Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Føðingar 11. juni fingu Jenny og Richard Áarskarð, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4220 gr. Á myndini eisini stóra systir Talita. Tann 7. juni fingu Silas og Nóa ein lítlabeigga, Sámuel. Hann vigaði 3650 gr og var 52 cm langur. Foreldrini eru Susan og Finn Larsen, Oyrarbakki. 22. juni fingu Svanna Nilssen og Hallur Fláaberg, Eiði, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3210 gr. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra systir Kirsten Clementsen andaðist og varð jarðað. Takk til Bergur Debes Joensen, prest, fyri góða og hjartanemandi talu í kapellinum. Takk til berarar, sangarar, gravarar og Gravarhjálp, fyri hjálpina. Takk fyri blómur og kransar. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Sambýlinum Eirargarður, fyri tykkara umsorgan og kærleikan, tit sýndu Kirsten ta tíðina, hon var hjá tykkum. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu Kirsten til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi systkini Okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Malla Jacobsen Norðragøtu andaðist hósdagin 28. juni á Giljagarði í Leirvík, 82 ára gomul. Farið verður av Giljagarði fríggjadagin kl. 16.00 í Gøtu kirkju. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju mánadagin 2. juli kl. 14.00. Familjunnar vegna Dávid og Pól Tey, ið ynskja at minnast Mallu við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Giljagarð, konta í Norðoya Sparikassa 9865 – 1029171. Fyri viku síðani kundi Hjørd­ is Egholm Mortensen í Havn saman við fyrrverandi floks­ feløgum hátíðarhalda, at 50 ár vóru liðin, síðani hon tók studentsprógv á VBV í Skansabrekkuni. Hon og teir 32 floksfelagarnir vóru sein­ asti flokkurin, ið gekk har, samstundis sum tey vóru tey fyrstu, ið tóku útbúgvingina yvir trý ár. Hjørdis var ikki meira enn liðug við skúlagongdina, so fekk hon á sumri í 1962 starv sum stjóra- og stjórnarskrivari í Trygg­ ingar­sambandinum Føroyar, og har hevur hon nú starvast í 50 ár! Hesi árini hevur hon ver­ið skrivari hjá fimm stjór­um, sum hava verið Tumm­as Thomasen, Mari­ us Thomasen, Jens Petur Arge, Gunnar í Liða og nú Regin Hammer. Frynt­lig og fyrikomandi, sum hon er, hevur hon í skrivara­starv­ inum verið tað trygga álitið, ið altíð kann roknast við. Við so langari starvstíð kemst heldur ikki undan, at Hjørdis hevur upplivað tær nógvu og stóru broyt­ ing­ar, ið hendar eru í trygg­ ingar­heiminum, og hóast árini eru mong í starvinum, hevur ein hin størsta dygdin verið evnini at laga seg eftir teimum broytingum, ið hava verið, og tað man eisini vera eitt av loyndarmálunum aft­an­fyri, at hon øll hesi ár hevur verið før fyri at røkt starv sítt til lítar. At roynast einum og sama arbeiðsplássi so holl í eitt so langt áramál, er kanska ikki tað, vit eru mest von við nú á døgum, nú tað er modernað at skifta arbeiði fleiri ferðir, men at Hjørdis soleiðis gongur ímóti tí, sum er frammi í tíðini, er henni so líkt. Tað, at hon hevur gjørt sítt fyrsta starv til sítt lívsstarv, er í veruleikanum ímyndin av Hjørdis, sum vit kenna hana, tí fremst av øllum er henn­ara trúfesti, um tað so snýr seg um arbeiðspláss, starvs­felagar, vinir ella ikki minst fjølskylduna. Hjørdis Egholm Morten­ sen er fødd og uppvaksin í Havn. Hon er yngst av seks systkjum, og foreldrini vóru Erika og Aldfred S. Egholm, vanliga nevndur Affe. Hjørdis er gift við Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, og børn teirra eru Elin, Ann, Guðrun og Eirikur, umframt at barna­børnini nú eisini eru bliv­in fleiri í tali, so familjan er stór. Hjørdis og Heðin búgva í barnaheimi hennara á Hoyvíksvegnum, so vegurin oman á Kongabrúnna til ar­beiðis er stuttur. Í fleiri ár kundu tey bæði fylgjast til arbeiðis, tí frá 1978 til 2005 arbeiddi Heðin eisini í Tryggingarfelagnum Føroy­ar, men síðstu árini hevur hann verið í farloyvi frá starv­ inum, meðan hann hev­ur sitið sum borgarstjóri í høv­ uðs­staðnum. Í øllum lutum er Hjørdis ein serstøk og merkisverd kvinna, sum ikki bara hevur sýnt arbeiði sínum stórt tr­ úfesti í hálva øld, men eisini hevur roynst Heðini sum frágerðargóð kona, har hon veruliga hevur verið honum stinnur stuðul í tí, hann hevur tikist við – bæði sum ÍSF-forseti í ein mansaldur og ikki minst, nú hann er borgarstjóri. Eisini sum mamma og omma hevur hon verið fram­ úr, og hóast sína longu yrkis­ leið á einum og sama arbeiðs­ plássi, hevur hon ikki á nakra­n hátt forsømt heimið, men tvørtur­ímóti dugað so sera væl at brúkt síni góðu fyri­skipanarligu evni har eisini, so øll eru komin sera væl undan og heimið í allar mátar hevur staðið øðrum sum góð fyrimynd. Nú hesin rundi starvs­ dagurin verður hildin, vita vit, at familjan av hjarta fegnast saman við Hjørdis, eins væl og starvsfelagar og onnur, ið onkursvegna hava krossað hennara lívsleið, gera tað. Hjartaliga tillukku við degnum og bestu ynski fyri komandi tíðir vilja vit bera tær! Vinfólk Hjørdis Mortensen 50 ára starvsdag