasturnar og gera tað einfalt fyri borgaran, tá ið hann vendir sær til stovnin, verður Almannaverkið umskipað frá nógvum deildum-/eindum framyvir til fimm deplar. Fyrsta og fremsta uppgávan hjá nýggju leiðsluni verður at bera bygnaðar- broytingarnar í Almannaverkinum á mál. 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 1 Faktaboks Virðisgrundarlag hjá Almannaverkinum Almannaverkið vil miðvíst virka fyri at lúka krøv frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum • Almannaverkið veitir fyrsta floks tænastur og í virki okkara leggja vit dent á høgt tænasturstøði, rættartrygdina og virðing fyri einstaklinginum. • Góður yrkisligur og menniskjaligur kunnleiki í Almannaverkinum tryggjar miðvíst, at borgarin er i góðum hondum. • Almannaverkið vil støðugt virka fyri at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. • Almannaverkið leggur seg eftir at vera millum tey fremstu við vælferðartænastum í mun til onnur lond. Søkt verður eftir Deildarstjóra til Viðskiftadepilin Deildarleiðara til Viðskiftadepilin Deildarstjóra til Menningardepilin Deildarleiðara til Menningardepilin Deildarstjóra til Trivnaðardepilin Deildarleiðara til Trivnaðardepilin Deildarstjóra til Veitingardepilin Deildarleiðara til Veitingardepilin Deildarleiðara til Fakdeildina Deildarleiðara til KT deildina Deildarleiðara til Starvsfólkadeildina Deildarleiðara til Fíggjardeildina k r e a Leiðsla til Almannaverkið í sambandi við bygnaðarbroytingar Viðskifta Depil Menningar Depil Trivnaðar Depil Veitingar Depil Eldra Depil Stjóri Fíggjar Fak Starvsfólk KT Stjóra skrivstova Almannaverkið er Føroya størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum, sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1.7 mia. árliga. Bygnaðurin av nýggja almannaverkinum er ikki endaligur og kunnu tískil broytingar koma. Um so er at sami umsøkjari søkir fleiri størv, má í umsóknini tilskilast raðfesting av hesum størvum. Freist Freistin at søkja nevndu størv er: 9. juli 2012, kl. 08:00. Upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, telefon 360000/fartelefon 297000. Nærri kunning Meira fæst at vita á www.av.fo Set á brævbjálvan "Umsókn leiðsla”. Umsóknir við CV skulu sendast til Umsóknir Almannaverkið Att. Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri Postboks 356, 110 Tórshavn Teldupost adr.: leidslustorv@av.fo